hósdagur 3. juli 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 4. juli 2014
4
VIKUSKIFTI
úr Rituvík
Rituvík er ein lítil lítil bygd í Føroyum, men hon hevur fostrað
tríggjar toppskjúttar í føroyskum mansfótbólti í hesi øldini. Klæmint
A. Olsen og beiggjarnar Helgi L. Petersen og Sonni L. Petersen
Fótbóltur
Tróndur Arge
trondur@sosialurin.fo
Tað búgva áleið 250 fólk í Rituvík. Tað
svarar til áleið eitt hálvt prosent av
Føroya fólki. Hetta hálva prosentið av
fólki, sum býr í eini vík fyri endan á
eystara armi á Skálafjørðinum, hevur
fostrað tríggjar toppskjúttar í før
oyskum fótbólti í hesi øldini.
Í 2001 bleiv Helgi L. Petersen topp
skjútti, tá hann og GÍ vunnu silvur. Í 2004
fylgdi Sonni L. Petersen beiggjanum
sínum og vann somuleiðis gullskógvin.
Hetta var fyri EB/Streym, sum akkurát
ikki rakk heiðursmerkjunum hetta árið.
Í fjør stóð so aftur ein rituvíkingur
ovast á toppskjúttarlistanum. Hesa ferð
var tað Klæmint A. Olsen, sum gjørdist
toppskjútti fyri NSÍ. Hann er í løtuni
greiður toppskjútti í landskappingini.
Eitt hálvt prosent av Føroya fólki
hevur sostatt fostrað yvir tjúgu prosent
av toppskjúttunum í føroyskum fótbólti
í 21. øld.
Skúlin karmur
um málskjóting
Tað er ongin ivi um, hvør loynidómurin
handan toppskjúttarnar úr Rituvík er.
Boðini eru at møta á staðnum, har evn
ini og eginleikin at skjóta mál hava
sínar røtur.
Talan er um asfaltvøllin á skúlanum
við Stórá í Rituvík. Í dag er vøllurin
minkaður niður í helvt, so pláss er fyri
øðrum aktivitetum, men leivdirnar
frá gamla vøllinum eru at síggja á
asfaltinum. Miðringurin er framvegis
sjónligur á spæliplássinum, tó illa slitin.
Nú er vøllurin innhegnaður, meðan
benkur og annað er at síggja á tí, sum
fyrr bara var ein fótbóltsvøllur.
Í dag verður vøllurin í minni mun
brúktur av komandi ættarliðnum, tí
nýggjur vøllur við graslíki er á spæli
plássinum, sum bleiv bygt fyri nøkrum
árum síðani, bara einar hundrað metrar
frá skúlanum.
Sostatt eru umstøðurnar betri í dag
hjá komandi gullskógvu vinnarunum,
um Rituvík heldur fram við at framleiða
lutfalsliga líka nógvar toppskjúttar.
Túsundtals tímar
á asfaltinum
Felags fyri allar, tá spurt verður um
orsøkina til, at heilir tríggir toppskjúttar
koma úr Rituvík, er, at teir vísa til teir
nógvu tímarnar, sum teir hava sparkað
á vøllinum í skúlanum.
– Eg haldi ikki, tað er nakar bein
leiðis loynidómur annað enn, at vit
altíð hava sparkað nógv, sigur Sonni
L. Petersen og leggur afturat, at Ritvík
er ein endastatión, har tað ikki hevur
verið so nógv annað enn fótbóltur á
skránni.
– Vit súkklaðu kanska kapp onkun
tíð, men annars gjørdu vit einki annað
enn at spæla fótbólt, greiðir Sonni frá,
meðan Helgi og Klæmint nikka játt
andi.
Tey flestu munnu minast óskipaða
spælið frá barnaárunum. Í so máta var
fótbólturin í skúlanum í Rituvík onki
undantak.
– Eg minnist tað bara sum óspilt
fótbóltsspæl. Tað var ongin, sum
skipaði fyri. Teir bestu valdu, og tað
var tað, sigur Helgi L. Petersen.
– Tað bleiv spælt líka til midnátt, so
komu foreldrini eftir okkum og fingu
hálað okkum heim við ein tíma ella
tveir seinni. Eg minnist eisini hvussu
stævið tað var at bíða í kirkjutíð, tí tá
mátti ongin sparka, greiðir Helgi L.
Petersen frá.
Tað var ikki altíð lætt at sleppa upp
í part, tá størri dreingirnir spældu, men
Sonni og Helgi høvdu góð ráð fyri tí.
– Eg fann skjótt útav, at tað var
Toppskjúttarnir
NSÍ liðskiparin, Klæmint A. Olsen, er toppskjútti í Effo-deildini í higartil