mánadagur 7. juli 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 7. juli 2014 · Nr. 76
ítróttur
fótbóltur
fleiri vandastøður, meðan
Linfield-leikararnir
lúrdu
eftir mótálopunum.
Tíverri fyri B36 var tað
tað seinna, sum hendi. Tveir
minuttir fyri leiklok fór
Linfield í mótálop, sum var
væl mynstrað og endaði við,
at innskifti Peter Thompson
legði flatt innlegg úr vinstru,
sum kom sær til ein leysan
Michael Carvill, sum setti
innaru síðu á bóltin og legði
Linfield á odda 2-1.
Hetta var sum vátur vøtt
ur fyri heimaliðið, sum ikki
hevði stundir at skapa nakað
seinastu fáu minuttirnar.
Teir taptu harvið 1-2 í einum
heldur linligum dysti, sum
ikki varð latin upp fyrr enn
seinastu 20 minuttirnar.
Úrslitið ber við sær, at B36
helst má vinna við tveimum
málum í returdystinum í
Belfast týskvøldið. 2-1-sigur
tryggjar tó longda leiktíð
og ein møguligur 3-2-sigur
ella málríkari eitt máls sigur
tryggjar víðari luttøku við
regluni um fleiri útivallar
mál.
albinus@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
B36 Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy ■,
Hørður Askham ■, Andrias H. Eriksen, Odmar Færø
(63. Símun Joensen) – Adrian Cieslewicz (89. Rasmus
Dan Sørensen) Klæmint Matras, Róaldur Jakobsen,
Hanus Thorleifsson (90. Rasmus Dan Sørensen)
– Adeshina Lawal, Lukasz Cieslewicz ■
Linfield Jonathan Tuffey – Jamie Richards,
Chris Hegarty, Mark Haughey (30. Jimmy Callagher)
Matthew Clarke – Ivan Sproule, Stephen Lowry ■,
Jamie Mulgrew, Aaaron Burns – Michael Carvill
(90. Sammy Morrow) Andrew Waterworth
(74. Peter Thompson)
Høvdu
uppiborið
at vunnið
Bara deyðbólturin søkti okkum
Sámal Erik Hentze, venjari
hjá B36, var ikki væl nøgdur
eftir 1-2-tapið ímóti Linfield
á Tórsvølli. Serliga var tað
avrikið í fyrra hálvleiki, sum
hann var misnøgdur við.
– Taktikkurin var at fara
út at tora at spæla dystin og
at tora at spæla okkara egna
spæl. Tað riggaði als ikki í
fyrra hálvleiki. Vit vóru ov
spentir og høvdu ikki tol. Vit
fóru at gúppa og slíkt, sum
vit ikki plaga at gera, og vit
vistu ikki, hvat vit skuldu
gera, segði hann.
– Vit fáa rættað upp á
tingini í seinna hálvleiki og
spæla ein heilt okey seinna
hálvleik. Vit mugu spæla
fyrra hálvleik í seinna dyst
inum sum vit spældu seinna
hálvleik í dag, segði hann
víðari.
Hann helt ikki, at teir
høvdu uppiborið eitt tap.
– Eg haldi ikki, at teir
høvdu uppiborið at vunnið
hendan dystin. Um tað skuldi
verið ein vinnari, so haldi eg,
at vit høvdu betur uppiborið
tað, metir hann.
Hann hevur tó góðar
vónir til seinna dystin í
annaðkvøld.
– Vit fara at spæla fótbólt,
sum vit sóu í seinna hálvleiki
í fyrra dystinun. Vit mugu
hava to log spæla fótbólt.
Um vit spæla okkum fram
til møguleikarnar, so skulu
vit nokk fáa málini, segði
Sámal Erik, sum hevur góðar
vónir um at tað skal eydnast
at spæla seg víðari.
– Tað er altíð 50% møgu
leiki, men eg tori at siga, at
vit hava betri møguleika
enn tað. Vit skulu nú vaska
talvuna reina og vísa hví vit
ongantíð hava tapt á útivølli
í ár, segði Sámal Erik Hentze
at enda.
albinus@sosialurin.fo
Warren Feeney er nýggjur
venjari hjá Linfield, og hann
fegnaðist stórliga um at
hava fingið ein sigur í sínum
fyrsta kappingardysti.
– Hetta var fantastiskt, eg
eri næstan á mánanaum. Eg
trúði upp á mínar leikarar,
og teir gjørdu tað fantastiska
væl. Vit hava vunnið á einum
liði, sum er 15 dystir inni í
teirra kappingarári og eru á
odda við sjey stigum, segði
hann.
– Vit spældu serliga væl í
fyrra hálvleiki, har vit vóru
á bóltinum og stýrdi spæl
inum. Vit vóru eisini væl
við í seinna hálvleiki, har
teir ikki klára at spæla seg
ígjøgnum okkum. Tað var
bara ein deyðbóltur, sum
søkti okkum, segði hann.
– Nú fáa vit ein góðan
flogtúr heim, og so má eg
fara at hugsa um, hvør fær
spælt við týskvøldið, segði
hann at enda.
albinus@sosialurin.fo