hósdagur 3. juli 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fjarðastevnuróður
kappróður upptakt
Leygardagin 5. juli verður fimti FM-róður í hesum róðrarári. Leiðin gongur til Vestmanna, ið
hevur hýst Fjarðastevnuni annaðhvørt ár síðan 2003, tá stevnan varð løgd afturat teimum
upprunaligu seks FM-stevnunum. Áðrenn leiðin gongur til Vestmanna, leita vit aftur til
jóansøku á Vágsfirði, ið enn einaferð borðreiddi við óvæntaðum vinnarum og hendingum
Marita á Rógvi
Í fimmannafarsróðrinum við
dreingjum fingu vit aftur
nýggjan vinnara, tá Fípan
Fagra fekk stavnin fram um
Blik. Minni enn eitt sekund
skilti bátarnar, tá ið máldóm
arin lat skotið av.
Í fimmannafarsróðrinum
við gentum kom eisini nýggj
ur vinnari undan kavi. Silja
úr Fuglafirði tók øll á bóli
og legði Drekan aftur um
seg við meira enn einum
sekundi. Tað sermerkta við
hesum róðrinum var, at
tvey reyð kort vórðu drigin
úr lummanum hjá høvuðs
dómaranum og latin Bliki og
Spógvanum.
Seksmannafarsróðurin
við monnum fekk eisini
nýggjan vinnara. Tað var
Hvessingur, sum róði ein
sannførandi róður.
Tann mest spennandi róð
urin hendan dagin var átta
mannafarsróðurin. Knørrur
megnaði í evstu løtu at fáa
rongina fram um Kvívíking,
og munurin var bert 3/25
partar, tá ið bátarnir komu á
mál. Knørrur steðgaði harvið
sigursrøðini hjá Kvívíkingi.
Við
hesum
úrslitum
í huga kann hugsast, at
Fjarðastevna fer at borðreiða
við fleiri spennandi róðrum.
Fjarðastevna
5. mf dreingir:
Kappingin um gullkrónurnar
fer uttan iva at standa
millum
Blik
og
Fípuna
Føgru, eins og á undanfarnu
stevnum. Róðrarnir hava
verið tættir og spennandi, og
Fjarðastevnuróðurin verður
einki undantak. Hvør rakar
dagin?
5. mf gentur:
Róðurin er púra opin. Tríggir
ymiskir vinnarar seinastu
fýra
stevnuna
tala
fyri
einum sera spennandi róðri.
Drekin, Silja, Fípan Fagra
og Jallurin liggja framvið
gullinum.
5. mf kvinnur:
Tað tykist, eins og Havfrúgv
in er einasti bátur, ið kann
hótta Erlu Kongsdóttir. Á
Fjarðastevnu legst ein bátur
afturat flotanum, og tað er
Sílið úr Havnar róðrarfelag,.
Sílið kemur á stevnu við
royndari manning, ið hevur
róð motiónsróður í nakrar
vikur. Spurningurin er, um
Sílið kann gera tað nærum
ógjørliga – tað er sæð áður.
6. mf kvinnur:
Jarnbardur er í nógv betur
venjing enn hinir bátarnir.
Leygardagin luttekur Páll
Fangi við royndari manning.
Kann hann gera tað, sum
hinir bátarnir ikki hava
megnað?
6. mf menn:
Eins og við 5.mf gentum
og dreingjum, liggja fleiri
bátar framvið gullinum –
Jarnbardur,
Hvessingur,
Sølmundur og Páll Fangi.
Hetta verður avgjørt ein
spennandi róður, og tað
ber ikki til at spáða um ein
vinnara, tí tríggjar ymiskar
manningar hava vunnið, nú
fýra stevnur eru avgreiddar.
8. mf:
Áðrenn jóansøku hevði eg
mett, at Kvívíkingur fór at
vinna greitt á Fjarðastevnu.
Nú er sannføringin ikki
eins sterk, tí Knørrur tók øll
á bóli á jóansøku og vann
á
Kvívíkingi.
Kvívíkingur
hevur heimasjógv á Fjarða
stevnu, og tað kann vera
til fyrimuns fyri Kvívíking.
Vónandi verður róðurin eins
spennandi og á jóansøku, tá
minni enn ein rong var mill
um Knørr og Kvívíking.
10. mf:
Drekin Reyði hevur verið
sannførandi, og verður tað
eisini leygardagin. Tó legst
Vestmenningur
afturat
flotanum, og kann hann
hótta hinar bátarnar. Spenn
ingurin í hesum róðrinum
er ikki um, hvør fer at lyfta
steyp upp um høvd. Spenn
andi verður, hvør kemur á
mál sum nummar tvey og
trý.
post@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen