Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 7. juli 2014 · Nr. 76 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kapping – Eg trúði tí ikki Jóna Danielsen gjørdist hepni vinarin av kapp­ingini hjá Rás2, har vinngurin var ein spildur nýggjur Renault Clio St, og ein ferð fyri fýra fólk við Norrønu til eina viku í Lalandia Billund. Men hóast fegin, so hevði Jóna ilt við at trúgva, at hon var hepni vinnarin Dagfinn Olsen Jóna Danielsen í Trongisvági fekk sunnudagin eini tele­fon­ boð, ið fekk hana at trúgva, at onkur spældi býtt. – Eg trúði tí ikki. Eg helt onk­ur spældi býtt og gjørdi gjøld­ur við hesum, sigur Jóna Danielsen um boðini um, at hon hevði vunnið nýggj­an bil, umframt ferð til La­landia. – Eg eri ovurfegin, men eg hevði ilt við at trúgva tí í byrjanini, sigur Jóna Dani­ el­sen. Hava gamlan bil – Vit hava ein átta ára gamlan bil í bilhúsinum, og vit høvdu um­hugsað, at nú kundi hann tað sama bara koyra, til hann ikki vildi meira. Men nú hava vit so nýggjan bil, so fyribils er ætlanin ikki at selja hendan nýggja bilin, ið er komin í húsið, sigur Jóna Dani­elsen. – Eg hevði næstan gloymt, at eg hevði sent sms boð til hesa kappingina, og tí kom hetta so óvart á, sigur Jóna, tá vit støkka inn á gólvið hjá henni og manninum í Trong­ is­vági. Tey eru júst afturkomin av ferð í Skagen, og vita tí ikki heilt hvussu verður við ferð­ini, ið tey hava vunnið, men sjálvsagt hava tey hug at royna hesa ferðina til La­ lan­dia. – Eg havi nakrar frí­ vik­ur eftir, men bara ikki beint nú, sigur Jóna, sum í gerandisdegnum starv­ast á skrivstovuni á løg­reglu­støð­ ini á Tvøroyri. Handast í Havn Tá vit hitta Jónu sunnukvøld, eru fáir tímar síðani hon fekk gleði­boðini um, at hon hevði vunnið bil og ferð. – Eg skal til Havnar, har vinn­ingurin skal handast, so hetta er rættiliga spenn­ andi, sigur Jóna Danielsen, ið sjónliga er fegin, bilsin og tikin á bóli av boðunum, sum hon hendan minniliga sunnu­ dag fekk úr Miðlahúsinum. Jóna Danielsen vann Renault bilin og ferðina til Lalandia í kappingini hjá Rás2. Jóna er her avmyndað ovurfegin heima í Trongisvági fáar tímar eftir, at hon fekk gleðiboðini. (Mynd: D. Olsen)