mánadagur 7. juli 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. juli 2014 · Nr. 76
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
3
Tórður Thomsen
Var prísgivin í báðum Linfield-
málunum. Hevði ikki nakra fantom-
bjarging, men tók sær trygt av tí,
sum var.
3
Høgni Eysturoy
Spælið loyvdi honum sjáldan at
koma fram við, men í verjupartinum
stóð hann luftalsliga væl ímóti sera
avbjóðandi Andy Waterworth.
2
Hørður Askham
Truplasta roynd hansara í ár.
Væl við í luftdystunum, men kviku
norðurírarnir fangaðu hann ov ofta.
3
Andrias Eriksen
Hóast 19 ár og óroyndur, kom
hann væl frá uppgávuni. Var tættur
í mótstøðuleikarunum og gav einki
frá sær.
3
Odmar Færø
Røkti óvant pláss á vinstra
bakki, men kom lutfalsliga væl
frá uppgávuni – serliga yvirlegin í
kropsliga spælinum.
1
Adrian Cieslewicz
Tað sást, at hann er nýggjur á
liðnum. Kundi bjóðað meiri av, men
spældi við lítlum sjálvsáliti og misti
eina ørgrynnu av bóltum.
3
Klæmint Matras
Tað haltaði við at finna
viðleikararnar, men mótstøðu
leikararnar fann hann skjótt tá
ið bardagi var um bóltin. Ein
stríðsmaður uttan líka.
3
Róaldur Jakobsen
Fall ígjøgnum í kropsligu
dystunum, men býtti spælið væl og
átti nakrar vandamiklar deyðbóltar
– harav uppleggið til málið.
4
Hanus Thorleifsson
Mest eyðsæddi leikarin á
vøllinum. Gott hugflog, skilagóðar
avgerðir og útinti risa stórt
renniarbeiði.
2
Lukasz Cieslewicz
Var ógvuliga tendraður frá
byrjan, men tað var langt á mál
– nógv rumbul um hann og eyðkendu
avbjóðingarnar manglaðu.
4
Adeshina Lawal
Var bara eyðsýndur í løtum,
men var flytbarur og tók dystin upp
við Linfield-verjuna. Skeyt málið og
harvið yvir miðal.
spælarameting
Pætur Albinus - Tórsvøllur
Tað var við góðum vónum,
at tey í B36 fyrireikaðu seg
til Europa League, har teir í
ár skuldu hitta Linfield. Eitt
lið úr Norðurírlandi, sum B36
fyri tveimum árum síðani
eisini møtti – ta ferðina vann
Linfield brotssparkskapping
eftir at báðir dystirnir vóru
endaðir við málleysum javn
leiki.
Tað skapti eina vón, at
tað var somikið tætt seinast.
Eisini talaði tað B36 til fyri
muns,
at
kappingarárið
her er hálvrunnið, meðan
norðurírar ikki eru farnir í
gongd við sítt enn. Eisini var
talan um eitt styrkt B36-lið,
nú Adrian Cieslewicz, Odmar
Færø og Rógvi Poulsen júst
eru komnir til.
Góða byrjanin versnaði
Høvuðsstaðurin var allan
dystardagin á tamb vorðin
undirdýktur av oysregni,
og neyvan mundi nakar
gruna, at vindurin legði seg
og himmalin klárnaði stutt
undan dystarbyrjan. Tað gav
teimum 766 áskoðarunum
frálík fótbóltslíkindi á Tórs
vølli.
Fyrstu bóltnertingarnar
hjá B36-leikarunum boðaðu
frá góðum. Við skjótum og
góðum spæli var tað B36,
sum átti fyrstu løtuna av
dystinum og trýsti Linfield
langt aftur á vøllin. Hetta
endaði tó eins skjótt sum
tað byrjaði, tí tað tók í at
venda og Linfield setti seg
rætt og slætt á alt. Longu
sendingarnar hjá B36 vóru
als ikki eftir uppskriftini, og
við Adeshina Lawal liggjandi
í einhúsi fremst á vøllinum
hevði stinna Linfield-verjan
lætt við at vinna sær bóltin
og seta álopini í gongd.
Tvey kolldømd mál
Tað vóru tveir hendingarríkir
10 fyrstu minuttir í tann
mun, at bulgarski dómarin,
Nikola Popov, megnaði at
kolldøma ikki færri enn tvey
mál vegna rangstøðu. Fyrst
var tað Andrew Waterworth
hjá Linfield, sum mátti taka
armarnar niður aftur eftir at
hann helt, hann hevði lagt
lið sítt á odda, og minuttin
seinni hendi júst tað sama
fyri Hanus Thorleifsson.
Hetta gjørdist snúnings
punktið í fyrra hálvleiki.
Hesa løtuna fekk Linfield
rimmar gott tak á dystinum.
Skeivar
B36-sendingar
skundaðu undir gestirnar,
sum vóru meiri beinleiðis
í sínum spæli og settu kós
ímóti málinum. Í fleiri at
løgum
mátti
B36-verjan
rudda úr brotsteiginum, og
uttanfyri brotsteigin bíð
aðu Linfield-spælarar sum
svangir hundar at fáa retur
bólt.
Ein slíkan bólt eydnaðist
teimum at umseta til mál
sjey minuttir fyri hálvleik,
tá ið Jamie Mulgrew langaði
til frá brotsteigarmarkinum
eftir at bólturin stakk úr
brotsteiginum. Skotið var
ferðmikið og tók í stongina
áðrenn bólturin brast í netið
til 1-0 til Linfield, sum eisini
gjørdist hálvleiksstøðan.
B36 hamskiftir
Tað man hava verið ríkiligt
at tosa um hjá Sámal Erik
Hentze í hálvleikinum, men
kanska einamest áminningar
um – eins og taktikkur var
undan dystinum – at spæla
sítt spæl og ikki vera fjáltur
stungnir. Tað vóru teir í
fyrra hálvleiki, men ikki
eftir steðgin, tá ið B36 tók
við róðrið og stýrdi dystinum
í stórum løtum.
B36 flutti bóltin betur og
royndu at spæla seg til op í
norðurírsku verjuni, men
tað mátti leitast bæði væl
og leingi. Eitt orð, ið javnan
hoyrdist frá Linfield-leik
arunum, var 'squeeze', ið
merkir at kroysta, og vóru
teir eisini raskir at lystra
boðunum og kroysta seg
saman í verjustøðu.
Men tann, ið leitar, hann
finnur. Tá ið smáir 20 min
uttir restaðu í fann B36
loksins málið. Eftir framúr
frísparksinnlegg frá Róaldi
Jakobsen
stóð
Adeshina
Lawal púra blankur tætt
frammanfyri málinum, hað
ani hann stýrdi bóltinum
lættliga við pannuni og javn
aði til 1-1.
Vátur vøttur
Nú var aftur lív og vón í B36-
leguni.
Sjáldsama
kvirru
heimaáskoðararnir raknaðu
við og nýggjur stríðshugi
birtist í leikarunum at fáa
leiðslumálið,
sum
hevði
komið so sera væl við til
returdystin á útivølli.
Dysturin fekk nýtt lív og
tað lá í luftini, at eitt mál fór
at koma afturat. Møguliga
til B36, sum spældi seg til
Vónirnar til oddaliðið í Effodeildini vóru góðar til dystin ímóti Linfield. Í fyrra
hálvleiki hevði B36 ikki annað uppiborið enn at vera aftanfyri 0-1, og hóast
B36 tók sær um reiggj í seinna hálvleiki og javnaði til 1-1, so vórðu teir
revsaðir fyri úrslitaleyst trýst og Linfield streyk avstað við 1-2-sigri
ímóti
Linfield
1 til 6
(0-1) 1-2
0-1: Jamie Mulgrew, 38.
1-1: Adeshina Lawal, 72.
1-2: Michael Carvill, 88.
Dómari: Nikola Popov (Bulgaria)
Linligt
avrik