Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 16

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. juli 2014 · Nr. 76 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur H E S A V I K U N A 4 Geza Turi Var tryggur í øllum tí, hann fyritók sær. Hevði eina góða og týðandi bjarging beint áðrenn hálvleik, tá útiliðið royndi seg við frísparki. 4 Bárður Hansen Spældi ein góðan dyst. Kom væl fram við í fleiri førum og er altíð ein eyka hóttan í álopsspælinum hjá Víkingi. Var eisini góður í verjustøðunum. 5 Atli Gregersen Átti uppleggi til eitt mál og til ein møguleika, ið skuldi givið eitt mál. Stýrdi verjuni væl og var avgerandi fyri at Víkinga liðið ikki kom undir trýst móti endanum av dystinum. 4 Erling Jacobsen Leikti eisini ein góðan dyst saman við Atla Gregersen í miðverjuni hjá Víkingi. Málið hjá Daugava Daugavpils kom tó í gjøgnum síðuna hjá Erlingi Jacobsen. 4 Hanus Jacobsen Hevði gott tamarhald á defensivt og kom væl fram við í fleiri førum. Millum annað átti hann uppleggið, tá Víkingur legði seg á odda 1-0. Var tó eisini innblandaður í 1-1 málið hjá útiliðnum. 5 Hans Jørgen Djurhuus Stýrdi miðvøllinum hjá Víkingi væl saman við Halli Hansson. Víkingur leikti í undirtali á miðvøllinum við tveimum, meðan útiliðið hevði tríggjar. Hans Jørgen var avgerandi fyri at Víkingur vann miðvøllin. 5 Hallur Hansson Dagsins leikari á Víkinga liðnum. Fylti nógv á miðvøllinum saman við Hans Jørgen Djurhuus og var nógv við í framrættaða spælinum hjá Víkingi. Við eitt sindur av hepni, kundi Hallur Hansson eisini komið á máltalvuna. 3 Sámal Jákup Joensen Stríddist væl á liðnum og átti uppleggi til góðan møguleika hjá Filip Djordjevic. Varð tó útskiftur í hálvleikinum. 3 Heðin Hansen Kom væl frá uppgávuni og skuldi havt lagt Víking á odda 3-1, tá Atli Gregersen spældi hann leysan eftir skjótt tikið fríspark. 3 Filip Djordjevic Var eisini við í nógvum av tí framrættaða hjá Víkingi, men neyleikin manglaði. Millum annað í fyrra hálvleiki, tá hann úr opnari støðu sendi bóltin uppum málið. 5 Finnur Justinussen Kom á máltalvuna og stríddist væl á Víkinga liðnum allan dystin. Var við í fleiri farligum støðum á Víkinga liðnum og var eyðsýndur gjøgnum allan dystin. 4 Andreas Lava Olsen Fyrsti dystur hjá nýggja Víkinga leikaranum og hann gjørdi mun. Var við sínum skjótleika ein støðug hóttan móti verjuni hjá mótstøðuliðnum og hann legði eisini Víking á odda 2-1. spælarameting André Olsen - Svangaskarð Frá fyrsta bríksli sást, at leik­ararnir í Víkingi høvdu ætlan­ir um at vinna dystin. Í staðin fyri at leggja seg aftur at dúva uppá skjótálop, løgdu Víkingar høgt trýst frá byrjan. Hetta sá út til at skelkað mót­støðuliðið, ið ikki tóktist at hava so nógv at svarað aftur við. Fyrsti góði møgu­leikin til Víking kom aftaná 11 minuttir, tá Hallur Hansson rann seg leysan frá miðvøllinum. Komin inn í 16 meturin vóru tríggir Víkingar við hon­um í feltinum, men tíverri fyri Hall og Víking, rakti Hallur ein verju­leikara hjá mót­ støðu­liðnum. Tað góða spæl­ ið helt áfram og lítla løtu seinni var Filip Djordjevic um reppi at leggja Víking á odda 1-0, men Filip skallaði bóltin við síðunar av mál­ inum. Uppiborin leiðsla Tað var fult í tráð við leik­ gongdina, at Víkingur legði seg á odda, tá 22 minuttir vóru leiktir. Eftir gott upp­ spæl, kom bólturin til Hanus Jacobsen í vinstru síðu. Við framúr góðari avlevering fann Hanus ein leysan Finn Justinussen, ið elegant skall­ aði bóltin í málhornið og legði Víking á odda 1-0. Eftir málið bylgjaði dyst­ urin eitt sindur og bæði liðini misnýttu stórar møguleikar. Fyrst misnýtti Filip Djordjevic eitt skot stutt uttan fyri 5 meturin og beint áðrenn hálvleik, bjargaði ein Vìkinga leikari einum horna­ sparki á málstrikuni. Móti leikgongdini Daugava Daugavpils javnaði, tá 55 minuttir vóru leiktir av dystinum. Eftir eitt bólt­tap hjá Víkingi á miðjum vølli, gekk tað skjótt hjá úti­lið­ num. Høgri vongverjin Eriks Kokins varð spældur í gjøgn­ um í høgru síðu og komin fram­við Víkinga verjuni, legði hann bóltin framvið Geza Turi í Víkinga málinum. Málið var ikki í tráð við leik­ gongdina, tí Víkingur hevði verið omaná gjøgnum mest­ sum allan dystin. Og málið tóktist eisini at taka eitt sind­ur av broddinum av Vìkinga liðnum í einar tveir, tríggjar minuttir. Fyrsti dystur hjá »Lava« Í hálvleikinum setti Víkinga venjarin, Sigfríður Clement­ sen, nýggja Víkinga leikaran, Andreas Lava Olsen á vøllin. Hetta vísti seg seinni at verða ein skilagóð avgerð. Tríggjar minuttir eftir út­ javnandi málið presen­teraði nýggi Víkinga leikarin seg av álvara á Vìkinga liðnum. Burt­ur úr ongum var ein Við ágangandi álopsspæli frá fyrsta bríksli, vann Víkingur dystin móti Daugava Daugavpils sannførandi. Nú iðra teir seg í Víkingi yvir, at teir ikki vunnu við fleiri málum Víkinga avrik 1 til 6 (1-0) 2-1 1-0 Finnur Justinussen, 22. 2-0 Eriks Kokins, 56. 2-1 Andreas Lava Olsen, 59. Dómari: Joao Capela (Portugal) Frálíkt Fjórði evropeiski sigurin hjá Sigfríði Sigurin móti Daugava Daugavpils hóskvøldið var fjórði evropeiski sigurin hjá Sigfríði Clementsen. Hann hevur verið venjari hjá føroyskum feløgum í Evropa í 18 dystum. Í teimum 18 dystunum hevur Sigfríður verið venjari hjá B36, EB/Streymi, HB og Víkingi.