Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. juli 2014 · Nr. 76 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um almenna fyrisiting v. m. og um at lúgva Námsfrøðiliga útbúgvingin – ein føroysk avbjóðing Heri Mohr Tórður Johannesarson Í hesum døgum tykist einki mark vera fyri, hvussu fólkavaldir politikarar verða jagstraðir í skrift og í talu við ókvæmisorðum. Jagstr­ að­ir sum ein paria, ið bæði lýg­ur og stjelur. Í løtuni eru tað ser­liga landsstýrismaðurin við fíggjar­ mál­um og løgmaður, sum standa fyri skotum. Í stóran mun eru tað ávísir politikarar, og teir, ið standa teirra hug­sjónum nær, sum kunnu merkja sviðan á sínum kroppi. Um at lúgva: Tað, sum varð skrivað í bóklinginum ”Frá heima­ stýri til fullveldi”, sum landsstýrið gav út til hvørt heim í Føroyum í 2000, var merkt av álvarsligum ósannindum. Tað varð nevniliga kunn­gjørt í bóklinginum, at minni enn ein triðingur av ríkisstuðlinum varð brúktur í samfelagnum. Hetta er ósatt! Og at tveir triðingar av blokki­num skuldu goymast og brúkast, um vánaligar tíðir fóru at koma, var eisini ósatt. Avleiðing av hesari prognosu var, at 1. januar 2002 yvirtók løgtingið/landsstýrið skúla­mál og almenna forsorg, sam­ stundis sum landsstýrið gav tí donsku stjórnini boð um at lækka blokk­in við 366 milliónum. At landskassin kom í katastrofal­ar trupulleikar orsakað av hesari prognosu, fór so líðandi at vísa seg við neyðugum nýggjum inn­tøku­lógum og, hóast hetta, áhaldandi rakstrarhall ár um ár í lands­kassans ársroknskapum. Vanligt er jú, at hann, ið fer niður í løn, fær fløktar trupulleikar í tí dagliga húsarhaldinum. Í 1987 vóru landsstýrið og tann danska stjórnin samd um, at ein ríkiskassablokkur skuldi setast í verk í staðin fyri higartil galdandi refusiónsskipan, at hann skuldi virka frá 1. januar 1988, og at blokkurin skuldi sundurliðast í 5 blokkar soleiðis: Fiskirannsóknarstovan 983.000 kr. Maskinskúlin 2.258.000 kr. Heilsuverkið 176.695.000 kr. Almannamál 117.823.000 kr. (Almennar pensiónir v.m. komu ikki í blokkin fyrr enn nøkur ár seinni.) Skúlamál 157.225.000 kr. Samanlagt 461.689.000 kr. Í blokkinum (176.695 kr.) til heilsuverkið vóru millum annað 10 milliónir ætlaðar sjúkrakøssum til ”en reservefond” at standa ímóti við. Fylgjandi inntøkutøl eru úr landskassans ársroknskapum: 1988. Skattir og gjøld 2.284 mia. Ríkiskassin 683 mió. (Her uppií er tað, sum ikki var farið í blokkin.) Nationalbankin 49 mió. 1998. Skattir og gjøld 2.300 mia. Ríkiskassin 922 mió. (Her er ”alt” farið í blokkin.) Nationalbankin 21mió. Sum tað sæst, er í hesum 10-ára skeiði stórur munur á inntøkuvøkstrinum millum landskassan og ríkiskassan. 2001 Skattir og gjøld 2.804 mia. Ríkiskassin 982 mió. Nationalbankin 21 mió. Sum tað sæst, øktist tann árligi ríkiskassablokkurin við 60 milliónum, meðan loysingarlandsstýrið ráddi fyri borgum í 1998-2001. 2002 Landskassin misti umleið 366 milliónir av tí árliga blokkinum, og hann minkaði samstundis niður á umleið 616 milliónir, tí skúlamál (fólkaskúlin v.m.) og almenn forsorg vórðu yvirtikin 1. januar 2002 sum føroysk málsøki við ongum fyrireikingum, við donskum lógum, uttan aðalorðaskifti í løgtinginum og við ongum nýggjum inntøkulógum. 2014 Kunngjørt verður, at Grannskingargrunnurin hevur fingið stovnsfæið – 28 milliónir – hjá omanfyri nevnda ”reservefond” hjá sjúkrakøssunum til ognar . Hetta eru tær 10 milliónirnar, sum komu í blokkin 1. januar 1988, og sum við øktari játtan og skilagóðari fyrisiting – við heimild í aldargomlum lógum um sjúkrakassar – vóru akkumuleraðar til 28 milliónir og nú gjørdar tøkar til grannsking v.m. Við hesi politisku avgerð skuldi Grannskingargrunnurin framyvir kunnað fingið eina trygga árliga játtan úr landskassanum fíggjað, eins og umrødda stovnsfæ, úr ríkiskassablokkinum, tí, undir verandi umstøðum koma einar 16 milliónir um árið í blokkin upprunaliga ætlað sjúkrakøssunum, men nú broytt til Grannskingargrunnin, sum eisini er undir heilsuverkinum. Fyri 1000 árum síðani fekk Aladdin eina gandakenda lampu….. 