hósdagur 3. juli 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 4. juli 2014
7
Savnsmarathon í Suðuroy
Á sumri ber til at fara savnsmaraton í Suðuroyni; í oynni eru søvn úr suðri í norð og eru tey øll
ymisk og geva tískil eina fjøltáttaði uppliving. Hvørt savn hevur sína søgu, m.a. ber til at læra
um lokala bygdarsøgu í Porkeri á Tvøroyri, skoða vøkru verkini hjá Ruth Smith á savninum,
ið ber hennara navn, Gallarí Oyggin bjóðar eitt sjónarhorn av nútímans list, Sluppsavnið í
Vági sigur frá gomlum døgum, um sjólívið og menniskjalagnur og sansa stóra fuglalívið á
Fuglasavninum í Sumba. Arbeiðið handan søvnini er alt sjálvboðið og sum vitjandi verður upp
living ríkari, tí her fær tú eisini høvið at møta teimum lokalu suðringunum, sum við eldhuga
hava uppbyggt og leggja nógva orku í frásøgn og vísa á viljan og verkið handan søgurnar.
Fá meira at vita á Kunningarstovunum í Suðuroy
Vitjan á
Kallsoynni
– Gongutúrur
út á Kallin
Náttúruljóðini eru einastandandi,
fuglarnir og havið, einki annað. Tá
ið komið er aftur til bygdina, verður
vitjað í smiðjuni á Trøllanesi. síðan
verður farið aftur í bussin og til
mikladals, har greitt verður frá søgnini
um kópakonuna, einari av mongu
søgnunum í Kalsoynni. Eftir túrin bíðar
ein góð máltíð á Húsum.
Fá meir at vita
á Norðoya Kunningarstovu
Síging og rapelling á Sandoy
Nú er møguleiki fyri at síga í 300 metra hædd í Lonini vestan fyri á sandoynni. Fyri tey, ið koma
norðanífrá, verður skipað fyri busssambandi úr skopun til søltuvíkar og aftur, so bilurin kann
standa eftir á Gomlurætt. Bílegging á Sandoyar Kunningarstovu. Har fæst eisini meira at vita
um túrin, tíðspunkt, prís, torleika og ferðaætlan.
Fá meir at vita á Sandoyar Kunningarstovu
Upplivingar
til sjós –
á Streymoynni
Streymoyggin bjóðar alt frá
rutsjibanatúrum við skjóttgangandi báti
og fuglalívi í Vestmanna bjørgunum til
slupptúrar við Norðlýsinum og fiskitúrar,
ið alt setur dám á summarupplivingarnar.
Norðlýsið siglir túrar í fjørðinum og
til Klæmintsgjógv í Hesti, har konsert
er í hellinum. Í Vest manna upplivir tú
náttúruna heilt nær og fært veruliga
kensluna av, hvussu stórsligin náttúran
er undir Vestmannabjørgunum. Og
við skjóttgangandi bátinum, við
fráferð úr Vágsbotni, er tað sum ein
rutsjibanauppliving við nógvari ferð – ein
sterk uppliving, ið ikki er fyri veikar sálir.
Fá meir at vita
á Visit Tórshavn
Gongutúrur til Gásadals
Gásadalur er seinasta bygd í Føroyum sum hevur fingið vegasamband. Bergholdið lat alment upp fyri ferðslu í januar 2007. Farið verður til gomlu bygdagøtuna uttanfyri Bø, har gongutúrurin
um fjallið byrjar. Gøtan er brøtt og tung at byrja við, men lætnar munandi, so skjótt komið er upp um fyrstu brekkuna. Á vegnum steðga vit við Líkstein, har hvílt varð, tá líkkistur vórðu bornar til
Bíggjar, tí eingin kirkjugarður var í Gásadali. Longri uppi er Keldan Vívd, har vígt vatn er í, sum søgnin sigur gevur ævigan ungdóm, um drukkið verður úr henni. Vit koma fram við Risasporinum og
njóta vakra útsýnið yvir Tindhólm, Drangarnar og Mykines, áðrenn vit koma í Skarðið og síggja tann vakrar Gásadal. Gøtan oman í Dalin er brøtt, og tí er avgjørt ein fyrimunur at hava stav. Túrurin
tekur umleið 3 tímar.
Fá meir at vita á Vága Kunningarstovu
Ferðast
í Føroyum
Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg