hósdagur 3. juli 2014síða 37
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 4. juli 2014
5
smart at bjóða seg fram sum málverja.
Hinir tímdu ikki at standa í mál, so
eg keypti mær málmanshandskar, og
soleiðis slapp eg upp í part fyrstu árini,
greiðir Sonni frá.
Eisini Helgi hevði funnið eina máta
at sleppa inn í hitan.
– So leingi tú eigur bóltin, so sleppur
tú upp í part. Tað fann eg eisini útav og
fekk mammu at keypa mær besta bóltin
á marknaðinum. So slapp eg altíð upp í
part, sigur Helgi, sum mangan spældi
við dreingjum, sum vóru nøkur ár eldri
enn hann og Sonni.
Stóru fyrimyndirnar vóru Ian
Højgaard og Bogi Olsen, sum vóru
nøkur ár eldri. Av ymsum orsøkum
hava teir ikki sett so týðulig spor í
føroyska fótbóltsheiminum, men fyri
Helga og Sonna høvdu teir stóran
týdning.
– Eg minnist, tá vit skuldu yvir
til handilin, sum var í bygdini tá. Ian
jungleraði við bóltinum allan vegin til
handlin og aftur á vøllin. Tað var einki
fyri hjá honum, greiðir Sonni frá.
Helgi minnist aftur á aðra hending,
tá keypast skuldi í handlinum.
– Vit høvdu ikki tíð, so onkur av
teimum yngru var sendur at keypa. Eg
skuldi hava eina appilsin. Hesin fekk av
at vita, tá hann kom við eini appilsin, tí
tað var sjálvandi ein appilsin sodavatn
eg skuldi hava, fortelur Helgi, meðan
teir tríggir verða avmyndaðir við hvør
sínum gullskógvi í hondini.
Ongin at spæla til
Meðan Helgi og Sonni vóru partur
ungdómslívi í Rituvík, har tað mangan
vóru yvir tjúgu spælarar, so var støðan
øðrvísi hjá Klæminti.
– Vit vóru eisini altíð á vøllinum her,
men vit vóru ikki so nógvir. Tað vóru
ikki so nógvir at spæla til, so tað vit
skutu bara upp á mál. Kanska tað er ein
partur av forkláringini hjá mær, sigur
Klæmint, ið gjørdist toppskjútti við NSÍ
farna kappingarár.
Søgan hjá Klæminti er annars tann
sama. Tað eru tímarnir á vøllinum við
bóltinum, sum er loynidómurin handan
væl eydnaðu málnøsina.
Klæmint er í dag 23 ára gamal og
tískil væl yngri enn bæði Helgi og
Sonni, sum eru avikavist 36 ár og 33 ár.
– Eg minnist væl, tá Helgi og Sonni
og hinir plagdu at spæla her. Í so máta
eru teir fyrimyndirnar hjá mær. Tað var
eisini ein tíð, har spælarar sum Eyð
stein Skipanes, Jónstein Petersen og
Kári Hansen búðu í Rituvík og spældu
við NSÍ. So tað vóru spælarar, sum tú
hevði eyguni eftir, greiðir Klæmint frá.
Men søgan hevur sama reyða trá,
sum hjá Helga og Sonna. Tað eru teir
nógvu tímarnir, sum eru brúktir á vøll
inum.
– Vit vóru altíð á vøllinum. Tað
hendi seg, at tú fórt í ánna ein túr um
tað bleiv ov heitt, men so var tað aftur
á vøllin, sigur Klæmint, sum í fjør bleiv
toppskjútti í føroysku kappingin við 21
málum.
Helgi og Sonni fáa ikki møguleikan
at vinna ein gullskógv afturat, men fyri
Klæmint er øðrvísi út. Hann er bara 23
ára gamal og er í løtuni toppskjútti í
føroysku kappingini.
– Eg ætli mær at vinna ein gullskógv
afturat. Og hann skal verða flottari
enn hesin, sigur Klæmint smílandi og
vísir til, at gullskógvarnir hjá Helga og
Sonna eru vakrari at líta á enn hansara.
Klæmint hevur sum ungur longu
fingið ábyrgdina sum liðskipari hjá
NSÍ.
Framtíðin eisini bjørt
Umframt Klæmint, sum framvegis
hevur fleiri góð ár eftir sum fótbólts
spælari, tykist menningin av góðum
fótbóltsspælarum í Rituvík at standa
við. Hóast ongin er á vøllinum hendan
mikudagin, er gott lagt í fleiri av teim
um yngru í bygdini.
Hetta kom millum annað til sjóndar,
tá Sosialurin fyrst í apríl kundi fortelja
søguna um níggju ára gamla Marjus
Nón. Hann hevði staðið seg so væl
til úrvalsvenjing í samband við NM
kapping, at bæði Manchester United
og Bayern Munchen vísti rituvíkingum
áhuga.
– Uttan stuðul frá foreldrunum
høvdu vit ikki komið so langt. Tað hev
ur ótrúliga stóran týdning at fáa stuðul
heimanfrá, tá tú ert ungur. Tað hevur
verið tilfeldið hjá okkum trimum, sigur
Helgi.
Tað er einki í vatninum í Rituvík,
sum gevur spæalrunum harfrá serlig
evni, men hinvegin hart arbeiði,
nógvir tímar á vøllinum og stuðul frá
baklandinum, sum er loyndidómurin
handan toppskjúttarnar úr Rituvík.
mynd: Álvur Haraldsen
Helgi L. Petersen
Sonni L. Petersen