mánadagur 7. juli 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. juli 2014 · Nr. 76
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Íløgan í Tórsvøll vinnur seg innaftur
Christian Andreasen,
FSF-forseti
Oddvør Johansen
Tað er við stórari gleði, at
vit í dag hava sett spakan í
til tess at gera eystursíðuna
av Tórsvølli lidna. Tá hetta
arbeiði er liðugt, kemur tað
sanniliga at verða eitt satt
prýði fyri okkara land.
Seinastu árini eru íløgur
fyri
tíggjutals
milliónir
gjørdar í Tórsvøll. Tá eystur
síðan er liðug, hevur FSF
samanlagt gjørt íløgur í
Tórsvøll
fyri
umleið
60
milliónir krónur. Hettar er
alt peningur, sum FSF hevur
fingið í stuðuli úr útlandi
num.
FSF
og
Tórshavnar
Kommuna hava havt eitt
framúr gott samstarv við
víkjandi
útbyggingini
av
Tórsvølli. Síðani hetta sam
starv byrjaði eru lagdar
góðar 100 mill kr. í Tórsvøll.
Samstarvið við Tórshavnar
Kommunu hevur gjørt tað
møguligt hjá FSF at aktiverað
60 mill. Kr frá UEFA og FIFA.
Útbyggingin av Tórsvølli
kom í tøkum tíma. Bleiv
Tórsvøllur ikki dagførdur nú,
høvdu vit neyvan sloppið at
spælt A-landsdystir í Føroy
um framyvir. Krøvini til at
spæla landsdystir eru herd
munandi seinastu árini, ikki
minst siðan UEFA hevur
keypt sjónvarpsrættindini.
Vit fáa nógvan pening fyri
okkara
sjónvarpsrættini,
millum 15 og 20 mill. kr. ár
liga. Útbyggingin av Tórsvølli
hevur eisini gjørt hetta
møguligt.
Tórsvøllur
er
dagliga
karmur um sera nógv virk
semið. Umframt alt lands
liðsvirksemi, sum er á vølli
num alt árið, verður vøllurin
eisini nógv brúktur til bæði
vaksnamanna-
og
ung
dómsvenjing hjá feløgunum
í høvuðsstaðnum.
Tá vit tosa um landsliðs
virksemi, so er umráðandi
at leggja okkum í geyma,
at talan ikki bert er um
A-landsliðið hjá monnum.
Tí Fótbóltssamband Føroya
hevur ikki færri enn átta
landslið, sum eru virkin á ein
ella annan hátt alt árið.
Í fjør leiktu vit umleið 25
landsdystir í Føroyum. Bara
í fjør vitjaðu trý útlendsk
a-landslið við monnum á
Tórsvølli. Teirra millum var
Týskland, sum hevði eini 200
fjølmiðlafólk við sær og fleiri
hundrað áskoðarar. Trý U21-
landslið vóru somuleiðis á
vitjan, og eitt a-landslið við
kvinnum vitjaði eisini.
Í ár eru aftur fleiri vitjanir
á skránni, og til dømis skipar
FSF í ár fyri tveimum mini
kappingum fyri ungdóms
landslið. Ein var í vár, og í
heyst verður skipað fyri EM-
undankapping í Føroyum,
tá ið trý U17-gentulandslið
koma til Føroya at kappast
við okkara gentur.
Komandi vikurnar fara
føroysk
feløg
eisini
at
spæla Europa Cup dystir
á Tórsvølli, og hesir verða
í minsta lagi tríggir í tali.
Spæla liðini seg víðari, verða
dystirnir fleiri.
Fótbóltur gevur munagott
íkast til samfelagsbúskapin
Føroyskur
landsliðs
fótbótur kastar nógv av sær
til okkara samfelagsbúskap.
Landsliðsfótbóltur ger Før
oyar kendar í útlondum.
Landsliðsvitjanirnar
hava
stóran tydning fyri okkara
ferðavinnu, ikki minst flog
vinnan og gistingarhúsini
njóta gott av hesum.
Føroyska luttøkan í al
tjóða fótbólti hevur við sær,
at í minsta lagi eini 1.000 út
lendingar á hvørjum ári vitja
í Føroyum í sambandi við
altjóða fótbólt. Hesi fólk skulu
umframt ferðaseðilin millum
Føroyar og útheimin eisini
hava innivist, mat, flutning og
mangt annað, og hetta eru alt
veitingar, ið verða keyptar frá
føroyskum veitarum.