2086-2014 Eitt annað stórmál á dagsins bráðpannu tykist vera stuldur av tollkreditti. Í landskassans ársroknskapi 1991 er staðfest, at av 47,1 milliónum í útistandandi tollkreditti vóru 17,7 milliónir, ella 38%, virðisleysar. Trygdin frá peningastovnum og skipafeløgum mótvegis tollkreditti var annars í rímiliga góðari legu. Vit trilva okkum í myrkur, um kannað verður, hvussu vælvirkandi almenn fyrisiting kundi degenerera til tað ósømiliga miðskeiðis í 80- unum. Stórt annað er ikki at siga um hetta mál. Appendiks. Í hesum fótbólstdøgum er hugaligt at síggja, hvussu framkomin fótbóltur hevur ment seg í eitt nú Uruguay, Mexico, Costa Rica og Colombia. Hetta eru tey somu nøvnini, sum børn og tilkomin í okkara skúlum hava lært og framhaldandi læra at stava: Uruguei, Meksiko, Kosta Rika og Kolumbia. Lesið bara Heimsatlasið. Fjølmiðlafólk – men ætlandi ikki ein meiriluti av løgtinginum – tykjast at góðkenna hesa indoktrinering. Sama óskilið í Chile, langt sum vilið. Í Føroyum skriva og lesa fólk um Kili. Føroyskt skriftmál eitt heim­ føðisligt klútateppi – um reppið. Tað segði Jeppi. kjak Hanna Jensen hevur sett menta­málaráðharranum fyri­spurning um t.d. náms­ frøðiliga útbúgving í Før­ oyum. Í svarinum sæst, at eingin ætlan er um at flyta út­búgvingina til Føroya beint nú. Seinastu árini eru lærarar frá Syddansk Uni­ versitet komnir til Føroya at hava ástøðiliga partin í NÚ. Tann verkligi parturin av NÚ verð­ur í høvuðsheitum tikin í Danmark. NIS – námsfrøðiliga innleiðsluskeiðið Lærarar, ið byrja á einum mið­náms­skúla, skulu á eitt náms­frøðiligt skeið, sum MMR skipar fyri. Talan er um eitt námsfrøðiligt inn­ leiðslu­skeið, ið tekur tríggjar dagar. Lærarin fær nøkur ráð um didaktikk og námsfrøði. Seinastu 15 árini eru tvey fólk komin til Føroya úr Dan­ mark at hava skeiðið. Hesi eru knýtt at Syddansk Un­i­ versitet. Spurningurin tó, um Fróð­skaparsetur Føroya ikki kundi tikið sær av NIS? Námsfrøðiliga útbúgvingin Tá ið ein lærari er settur í fast starv á einum miðnámsskúla, skal hann innan tvey ár hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, sum er býtt sundur í ein ástøðiligan og ein verkligan part. Tey seinastu árini eru nógvir lærarar sendir at luttaka í ástøðiliga partinum, men tað kunnu ganga upp í 10 ár, áðrenn verkligi parturin verður tikin. Tann ástøðiligi parturin Annaðhvørt ár hava umleið 20 lærarar tikið ástøðiliga partin í námsfrøði. Kan­di­dat­ar­nir taka skeiðið upp á eitt ár. Tað eru leiðsl­ur­nar á skúlu­num, ið senda teir á skeið­ið. Tað eru bæði lærar­ar í føstum starvi og tíma­lærarar, ið fara. Skeiðið er skipað í modul. Tað eru tveir lærarar frá Syddansk Uni­versitet, ið koma til Føroya at hava hesi. Teir koma higar um­leið fýra ferðir um árið. Á skeið­num fáa kandidatarnir gott innlit í námsfrøðilig ástøði og háttaløg. Tað er sera læruríkt hjá teimum at koma saman at skifta orð um náms­frøðiligar, didaktiskar og praktiskar royndir í góð­um og friðarligum umhvørvi. Í ástøðiliga partinum skal kandidaturin eygleiða undir­vísing á egnum skúla og á øðrum skúlum, umleið 40 tímar. Hetta er ein sera menn­andi gongd, har teir sleppa at uppliva, hvussu aðr­ir lærarar gera. Hetta má metast at vera ein styrki í nú­ verandi skipan. Í mai mánaði skulu teir skriva eina uppgávu, sum skal verjast í juni. Uppgávan kann antin skrivast á før­ oysk­um ella donskum. Eftir at hava lokið ástøðiliga part­ in, skal verkligi parturin takast. Tann verkligi parturin Næstan uttan undantak eru kandidatar farnir til Danmarkar. Onkur ein­stak­ ur er farin til Skot­lands. Í Danmark skal kandi­dat­ ur­in undirvísa á einum gymnasialum skúla. Hann skal m.a. luttaka á náms­ frøði­ligum tiltøkum, lærar­a­ ráðs­fundum, toymisfundum og øðrum. Lærarin sleppur eisi­ni at eygleiða undirvísing á danska skúlanum, áðrenn hann sjálvur skal undirvísa. Hetta tekur umleið 9 vikur. Hjá summum kann tað kenn­ ast møtimikið at skula undir­