mánadagur 7. juli 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. juli 2014 · Nr. 76
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
Í gjár vóru 200 blómur
lagdar á støð kring landið,
har fólk eru farin í ferðsluni.
Hetta var í samandi við
minningardagin fyri tey,
sum farin eru í ferðsluni,
sum hevur verið hildin
síðani 2000. Hesaferð var
gjørtt eitt sindur meira
burturúr, og í SMS hevði
Ferðslutrygd
saman
við
Tryggingarfelagnum
Før
oyar eina sermerkta og
hugtakandi
framsýning.
Á torginum vórðu sett 281
pør av ymsum skóm at
minnast tey 281, sum farin
eru í ferðsluni hesi 86 árini,
ferðsluvanlukkur í Føroyum
hava kostað mannalív.
Síðani seinasta minning
ardag eru níggju fólk farin í
ferðsluni, ein kvinna og átta
menn.
Hóast
alt
er
ov
nógv, tá fólk doyggja í
ferðsluvanlukku, so er talið
níggju sera høgt sammett
við okkara grannalond – og
sammet við talið seinastu
árini í Føroyum.
Ferðslutrygd sigur í síni
áheitan, at tú kanst geva
títt íkast, so talið 281 ikki
veksur:
•
Halt hámarksferðina
•
Nýt trygdarbelti
•
Drek ikki rúsdrekka, tá tú
skalt koyra
•
Hugsavna teg um at
koyra, tá tú situr handan
róðrið
281 pør av skóm í SMS
202 menn og 79 kvinnur, har av 100 vóru børn
og ung undir 18 ár. Tað eru tey, sum farin eru í
ferðsluni í Føroyum, sum fyrsta ferðsluvanlukkan
kravdi mannalív tann 2. september í 1928
Fríggjakvøldið 25. juli fer
kendi norski rithøvundurin,
Åsne Seierstad, at greiða frá
nýggjari bók um hópdrápini
á oynni Utøya í Noregi
tann 22. juli í 2011. Norður
landahúsið verður karmur
um tiltakið, sum ber heitið
“Ein av okkum”, nú trý ár
eru liðin, síðani Anders
Behring Breivik drap til
samans 77 fólk í størsta
álopinum á Noreg í friðar
tíð. Í nýggju bókini “En av
oss” viðger høvundurin m.a.
gerningsmannin,
offrini,
morðini á Utøya, ivasama
leiklutin hjá myndugleik
unum, politiska eftirspælið,
sosialan arv og hvussu vit
sum menniskju og samfeløg
reagera, tá óndskapurin rak
ar.
Eftir altjóða bestseljarar
sum “Boghandleren i Kabul”
og
“Englen
i
Groznyj”
(donsku heitini) er “En
av oss” tann fyrsta hjá
Seierstad um heimlandið
Noreg.
Sum
krígskorre
spondentur hevur hon í
mong ár rapporterað frá
heimsins
brennideplum,
t.d. Irak, Serbia, Tjetjenia
og Afganistan, og hennara
bøkur eru umsettar til
fleiri enn 40 ymisk mál og
ognað henni fleiri altjóða
virðislønir. Hon dekkaði
rættarmálið ímóti Breivik
fyri kenda bretska tíðar
ritið Newsweek, og í Norð
urlandahúsinum fer hon at
hugleiða um teir spurningar,
sum Noreg og umheimurin
hava roynt at greina síðani
ræðuligu vanlukkuna fyri
trimum árum síðani: hvør
er Anders Behring Breivik?
Hvat fekk ein mann, sum
er føddur og uppvaksin í
Noregi, at myrða 77 fólk?
Hvørji
mistøk
gjørdu
myndugleikarnir?
Kundi
hann
verið
steðgaður?
Hvørjar politiskar avleið
ingar hevur sorgarleikurin
havt? Og hvussu hevur
vanlukkan broytt Noreg og
norðurlond?
Sambært
Seierstad
snýr bókin seg um meiri
enn
Breivik
og
Utøya.