Harumframt er luttøkan
hjá føroyskum landsliðum
og feløgum í altjóða fótbólti
uttan iva eisini tað, sum í
størstan mun marknaðar
førir Føroyar uttan fyri land
oddarnar, og sum fær ferða
fólk at leita til Føroya.
Um hugt verður eftir
ítøkiligu
útbyggingini
av
Tórsvølli, so ber til at stað
festa, at tá ið dagføringin av
eystaru síðu av vøllinum er
liðug komandi summar, eru
ikki færri enn 60 milliónir
krónur komnar úr ávikavíst
UEFA og FIFA í stuðli til tær
útbyggingar, sum eru gjørd
ar. Pengar, sum annars ikki
høvdu komið inn í føroyska
samfelagsbúskapin.
Tí ber til at staðfesta, at
tær íløgur, sum Tórshavnar
Kommuna og Fótbóltssam
band Føroya í løtuni gera í
Tórsvølli við góðum stuðli
frá ávikavíst UEFA og FIFA
hava stóra ávirkan á før
oyska
samfelagsbúskapin,
ferðavinnuna, menningina
av føroyskum fótbólti og ikki
minst á trivnaðin í høvuðs
staðnum. Íløgurnar í Tórs
vøll vinna seg sostatt væl og
virðiliga innaftur.
30.06.2014
kjak
Sera áhugavert var at lesa
viðmerking
frá
Jógvan
Fríðriksson, biskupi um tón
leik í kirkjunum, viðmerking,
sum tveitir fleiri spurningar
út til “fólkið”, kirkjufólkið í
Føroyum.
Hvat kann framførast í
eini kirkju? Skal tað kosta at
koma inn? Hvussu varveita
við spekt og sóma í hesum
rúminum, sum fyri tann
trúgvandi ikki er ein aula ella
ein konsertsalur, men eitt
heilagt rúm. Sum tað verður
sagt í inngangsbønini hvønn
sunnudag: “Eg eri inn kom
in í hetta heilaga hús títt at
hoyra. . . “.
Í nógv ár hava tónleikarar
og kórsangarar spurt, hví
kirkjan ikki loyvir sølu av
atgongumerkjum í landsins
kirkjum. Svarið hevur bara
verið: Soleiðis er tað bara, tað
er ikki loyvt.
Men at kirkjan í grundini
– vegna manglandi lógarverk
– heldur ikki hevur havt
heimild til at gjalda einum
unguleikara samsýning fyri
at vera bundin á orgulbonki
num árið runt – tað visti eg
ikki.
Altso hevur kirkjan, har
eg sjálv virkaði í eitt manna
minni, ólógliga goldið mær
eina samsýning – kanska av
sínum tiltøkupeningi – øll
árini.
Hetta má vera rætta staðið
at heita á mentamálaráðið
um at taka eina avgerð og
lýsa kunngerðina um hesi
viðurskifti
ongantíð
ov
skjótt.
Ein konsert er ikki ein
gudstænasta, og ein guds
tænasta er ikki ein konsert.
Tá ið konsertir verða hildnar
við proffessjonellum tón
leikarum, t.v.s. tónleikarum,
ið liva av sínum spæli, rena
vit okkum beinanvegin í
spurningin gjald ella ikki
gjald fyri arbeiðið. Eg kenni
nakrar proffessionellar tón
leikarar, sum alt lívið hava
spælt í okkara kirkjum, uttan
at fáa nakað afturfyri. Og
umberingin hjá kirkjuni er
óivað, at eingin heimild er.
Ein aktuell hending var
konsertin á Eiði herfyri,
har fólk máttu keypa at
gongumerki fyri at sleppa
inn. Hetta er ókent í Føroy
um, og her mugu kirkjuligu
myndugleikarnir beinanveg
in taka eina avgerð og seta
nøkur ting upp á pláss.
Í grundini er spurningurin
um tónleik í kirkjunum sera
einfaldur: vilja vit hava
nakran urguleikara? Vilja vit
hava konsertir? Um vit siga
ja, so mugu kirkjuráðini fáa
pening at arbeiða við. Tíðin
er fullkomuliga og aldeilis
farin frá, at fólk, sum hava
lisið og lært í 4 -7 ár sita og
arbeiða við sínum faki fyri
einki ella fyri lítið og einki.
