mánadagur 7. juli 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. juli 2014 · Nr. 76
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
París
Hóast teir 35 súkklararnir í føroyska Team
Rynkeby liðnum fingu eina heldur óhepna
byrjan, hevur liðið sett hol á teir tilsamans 1200
kilometrarnar og hevur nú kós ímóti París
Rannvá G. Fossaberg
Myndir: Rógvi Róin
Hósdagin í farnu viku byrjaði
súkkluævintýrið hjá teimum
35 súkklarunum, ið eru á før
oyska Team Rynkeby lið
num.
Byrjað varð við einum
sokallaðum
prologi,
har
allir súkklararnir hittust í
Klaksvík á Helnarbrekku,
har talur blivu hildnar, og
okkurt
undirhald
var
á
skránni. Beint fyri middag
súkklaði liðið til Runavíkar,
og síðani til Oyrabakka.
Seint seinnapartin var Team
Rynkeby Føroyar komið til
Havnar, har vitjað varð hjá
Krabbameinsfelagnum og á
Landssjúkrahúsinum.
Um 19-tíðina varð skipað
fyri hátíðarhaldi við tónleiki
og onkrum til matna á Vagl
inum í Havn, og seinni fóru
teir 35 súkklararnir og níggju
hjálpararnir umborð á Norr
øna, ið skuldi fáa súkklulið
ið til Danmarkar. Umborð á
Norrønu fekk Team Rynkeby
Føroyar handað ein kekk á
10.000 krónur, sum eru frá
manningini umborð á Norr
ønu.
Minst 30 punkteringar
Seint seinnapart leygardagin
byrjaði ferðin hjá føroyska
súkkluliðnum av álvara, tá
súkklutúrurin byrjaði í Pad
borg.
Súkklararnir
fingu
fingu eina serliga heilsan
frá verðurguðunum, sum
borðreiddu við torusláttri og
oysandi regni fyrstu løtuna.
Hetta gjørdi, at tað bleiv
trupult at finna vegin fram
til Groß Wittensee, sum er
ein lítil býur har norðuri í
Týsklandi. Tá súkklararnir
høvdu súkklað í umleið tveir
tímar, sóu teir eitt skelti, har
tað stóð Vælkomin til Dan
markar. Tað vísti seg, at
føroyska súkkluliðið hevði
súkklað í ring í tveir tímar, og
sostatt bleiv nakað av seink
ing í tíðarætlanini.
Ein onnur stór avbjóðing
hjá Team Rynkeby Føroyar
var, at samalagt vóru upp í
móti tredivu punkteringar.
Tað var væntað, at tað fóru at
verða fleiri punkteringar, enn
hvat var vanligt í Føroyum,
men tað var ikki væntað, at
tað skuldu verða so nógvar
punkteringar.
Hetta seinkaði tíðar
ætlanini nakað, men hóast
avbjóðarnar vóru nógvar,
hevur lagið á súkklarunum
alla tíðina verið avbera gott.
Sunnumorgunin gekk leið
in til Bremen. Sostatt var
dagurin í gjár tann fyrsti av
fimm døgum, har rutan er
næstan 200 kilometrar. Veðr
ið var tíbetur nakað betri enn
leygardagin.
Gongur rætta vegin
Í gjár var fyrsti veruligi dag
urin, har beinini og bakpart
urin av álvara fingur roynt
seg á súkklarunum á Team
Rynkeby Føroyar. Teinurin
var yvir 200 kilometrar frá
Groß Wittensee til Bremen.
Veðrið var av tí besta, tá
súkkararnir fóru upp við
hønunum. Ferðin til Bremen
gekk væl, hóast súkklubreyt
irnar vóru krókutar í støðum.
Fyri fleiri av súkklarunum
var talan um longsta einstaka
túrin. Tað sást ikki aftur á
túrinum, men í gjárkvøldið
vóru fleiri av súkklarunum
rættiliga eymir í kroppinum
av at hava súkklað í áleið 11
tímar.
Mánadagin byrjaði ferðin
til Hollands, sum er ein ruta
á umleið 200 kilometrar. Áðr
enn súkklararnir koma til
Hollands, gista súkklararnir
og hjálpararnir í Enshede.
Gongur ferðin sum ætlað,
fara føroysku súkklararnir
á Team Rynkeby Føroyar
at súkkla gjøgnum franska
høvuðsstaðin
fríggjadagin
11. juli.
rannva@sosialurin.fo
Team
Rynkeby
nærkast
Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerandi súkklulið, sum á
hvørjum ári súkklar til París fyri at savna inn pening til børn
við krabbameini og famlijur teirra. Hesaferð er liðið samansett
av 1.200 súkklarum og 260 hjálparum, deild út á 26 lokal lið
í Føroyum, Danmark, Svøriki, Finnlandi, Noreg og Australiu.
Á føroyska Team Rynkeby liðnum eru 35 súkklarar og
níggju hjálparfólk. Liðskipari er Alfred Hummeland.
Súkkluliðini skulu eftir ætlan koma til París fríggjadagin
11. Juli, har øll 26 liðini súkkla seinastu umleið 15
kilometrarnar saman gjøgnum franska høvuðsstaðin.
Mynd: Álvur Haraldsen