hósdagur 3. juli 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 4. juli 2014 · Nr. 75
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
HB var mikukvøldið partur
av 1-1 javnleiki suðuri í
Gibraltar.
Mótstøðuliðið
var Lincoln, sum var fyrsta
umboð
hjá
Gibraltar
í
europeiskari
liðkapping
nakrantíð. Tað gekk betri
hjá Lincoln, enn tað gjørdi,
tá ið føroyskt lið fyri fyrstu
ferð royndi seg í europeisku
meistarakappingini. Tað var
fyri 22 árum síðani, tá ið KÍ
á heimavølli tapti 3-1 ímóti
Skonto Riga.
Úrslitið mikukvøldið ber
við sær, at vánirnar hjá HB
at spæla seg víðari í kapp
ingini mugu metast at vera
hampuliga góðar. Tað var
týdningarmikið ikki at tapa,
og tað var sera týdningar
mikið hjá HB, at tað eydn
aðist at skjóta mál á útivølli.
Lincoln legði seg framum
í 18. minutti við brotssparki.
HB hevði yvirvág tað
mesta av tíðini, hóast leik
liga avrikið ikki var heilt
sannførandi. Í fleiri førum
vóru sendingarnar ikki nóg
neyvar, og tað bar møgu
leikar fyri skjótum mótálop
um við sær hjá heimaliðnum,
sum fyri tað mesta hevði
nógv fólk aftarlaga á vøll
inum.
Men tað var lítil broddur
í álopsspælinum hjá Lincoln,
og tað var heldur ikki so nógv
tyngd í álopunum hjá HB.
Eftir steðgin var HB greitt
omaná, og tá ið tað restaðu
tjúgu minuttir eydnaðist tað
at javna. Málskjútti var Levi
Hanssen, sum í útgangsstøðu
í kvøld var fremsti maður
í høgru. Eftir skjótt álop
og sending frá Kristini R.
Mouritsen, sum var fremstur
í vinstru, setti Levi Hanssen
bóltin í heimamálið.
Fram ímóti dystarenda
kendust heimamenninir ikki
sørt frustreraðir. Teir gjørdu
nógv fríspørk og sóu tríggjar
ferðir gula kortið. Alex José
dos Santos, sum mikukvøldið
var vongverji í vinstru, var
einasti HB spælarin, sum sá
gult.
Um eina viku verður av
gjørt á Tórsvølli, um tað verð
ur HB ella Lincoln, sum skal
spæla í øðrum innleiðandi
umfari í europeisku meist
arakappingini.
joannes@sosialurin.fo
fótbóltur
Vit áttu at vunnið dystin
HB hevur kós
longri út í Europa
HB spældi mikukvøldið javnleik á útivølli móti Lincoln FC í Gibraltar. Javnleikurin og
serliga málið á útivølli ger tað, at møguleikin hjá HB at koma víðari er góður
Tað sigur málskjúttin á HB liðnum, Levi Hanssen, sum
mikukvøldið skoraði sítt 4 mál í Champions League fótbólti
André Olsen
HB spældi mikukvøldið
1-1 á útivølli móti Lincoln
FC úr Gibraltar. Stóran
part av dystinum var HB
aftanfyri, men 20 minuttir
fyri leiklok javnaði Levi
Hanssen fyri HB. Hetta var
samstundis eisini tað sætta
málið hjá Levi Hanssen
í
evropeiskum
fótbólti.
Áður hevur hann skotið
2 mál í Europa League og
nú
4
í
Champions
League.
Levi Hanssen sigur at
teir í HB sita eftir við einari
kenslu av, at teir kundu
havt vunnið dystin.
– Vit sita eftir við eini
kenslu av, at vit áttu at
vunnið dystin. Vit høvdu
fleiri stórar møguleikar
og høvdu bóltin størsta
partin av dystinum. Serliga
í seinna hálvleiki vóru vit
omaná.
– Men tá tú hugsar um,
hvussu seint vit skorað
tað útjavnandi málið í
dystinum, kunnu vit loyva
okkum at vera nøgdir.
Hava góðar vónir
til seinna dystin
Levi Hanssen hevur góðar
vónir um, at HB kann
leika seg víðari, tá liðini
aftur møtast á Tórsvølli í
komandi viku.
– Nú kenna vit betur
mótstøðuliðið og kunnu
fyrireika
okkum
betur.
Tað kemur at vera ein
fyrimunur hjá okkum at
spæla á heimavølli og eg
haldi at vit hava góðan
møguleika fyri at spæla
okkum
víðari
í
næstu
rundu.
Seinni
dysturin
millum HB og Lincoln FC
verður leiktur á Tórsvølli
týskvøldið 8. juli.
andre@sosialurin.fo
Myndir: Turið Láadal Sejersdóttir / www.hb.fo