hósdagur 3. juli 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 75 · 4. juli 2014
8
VIKUSKIFTI
fyri lívið
– Fleiri fólk hugsaðu sítt, tá eg fortaldi, at eg skuldi súkkla til París,
og eg má viðganga, at tað hava verið løtur, har eg sjálvur havi ivast,
um eg fór at klára tað. Nú eri eg vísur í, at eg klári túrin, og at eg
fari at fáa eina uppliving fyri lívið. Tað sigur Niels Mortensen, sum
er ein av teimum 35 súkklarunum á Team Rynkeby Føroyar liðnum
Team Rynkeby
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Umleið 1200 kilometrar á súkklu
úr Føroyum til París. Soleiðis fara
dagarnir fram til fríggjadagin 11. juli
at síggja út hjá 47 ára gamla Niels
Mortensen og 34 øðrum súkklarum,
sum mannað føroyska Team Rynkeby
liðið. Hósdagin byrjaði tann sjey daga
langa ferðin, sum súkklararnir hava
vant fram ímóti í meir enn hálvt ár.
– Eg gleði meg til at standa í París
og vita, at vit hava verið við til at hjálpa
krabbameinsraktum børnum og teirra
nærmastu. Persónliga verður tað eisini
onkursvegna ein kensla av, at eg havi
gjørt eitt lítið bragd, tí bæði venjingin
upp til túrin og túrurin sjálvur er ikki
bara bara, sigur Niels Mortensen.
Í sveittabroti til Kaldbak
Longu áðrenn tað varð greitt, at eitt
føroyskt súkklulið skuldi luttaka í
Team Rynkeby átakinum, hevði Niels
Mortensen gjørt av, at hann vildi súkkla
til París og samstundis stuðla børnum
við krabbameini.
– Í roynd og veru hevði eg meldað
meg til at súkkla við einum donskum
Team Rynkeby liði, men tá eitt føroyskt
so bleiv stovnað, valdi eg alt fyri eitt at
melda til har. Eg luttaki fyrst og fremst
fyri at kunna vera við til at savna pengar
inn til hesi sjúku børnini, foreldur teirra
og systkini. Harnæst er hetta eisini gott
fyri meg, tí eg havi jú vant rættiliga
nógv seinastu mánaðirnar og havi
merkt, hvussu stóra ávirkan rørsla
hevur á meg og mín gerandisdag, sigur
Niels Mortensen, sum hóast ikki heilt
ókendur við venjing minnist aftur á
fyrstu súkklutúrarnar sum ógvuliga
strævnar.
– Tá eg fór fyrsta túrin við gulu
súkkluni til Kaldbak, var hjartað nærm
ast uppi í hálsinum, og pulsurin var alt
ov høgur. Tá hugsaði eg við mær sjálv
um, um eg nakrantíð fór at megna at
gjøgnumføra allar venjingarnar, sum
skuldu til, og ikki minst um eg yvir
høvur fór at klára túrin til París, fortelur
Niels Mortensen og heldur fram:
– Men jú fleiri túrar, eg gjørdi,
minni blivu steðgirnir á hvørjum túri,
og eg føldi rættiliga skjótt, at tað gekk
rætta vegin við konditiónini. Tá eg so
kundi súkkla um til dømis Eiðisskarð
uttan at halda nakran steðg, tá tordi eg
at hugsa, at hetta her skal eg nokk fara
at klára, sigur Niels Mortensen.
Kroniskt ringa samvitsku
Niels Mortensen dylir ikki fyri, at tað
mangan hevur verið torført at finna tíð
til súkklutúrarnir, av tí at hann rættiliga
ofta er uttanlands í arbeiðsørindum.
– Arbeiði fyllir nógv, eg eri nógv
uttanlands og
eri lítið heima.
Afturat hesum
havi eg so
skula funnið
nógvar tímar
hvørja viku til
súkklingina, og
tað hevur verið
ein kabal, ið
ikki altíð hev
ur verið heilt løtt at fáa at ganga upp,
sigur Niels Mortensen og vísir á, at
tað ikki hevði verið gjørligt hjá sær at
luttikið í hesi verkætlanini uttan tann
góða stuðulin frá baklandinum.
– Onkursvegna hevur mann gingið
við kroniskari ringari samvitsku. Tað er
sum at ganga í skúla og ikki gera lektiir.
Hetta her við at mann kann altíð súkkla
meir hevur nokk verið tað tyngsta fyri
meg, greiðir Niels Mortensen frá, sum
seinasta hálvanannað mánaðin hevur
vant rættiliga miðvíst við súkklingini.
– Eg havi als ikki verið uttanlands
í eini seks vikur, tí eg havi hugsavnað
meg hundrað prosent um at kunna
súkkla teir túrarnir, sum eg haldi eru
neyðugir fyri at klára ferðina til París,
sigur Niels Mortensen.
