hósdagur 3. juli 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Fyritøkan Hammer Shuttle, sum
Hans Eiler Hammer á Nesi eigur
og rekur, hevur ment seg nógv síð
an hin 1. juni í fjør, tá felagið varð
stovnað. Endamálið var – og er
framvegis – at koyra ferðafólk mill
um Eysturoy og flogvøllin í Vágum,
og hetta er størsti parturin av virk
seminum.
Umframt at koyra ferðandi í
Vágar og úr Vágum, koyrir Hamm
er Shuttle eisini leigutúrar og nátt
arbuss.
Hans Eiler Hammer, stjóri og eig
ari, sigur, at málið hjá fyritøkuni er
trygd, álit og kappingarførir prísir.
– Vit vilja vera har, sum við
skiftafólkini eru, og vit vilja veita
eina so góða tænastu sum gjørligt.
Eisini í Fuglafirði
Og sigast kann ikki annað enn, at
Hammer Shuttle er har, sum tey
ferðandi eru, og soleiðis er fyritøk
an nú eisini í Fuglafirði, har hon
koyrir arbeiðsfólk, sum arbeiða við
at byggja stóra uppsjóvarvirkið hjá
P/F Pelagos.
Tá Sosialurin vitjaði í Fuglafirði
mikudagin, hittu vit Hans Eiler
Hammer.
Hann sigur, at Hammer Shuttle
seinastu stívliga tveir mánaðirnar
hevur koyrt millum 40 og 50 arb
eiðsmenn tríggjar ferðir um dagin
í Fuglafirði.
– Vit heinta menninar við Ment
anarhúsið klokkan 07, tá teir hava
fingið morgunmat og koyra teir út
á havnalagið, har uppsjóvarvirkið
verður bygd. Síðan heinta vit teir
aftur, tá døgurðin skal etast um
middagsleitið og koyra teir aft
ur útaftur, tá døgurðin er etin.
Menninir arbeiða frá klokkan 07
til klokkan 19, og tá arbeiðsdagurin
hjá teimum er lokin, heinta vit teir
aftur og koyra teir heim til Mentan
arhúsið.
Tað er Njál Reinert Petersen, sum
samskipar matin til arbeiðsmenn
inar, og tað er hann, sum Hammer
Shuttle í fyrsta lagi samstarvar við
um koyringina.
– Partvís koyri eg sjálvur, og í
aðrar mátar havi eg ein mann á
Kambsdali at hjálpa mær, sigur
Hans Eiler Hammer.
Vaksandi virksemi
Eigarin av Hammer Shuttle vísir á,
at sáttmálin, sum felagið hevur gjørt
við Sjúkrahúsverkið um flutning av
sjúklingum úr Norðoyggjum, Eyst
uroy og Norðurstreymoy til og úr
Vágum, hevur gjørt tað neyðugt at
gera íløgur í nýggjari og betri buss
ar.
– Virksemið hevur verið vaks
andi, og viðhvørt er neyðugt, at
meira enn tann eini bussurin er í
sving. Sjúklingarnir, sum vit koyra
til og úr Vágum, klára seg sjálvar, og
tí er tað eisini partur av avtaluni, at
vit eisini kunnu hava onnur ferð
andi á leiðini, um pláss er í bussin
um.
Hans Eiler Hammer sigur, at sátt
málin við Sjúkrahúsverkið fyribils
fevnir um eitt ár – við møguleika
fyri leingjan í eitt ár aftrat.
Á Facebook
Hans Eiler Hammer sigur, at tá fe
lagið hjá honum vil vera har, sum
viðskiftafólkini eru, brúkar hann
eisini sosiala miðilin Facebook
sum leypandi kunning um Airport
Shuttle.
– Her boða vit eisini frá, nær vit
koyra okkara rutur á flogvøllin, sig
ur eigarin av Hammer Shuttle, sum
á myndini er staddur í Fuglafirði.
Vilmund Jacobsen
Byggifyritøkan Heildarverk í Fugla
firði, sum Jan Mohr og Torfinn Nón
eiga, hevur stórarbeiðstøkuna at
byggja nýggja Vinnuhúsið á Óðins
hædd í Havn.
Stórarbeiðstøkan fevnir um jørð-,
betong-, timbur- og snikkaraarbeiði,
og síðan eru fakenterprisur, sum
eitt nú el, hvs og málaraarbeiði fyri
seg.
Torfinn Nón væntar, at Heild
arverk verða lidnir við sítt arbeiði í
Vinnuhúsinum um ein mánaða ella
so. Tá byggingin byrjaði fyri umleið
hálvum øðrum ári síðan, var lendið
grovplanerað.
Tað er FuglArk, sum hevur tekn
að Vinnuhúsið og sum hevur eftirlit
við arbeiðnum.
– Tá havt verður í huga, hvussu
buldrasligir partar av seinasta vetri
vóru, haldi eg, at arbeiðið við nýggja
Vinnuhúsinum hevur gingið óføra
væl, sigur Torfinn Nón.
Lívdin byggir
Umframt stóru verkætlanina við
nýggja
Vinnuhúsinum,
hevur
Heildarverk eisini eitt annað stórt
arbeiði í Hoyvík. Tað er stóra sam
komuhúsið, sum Lívdin byggir,
og her tekur Heildarverk sær av
stoypiarbeiðnum, ið er rættiliga
umfatandi.
– Ein partur av okkara arbeiði
verður eisini at leggja stór og tung
takelementir oman yvir. Hesi ele
mentir, sum verða fimm í tali, eru
stoypt í Danmark. Tey eru heili 29
metrar long og 2,40 metrar breið,
og hvørt element vigar umleið 25
tons.
Torfinn Nón vísir á, at element
ini eru komin upp á pláss í Hoyvík,
og hann væntar, at klárt verður at
leggja hesi oman yvir eftir summ
arfrítíðina.
– Eg vænti, at okkara partur
av arbeiðnum verður liðugur í
februar næsta ár. Salurin, sum
verður í Lívdini, verður umleið
600 fermetrar stórur, og haraftrat
verður ein balkong, sum kemur at
rúma 200 fólkum. Soleiðis verða
sitipláss í nýggju Lívdini til umleið
800 fólk tilsamans.
Í samkomubygninginum verður
soleiðis ein stór konserthøll, ið
kemur at hava eina hædd á 10-11
metrar.
Eisini á Kambsdali
Umframt stóru verkætlaninar á
Óðinshædd og í Hoyvík, hevur
Heildarverk nú eisini fingið høv
uðsenterprisuna at byggja út,
umbyggja og dagføra Studentaskúl
an á Kambsdali.
– Tilboðið hjá okkum var á stív
liga 23 miljónir krónur. Sum undir
veitarar at gera jørðarbeiðið hava
vit RTS, og tað verður Búsetur, sum
kemur at gera betongarbeiðið. Jørð
arbeiðið er so smátt farið í gong, og
ætlandi byrjar Búsetur við betong
arbeiðnum 11. august.
Torfinn Nón sigur, at talan er
bæði um nýbygging, umbygging og
dagføringar av Studentaskúlanum
á Kambsdali.
vilmund@sosialurin.fo
Hammer Shuttle koyrir nú
arbeiðsmenn í Fuglafirði
Seinastu stívliga tveir mánaðirnar hevur Hammer Shuttle koyrt
millum 40 og 50 arbeiðsmenn tríggjar ferðir um dagin í Fuglafirði
Byggifyritøkan Heildarverk í
Fuglafirði hevur í løtuni tríggjar
stórar byggiverkætlanir í gongd
Hammer Shuttle, sum Hans Eiler Hammer eigur og rekur,
koyrir nú eisini arbeiðsfólk í Fuglafirði, sum byggja
nýggja uppsjóvarvirkið úti á havnalagnum.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Salurin í Lívdini verður umleið
600 fermetrar stórur, og haraftrat
verður ein balkong, sum kemur
at rúma 200 fólkum. Soleiðis
verða sitipláss í nýggju Lívdini
til umleið 800 fólk tilsamans.
Heildarverk byggir eisini nýggja
Vinnuhúsið á Óðinshædd.
Mynd: Álvur Haraldsen
VARMAKELDA
Heildarverk vind í seglunum