Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. juli 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Frakland hevur nógv at hevna Franska liðið, sum vann evropameistaraheitið í 1984, upplivdi at verða taparar í HM- hálvfinalunum í 1982 og í 1986. Í báðum førum varð talan um tap ímóti týskarunum, sum hesaferð eru mótstøðuliðið í fjórðingsfinaluni í HM-endaspælinum í Brasil Heri Simonsen Søga er ikki bara um søga, tá um landsliðsfótbólt ræð­ ur. Nú tað verður búgvið borð til eina væntandi, og vón­andi spennandi HM- fjórð­ings­finalu millum Frak­land og Týskland í HM-enda­spælinum í Brasil, fríggjadagin klokkan 17 verður nógv leitað aftur til áttati-árini, har týskararnir í tveimum førum brustu tær fronsku HM-vónirnar í tveim­um hálvfinalum. Hetta hendi ávikavist í HM-endaspælinum í Spania í 1982, og í HM-endaspælinum í Meksiko í 1986. Tá var talan um Vesturtýskland, men sigast má, at nú­ver­ andi Týskland byggir á vestur­týsku søguna, tí Eystur­týskland gjørdi lítlar skreytir, sum fótbóltstjóð. Ógloymandi hálvfinalan í 1982 Vit tilkomnu minnast ser­liga væl HM-endaspælið í 1982, tí talan varð um tað fyrsta HM- endaspælið, sum vit føroy­ ingar sóu í sjón­varp­inum. Vit sóu ongan dyst bein­leiðis, sum oftast var tað dagin eftir, at bondini við dyst­ unum komu heim, men fyri okkum, sum vóru á døgum tá á Føroya landi varð talan um tað reina luksus, bara at sleppa at síggja dystir frá HM-endaspælinum. Og eingin av okkum gloym­ir hálv­finaluna millum Frakland og Vesturtýskland á Ramón Sanchéz Pizjúan leik­vøllinum í Sevilla, Spania. Dysturin verður sagdur at verða ikki bara tann besti dysturin í HM-enda­spæl­ inum í 1982, men ein tann besti HM-dysturin nakran­ tíð. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1-1, og so kom tann ótrúliga longda leik­ tíðin, har Frakland legði seg á odda 3-1, men týskarum líkt, so komu teir afturíaftur, og javn­aðu til 3-3. Farið varð undir eina nerva­darrandi brots­sparks­kapping, sum Týsk­land vann 5-4, og har­við saml­að 8-7. Liðini skutu seks brots­ spørk hvør, og týskararnir vunnu eina av mongum brots­sparks­kappingum teir hava vunnið millum ár og dag. Kung Fu sparkið hjá Schumacher Ein mynd stendur serliga sterk í huganum, og tað er løtan, tá Harald »Toni« Schumacher í týska mál­ inum kom leypandi út úr málinum, og nærmast Kung Fu sparkaði Patrick Battiston hjá Fraklandi niður. Til­burð­ urin sæst á myndini. Av løgnum ávum varð Schumacher ikki vístur av vøll­inum fyri ófantaliga spark­ið? Núverandi UEFA- for­setin, Michel Platini varð við á franska liðnum, sum lið­skipari. Franska vónbrotið varð stórt, men tvey ár seinni fekk liðið endurreisn á heima­vølli, tá teir vunnu EM-enda­spælið í 1984. Aftur niðurtúrur í 1986 Nú hildu fraklendingar, at teir høvdu liðið, sum skuldi fara allan vegin í HM-enda­ spæl­inum í Meksiko í 1986. Aftur møttu teir týskar­unum í hálvfinaluni. Hesin dyst­ urin gjørdist ikki so minn­ iligur, sum tann í 1982, men talan gjørdist aftur um tann sama sigursharran. Vestur­ týsk­land vann 2-0 aftaná van­liga leiktíð. Týskarar taptu kortini finalurnar í bæði 1982 og í 1986, ímóti ávika­vist Italia í 1982 (1-3), og ímóti Argentina í 1986 (2- 3). Týskarar settu seg tó á trónuna í 1990 við einum 1-0 finalusigri á Argentina. Frakland mátti bíða til HM-endaspælið á heima­ vølli í 1998, áðrenn teir kundu lyfta tunga 24 karats gull­ lagda HM-steypinum. Men tað nívir stoltu frak­lendingar, at teirra framúr­skarandi lið í 1980- unum bleiv bremsað av tí vesturtýsku maskinuni. Nú skal hetta hevnast í fjórð­ ings­finaluni hesaferð. Vinn­ ur Týskland hin­vegin, so er franska týskara­kom­pleksið fullkomið. heris@sosialurin.fo »Kung Fu sparkið« hjá týska málverjanum, Harald Schumacher, á Patrick Battiston hjá Fraklandi fótbóltur