Beint áðrenn føroyska liðið fór
avstað hósdagin vísti kilometurvísarin
á súkkluni hjá Niels, at hann hevur
lagt okkurt um 4300 kilometrar aftur
um brekku seinastu mánaðirnar. Og tað
er hann væl nøgdur við.
– Tey siga, at súkklararnir skulu
helst hava súkklað 2000 kilometrar,
áðrenn sjálvan túrin til París, so í so
máta stendur væl til hjá mær. Sum
heild haldi eg, at alt tað føroyska liðið
hevur verið íðið, og tey flestu hava
súkklað væl oman fyri hasar 2000 kilo
metrarnar, sigur Niels Mortensen.
Størri yvirskot
Hóast tað serliga at byrja við var
strævið at skula út at súkkla á føroysku
vegunum í øllum veðri, heldur Niels
Mortensen, at súkklingin nærmast er
blivin ein vani fyri seg nú. Ein góður
vani, hann ætlar sær at halda fram við,
tá túrurin til París er komin at enda.
– Eg havi í
nøkur ár íðkað
fitness
eini
tvær ferðir um
vikuna, men
nú havi eg
súkklað fleiri
ferðir
um
vikuna. Tað, at
eg havi vitað,
at eg skuldi
súkkla til París, hevur tvungið meg
at vant, og harvið haldi eg, at eg líka
sum havi vant meg við at venja fleiri
ferðir um vikuna. Vónandi er venjing
in blivin ein nattúrligur partur av ger
andisdegnum, men nú fáa vit at síggja,
hvussu tað verður, tá eg komi heim
aftur, sigur Niels Mortensen, flennir og
leggur afturat:
– Higartil eri eg lætnaður 12 kilo,
og eg kundi hugsað mær at fingið fleiri
kilo av, men eg veit ikki, mann hevur
tað ov gott, sigur Niels Mortensen, sum
ikki hevur gjørt stórvegis broytingar í
kostvanunum, síðani hann fór at venja
við Team Rynkeby Føroyar.
– Eg havi als ikki hugsað um matin,
og spyrt tú konuna, so havi eg ongantíð
etið so nógv sum akkurát nú. Eg kundi
hugsað mær, at eg át eitt sindur minni,
so eg var lætnaður enn meir, men eg
havi simpilthen ikki tímað at sett hart
inn við kostinum. Fyri meg snýr henda
verkætlanin seg um at savna pengar
inn, at mann er sosialur, og ikki minst
skal tað vera eitt sindur stuttligt, greiðir
Niels Mortensen frá.
At súkklingin hevur havt eina posi
tiva ávirkan á seg, er Niels Mortensen
als ikki í iva um.
– Eg føli meg nógv betur fyri sum
heild. Gangi trappur uttan trupulleikar,
og pulsurin fer sjáldan upp, uttan so eg
súkkli. Tað skal nógv meira til, áðrenn
eg fari at sveitta og kenni meg troytt
an. Eisini í arbeiðslívinum merki eg,
at eg havi nógv meira orku og størri
yvirskot í gerandisdegnum, sigur Niels
Mortensen.
Glaður fyri upplivingina
Gongur súkklutúrurin hjá føroyska
ferðalagnum úr Føroyum til Paris sum
ætlað, kunnu teir 35 súkklararnir vænta
at standa í franska høvuðsstaðnum
fríggjadagin tann 11.juli. Ein løta, sum
Niels Mortensen gleðir seg til.
– Eg rokni við, at eg komi at standa
har við eini kenslu, sum als ikki ber til
at lýsa. Tað verður ivlaleyst fantastiskt,
sigur Niels Mortensen, sum longu
áðrenn sjálvan túrin, fegnast um
súkkluævintýrið.
– Eitt er, at eg merki, at eg eri blivin
nógv betur fyri av hesi súkklingini, men
tað, at mann samstundis kann hjálpa,
haldi eg, er ein ótrúliga góð kensla.
Tað var serliga seinasta vikuskiftið, tá
vit súkklaðu í Suðuroy, at tað av álv
ara gekk upp fyri mær, hvussu stóran
týdning henda verkætlanin hevur. Í
Suðuroy hittu vit tvey børn, sum eru
sjúk av krabbamein, og tað var nakað,
sum rørdi meg ómetaliga nógv og fekk
meg at hugsa um, hvussu gott tað er, at
vit á henda hátt kunnu stuðla krabba
meinsraktum børnum og familjum
teirra, sigur Niels Mortensen, sum um
framt nógvar góðar upplivingar eisini
hevur knýtt serlig vinarbond.
– Eri púra vísur í, at eg havi fingið
nøkur vinfólk fyri lívið. Tað hevur verið
ótrúliga stuttligt at læra hesi ymsu fólk
ini at kenna. Eg helt frammanundan
at tey vóru so og so, men nú havi eg
lært tey at kenna upp á ein heilt annan
máta. Tað hevði eg á ongan hátt viljað
verið fyri uttan, sigur Niels Mortensen.
Ein uppliving
myndir: sigmar mørkøre