Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 7. juli 2014 · Nr. 76 ítróttur fótbóltur Víkingur leyp á frá fyrsta bríksli. Tað er frálíkt at síggja føroysk lið í altjóða fótbólti, sum veruliga spæla sín møguleika. Harafturat var tað ókeypis at koma til dystin. At tey í Víkingi nú iðra seg yvir, tey ikki vunnu við fleiri málum, er væl skilligt. Víkingur hevði upplagdar møguleikar til at fáa fleiri mál, men tók ikki av. Um misnýttu málmøguleikarnir koma at kosta Víkingi, fæst at vita tá seinni dysturin í Lettlandi er leiktur. Tveir í Evropa fyri fyrstu ferð Tveir Víkinga leikarar leiktu hóskvøldið sínar fyrstu dystir í evropeiskum fótbólti. Sámal Jákup Joensen leikti í fyrra hálvleiki á miðvøllinum. Tveir minuttir fyri leiklok varð so ungi leirvíkingurin Gunnar Vatnhamar innskiftur. Hetta var teirra fyrsti dystur í Europa League. bólt­ur sendur innum verjuna hjá Daugava Daugavpils. Hóast bólturin var á miðjum vølli, gekk tað skjótt tá Andreas Lava Olsen setti ferð á. Við fullari ferð sleit hann seg leysan av lettisku verj­uni og einsamallur við mál­verjanum var hann ósvikaliga tryggur. 2-1 til Víking og nú var aftur frøðið á Svangaskarði. Víkingur helt fram at hótta Eftir 2-1 málið satsaði útiliðið, fyri at fáa tað útjavnandi málið. Men Víkinga verjan, saman við Geza Turi stóð stinn. Tað var heldur heima­ liðið, ið fleiri ferðir hótti við skjótálopum. Heðin Hansen og Andreas Lava Olsen burdu og skuldu havt lagt Vìking á odda, tá tveir misnýttu risa møguleikar. Hóast Víkinga leikararnir og áskoðararnir hjá Víkingi mettu, at sigurin skuldi ver­ ið størri, var frøðin tó stór tá dómarin bríkslaði sein­asta bríkslið í dystinum. Sigurin hjá Víkingi var fult uppi­ bor­in og hava teir nú eitt gott útgangsstøðið til seinna dyst­in í Lettlandi hóskvøldið. andre@sosialurin.fo Myndir: Sigmar Mørkøre Víkingur Geza Turi – Bárður Hansen ■, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sámal Jákup Joensen (Andreas Lava Olsen, 46.) (Gunnar Vatnhamar, 88), Hans Jørgen Djurhuus, Hallur Hansson, Heðin Hansen (Ingi Sørensen, 73.) – Filip Djordjevic – Finnur Justinussen Daugava Daugavpils Aleksandars Vlasovs – Giorgi Chikradze, Aleksandrs Solojovs, Jemal Jaliashvili, Vladimirs Volkovs – Eriks Kokins ■, Kirils Sevelovs, Olegs Zatkins (Pavlo Gryschenko ■, 18), Dimitri Kozlov ■, Jevgenijs Kosmacovs – Aleksejs Kuplovs-Oginskis Kennist gott at vera aftur Vit vunnu uppiborið Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen valdi í hálv­ leik­inum at skifta nýggja Víkinga leikaran, Andreas Lava Olsen á vøllin. Hetta skuldi seinni vísa seg at vera ein skila­góð avgerð, tí tað var júst Andreas Lava Olsen, ið skoraði avgerandi málið hjá Víkingi á Svangaskarði hós­ kvøldið. Andreas Lava Olsen segði eftir dystin, at tað kendist gott at vera aftur á Víkinga lið­num. – Tað kennist gott at skora tað avgerandi málið og eg haldi at eg kundi fingið okk­urt málið afturat. Hetta er fyrsti dysturin hjá mær í 4 vikur av tí at eg havi verið hálv­skaddur, so tað var hart at byrja við einum Europa League dysti.  – Eg eri væl nøgdur við dystin og eg føldi at størsta partin av dystinum, vóru vit greitt betri enn mót­støðu­ liðið.    Ikki álvarsamur skaði Hóast Andreas Lava Olsen fór av vøllinum við einum skaða móti endanum av dyst­ inum, hevur 'Lava' tó góðar vónir um, at hann kann leika við í seinna dystinum, sum verður í Lettlandi um eina viku. – Eg havi havt trupul­ leikar við fótinum síðani seinastu viku, men eg valdi at spæla í dag. Tíverri breyt tann sami skaðin seg út í fótinum. Eg vóni tó at eg, við góðari viðgerð frá lækna og fysioterapeutui, kann spæla seinna dystin í Lettlandi.   Skulu leika seg víðari Andreas Lava Olsen sigur eis­ini at hann hevur góðar vónir til dystin í Lettlandi um eina viku. – Um tú hyggur eftir dyst­ inum í dag, hava vit fleiri stórar møguleikar. Millum ann­að fríleyparar, sum vit brenna. Tí haldi eg avgjørt, at vit skulu fara eftir at leika okkum víðari í næstu rundu. Seinni dysturin hjá Víkingi verður spældur í Lett­landi um eina viku. Í fjør skoraði Finnur Justinussen útjavnandi málið á Svangaskarði, tá Víking­ur í fyrra dystinum móti FC Inter Turku leikti javnt 1-1. Hóskvøldið legði Finnur Justinussen Víking á odda 1-0, tá 22 minuttir vóru leiktir. Sostatt hevur áleyp­ arin góðar royndir av Europa League fótbólti á Svanga­ skarði. Finnur Justinussen sigur, at teir í Víkingi, eru væl nøgd­ir við dystin. – Vit leggja eitt høgt trýst á teir tann fyrsta hálva tím­ an og eg haldi at vit byrja dystin væl. Gjøgnum allan dystin haldi eg, at vit vinna fult uppiborið. Nú kunnu vit iðra okkum um, at vit ikki gjørdu fleiri mál.   Stuttligt at spæla saman við »Lava« Í seinna hálvleiki spældi Finnur Justinussen aftur í álopinum saman við Andreas Lava Olsen. Teir báðir vóru álopspar í 2009, tá Finnur Justinussen seinni gjørdist topp­skjútti í føroysku deild­ ini. Finnur sigur, at tað er gott at hava 'Lava' aftur í Víkingi. – Tað var stuttligt at spæla saman við Andreas Lava Olsen aftur. Hann hevur øgiligar dygdir, tí við sínum skjótleika og sínari styrki, dregur hann fleiri mans til sín. Tað sóu vit eis­ ini, tá vit skora til 2-1, tá hann rennur frá verjuni hjá mót­ støðu­liðnum, fyri síðani at leggja okkum á odda. Hann gjørdi tað væl og kundi við eitt sindur av hepni, skora okkurt mál afturat í dyst­ inum. Skulu spæla á sama hátt á útivølli Finnur Justinussen sigur at teir í seinna dystinum móti Daugava Daugavpils skulu fara út á sama hátt, sum til dystin í kvøld.  – Í staðin fyri at pakkað okk­um saman, skulu vit leypa eitt sindur á. Fáa vit eitt skjótt mál á útivølli, verð­ur tað uppaftur truplari hjá Daugava Daugavpils at venda dystinum. andre@sosialurin.fo – Tíverri breyt tann sami skaðin seg út í fótinum. Eg vóni tó at eg, við góðari viðgerð frá lækna og fysioterapeutui, kann spæla seinna dystin í Lettlandi, sigur Andreas Lava Olsen