hósdagur 3. juli 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 4. juli 2014
6
VIKUSKIFTI
Helgi
Lamhauge
Petersen
Føddur: 5. apríl 1978
Starv: Tryggingarfelagið Føroyar
og hjálparvenjari hjá NSÍ
Gullskógvin: Í 2001 fyri GÍ
– 19 mál í 18 dystum
Feløg: NSÍ, GÍ, B36, ÍF, Fram og FC Hoyvík
Dystir og mál í bestu deildini: 194/52
Í 2001 spælir Helgi L. Petersen við GÍ. Hann er
koyrdur troyttur í NSÍ og skiftir til GÍ. Lands
kappingin byrjar væl, og GÍ skúgvar alla mót
støðu til viks. Aftaná 12 umfør hevur GÍ bara
mist stig í einum dysti. Hegi skorar mál í sjey
teimum fyrstu dystunum. GÍ klárar tú ikki at
halda B36 aftanfyri seg, sum vinnur FM.
– Eg fekk góða hjálp frá einum góðum liði.
Serliga Henning Janskor og Rúni Justinussen vóru
drúgvir á vengrunum, meðan Poul Ennigarð gekk
á odda í verjuni, greiðir Helgi L. Petersen frá.
Samanlagt blívur tað til 19 mál í 18 dystum,
men merkisvert er, at um Helgi L. Petersen hevði
tikið brotsspørkini tað árið, so kundi hann tikið
metið hjá Una Arge og Súna Fríða Barbá, sum er
24 mál.
Sonni
Lamhauge
Petersen
Føddur: 4. novembur 1980
Starv: Tryggingarfelagið Føroyar
Gullskógvin: Í 2004 fyri EB/Streym
– 13 mál í 18 dystum
Feløg: NSÍ og EB/Streymur
Dystir og mál í bestu deildini: 149/39
Tað er trongt við spæltíð í álopinum hjá NSÍ fyrst
í hesi øldini, og tí velur Sonni at royna eydnuna
í EB/Streymi, sum er fari at røra upp á seg í
føroyskum fótbólti. Tað eydnast væl og felagið
er við í stríðnum um heiðursmerki líka til seinasta
umfar.
– Eg minnist longu miðskeiðis í kappingini, at
Sorin Anghel letur meg skjóta brotsspark og
sigur, at eg skal blíva toppskjútti. Marni Djurhuus
tekur eisini kredit fyri, at eg bleiv topskjútti, tí
hann eina ferð spældi upp á tvørs til mín, sigur
Sonni brosandi. Eisini Helgi hevur nakað at leggja
afturat. Í seinasta umfarinum er Sonni í kapping
við Rógva Jacobsen um gullskógvin. HB og Rógvi
eru á vitjan í Runavík. Móti endanum av dystinum
verður lagt nógv fyri at steðga Rógva.
– Eg segði við tann, sum dekkaði Rógva, at nú
taki eg yvir. Og so skuldi Rógvi bara ikki skora, tí
lítlibeiggi skuldi eisini hava ein gullskógv. Eg vildi
heldur hava tveir gullskógvar í familjuna enn ein,
sigur Helgi.
Klæmint
Andrasson
Olsen
Føddur: 17. juli 1990
Starv: TN Bygging
Gullskógvin: Í 2013 fyri NSÍ – 21 mál í 26
dystum
Feløg: NSÍ
Dystir og mál í bestu deildini: 154/81
Tað eydnaðist akkurát ikki Klæminti A. Olsen
og hinum í NSÍ at vinna sær luttøku í Evropa
í 2013. Kappingarárið eydnaðist annars
bara væl og felagið bleiv nummar fýra í
landskappingini. Ein av høvðusorsøkunum
var máltevið hjá Klæminti, sum tó hevði ein
langan málturk mitt í kappingini. Tá farið var í
holt við seinasta triðingin, hevði Klæmint bara
skotið seks mál.
– Tá væntaði eg als ikki at blíva toppskjútti,
men so glapp, og tað var bara stuttligt, at eg
skuldi enda ovast og fáa gullskógvin, sigur
Klæmint.
Millum annað skoraði hann fýra mál móti KÍ
og trý móti 07 Vestur. Í seinasta umfarinum
var hann í harðari kapping við Páll Andrasson
Klettskarð úr KÍ. Men við tveimum málum í 4-2
sigrinum á HB tryggjaði liðskiparin hjá NSÍ sær
gullskógvin.
myndir: Álvur Haraldsen