Hetta er eisini ein søga um
Noreg og norðurlond, um
tilflytarar,
sosialan
arv,
militanta ideologi og um
myndugleikar,
sum
ikki
megnaðu at verja sínar
borgarar. Men vil høvundur
in skilja Breivik og hansara
gerningar? Snýr tað seg um
ein ósunnan uppvøkstur,
skaðilig
krígstelduspøl,
høgraradikalu hugsjónina
ella okkurt heilt annað?
Og hvat er tað rættasta
politiska aftursvarið eftir
eina slíka vanlukku? Heini
í Skorini skipar fyri tiltaki
num, sum verður í Norður
landahúsinum fríggjakvøld
ið 25. juli kl. 20.
Heimskendur
høvundur hevur
fyrilestur um Utøya
11. til 13. Juli verður spennandi
skriviskeið fyri bæði leik
og lærd hjá Listaháskúla
Føroya úti á Háskúlanum.
Skeiðsleiðarar verða Rakel
Helmsdal og Rói Patursson,
rithøvundar. Hetta er inten
sivt vistarskeið, har skrivað
verður frá morgni til myrk
urs.
Fyrsta LivaSkriva-skeiði
var í mars í ár við Rakel
Helmsdal og Petur Pólson.
M.a. hetta skrivaðu luttakar
arnir um fyrra skeiði:
“Sera
læruríkt,
hug
kveikjandi og orkugevandi.
Væl uppbygt skrá og fjøll
broytt samanseting av lut
takarum.”
“Ein heilt einastandandi
møguleiki at seta ferð á
skriviarbeiði,
bæði
hjá
vandum og minni vandum
høvundum; eitt gullnám av
nýskrivaðum tekstum uppá
einans eitt vikuskifti.”
“Tað at búgva á skúlanum
hevur gjørt nakað serligt, eg
eri komin inn í eina “boblu”
av kreativiteti og fingið loyvi
til at búð í hesi bobluni alt
vikuskiftið.”
LivaSkriva2 snýr
seg um persónarar
í søgum okkara:
Fólkini í søgum okkara eru
eygu lesarans. Tú, sum skriv
ar, skalt vita, hvussu og hvat
hesi eyguni síggja.
Vit arbeiða við at menna
persónarnar í søguni, læra
okkum, hvussu vit koma
longur inn í teir fiktivu per
sónarnar og gera teir veru
ligar. Vit læra tey at kenna, so
vit vita, hvussu tey uppliva
søguna, sum tú hevur rent
tey inn í. Vit læra okkum at
elska tey sum okkara bestu
vinir, og kortini at vera ónd
við okkara kreatiónir, at taka
lívið av teimum um neyðugt
og geva teirra uppgávur til
onnur. Vit fara gjøgnum allar
verðsins ræðuleikar sam
an við teimum, uppliva tað,
tey uppliva við okkara egnu
kenslum.
Hvussu gert tú fiktivar
persónar so livandi, at tú
heldur, at tú hevur hitt tey
fyrr?
Arbeitt verður hvør sær
og í bólkum. Tveir høvundar
leiða vikuskiftið, men áhuga
verdur gestur kemur eisini á
gátt.
Hetta er bæði fyri leik
og lærd. Tey, sum eru von at
skriva, fáa eitt skump og ein
nýggjan vinkul og tey, sum
júst eru byrja, fáa hjálp at
seta ferð á og leypa upp frá.
Tað einasta luttakarar
skulu hava frammunundan
skeiðum er ein tekst við 2
persónum. Tað nýtist ikki
vera ein liðug søga, bara ein
góð byrjan.
Tekna teg beinanvegin
á
listahaskuli@gmail.com
ella
haskulin@haskulin.fo.
Skeiðsgjald er 1800 kr fyri
bæði vistarhald og undirvís
ing alt vikuskiftið.
Kenn tínar persónar
sum tínar bestu vinir
LivaSkriva2 - Skriviskeið hjá Listaháskúlanum