Kanska var tað eitt hugskot
at sleppa teimum gomlu
klokkutíðunum, har guds
tænasturnar
vórðu
lagd
ar eftir, nær neytini vóru
mjólkað og hoyggið drigið.
Væl ber til at fleiri kirkjur
býta ein urguleikara ímill
um sín og gjalda honum
fyri tað. Tað krevur bara,
at gudstænasturnar verða
skipaðar soleiðis, at tær ikki
allar eru um somu tíð sunnu
dagar. (Hetta ber væl til í
Suðuroynni.)
Um ein kirkja so fegin vil
hava, at konsertir fara fram,
er tað eitt hugskot at gera ein
“konsertkassa”, har tað hvørt
ár verður settur hóskandi
peningur av. Loypir nakað av,
fer tað aftur í felagskassan.
Er tað ov lítið, ja, so verða
ikki fleiri konsertir tað árið.
Á sama hátt má vera við t.d.
vøggusangi, sum má hava ein
serligan kassa.
Danskar
kirkjur
hava
løntar sangarar, tað hava før
oyingar og norðmenn ikki, og
tað haldi eg vera gott.
Í staðin kundi ein lærdur
urguleikari í starvi sínum
verið forpliktaður til at hava
barnakór, sang við konfir
mantum og vaksnamanna
kór. Hetta hoyrdi sjálvandi
til lønta starv hansara.
Hvør skal sleppa inn í
kirkjuna at spæla/syngja?
Ein trupul og kanska kenslu
borin spurningur.
Fyrst er at siga, at eingin
bólkur, einki kór ella orkestur
hevur krav uppá at sleppa
inn í nakra kirkju, hóast vit
plaga at siga, at gáttin er lág
í fólkakirkjuni. Sjálv meini
eg, at tað er ikki alt, ið skal
dragsast inn í kirkjuna.
Kirkjuráðið er fólkavalt
og suverent og kann siga nei.
Einki orkestur sleppur held
ur inn á G, bara tí tað vil inn
á G. Eingin bólkur sleppur
inn á Rex ella í Norðurlanda
húsið uttan víðari. Hesi støð
velja og vraka og seta sjálvi
billettprísin.
Vit hava nógvar mein
ingar og fordómar um júst
hetta.
Instrumentalur tónleikur,
sum ikki myndar nakað ávíst
– sum er absoluttur – er ein
tónaheimur, ein verð, sum
uttan orð nemur við hjarta
mítt og sinn. “Du bliver ramt
af nogle lydbølger, og straks
begynder du at føle”. (Sitat:
Peter Bastian). Tú kanst
aftaná eina góða konsert føla
teg reinsaðan og kanska enn
tá føla teg sum eitt frægari
menniskja.
So títt og knapt at tón
leikurin hevur tekstir, er
støðan ein onnur. Orðið
hevur sterka megi. Hvør er
boðskapurin? kann verða
spurt. Hevur hetta spekt og
sóma? Er hetta nakað, sum
bara er útvortis ella kanska
bespottiligt? Vit kunnu blíva
við at spyrja – um alt møgu
ligt. Mín seinasti spurningur
er: hvar er Kristus?
Ein kendur havnarmaður
segði eina ferð við meg: Jesus
er so “large”. Og rætt er, at
Jesus var modernaður í síni
tíð. Í dag hevði hann havt
koyrikort.
Sjálv havi eg ongar for
dómar mótvegis rokktón
leiki, jassi, poppi, dansitón
leiki, gospel ella doom-metal,
bara tað verður ordiliga
framført og tónleikararnir
eru seriøsir. Hetta er teirra
fak, teirr áhugi og gleði, men
vit noyðast at hugsa um tað
heilaga rúmið, vit eru stødd í.
Spekt og sóma.
Rúmið er “andaliga heim
ið” hjá fjøld av fólki. Her inni
fáa tey sálartroyst, inn higar
koma tey, tá ringast stendur
til, men eisini tá ið gleði
ligastu hendingarnar eru.
Ein og hvør kann vera her
– eisini tann, sum ikki eigur
eitt reytt oyra. Tí býður tað
mær ímóti at skula gjalda
fyri at koma inn at hoyra t.d.
“Messias”. Sakin má loysast á
annan hátt.
Tónleikur í kirkjuni