mánadagur 7. juli 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 6
I
7. juli 2014
ánadagin í farnu viku boðaði Elektron
frá, at Kjartan Thomassen, sum hevði
sitið sum fyribilsstjóri síðstu fimm
mánaðirnar, eftir at Niels Christian
Nolsøe fór frá fyrst í februar í ár, nú var
settur sum nýggjur stjóri í Elektron.
Hóast talan er um eitt nýtt
andlit í júst hesum stjórastólinum, so
hevur 62 ára gamli klaksvíkingurin
drúgvar royndir frá leiðslu, tí í meira
enn 20 ár var hann stjóri í Samteld, sum
Elektron keypti í 2007.
– Nú er kanska eitt høvi at spyrja
seg sjálvan, hví júst kunningartøkni
bleiv lívsleiðin. Tað lá nokk ikki í
kortunum frá barnaárunum av, tí tá
var kunningartøkni slett ikki til. Eg eri
nummar trý í einum systkinaflokki, har
eg havi tveir eldri beiggjar og eina yngri
systur, og í einum fiskivinnuplássi sum
Klaksvík er tað helst sjógvurin, ið hevur
hug at seta sín dám á, so hjá okkum
dreingjum vóru tað nokk skipararnir har
norðuri, ið vóru stóru fyrimyndirnar,
greiðir Kjartan frá, nú vit hava sett
honum stevnu og sita í friði og náðum í
einum fundarhøli á Elektron, ið kallast
Mega.
– Tað vísti seg eisini, at elsti beiggin
bleiv skipsførari og sigldi við onkrum av
størru cruise-skipunum hjá DFDS, so tað
kundi jú verið ein møguleiki hjá mær
við. Men næstelsti beiggin fór niður á
skeið í programmering, og tað fangaði
eisini mín áhuga, so eg valdi at fara
tann vegin. Eg kann til stuttleika nevna,
at hann starvast sum programmørur
á Elektron, so nú eri eg altso stjóri hjá
beiggja mínum, sum var orsøk til, at eg
eisini valdi hesa leiðina.
Sjálvur fór Kjartan Thomassen í læru
á P/F Data í 1971, har hann formliga
lærdi til elektronikkmekanikara við
skúlagongd í Sønderborg og øllum,
sum skuldi til. Men hann hevði ikki
verið lærlingur í meira enn tvey ár, tá
hann bleiv tekniskur leiðari og hevði
høvuðsábyrgd av høvuðsteldunum, sum
vóru har.
– Longu um tað mundið hendi tað seg
meira enn so, at eg setti fótin innum á
Elektron, tí vit arbeiddu nógv saman við
Elektron. Vit vóru tveir, sum skiftust í
summarfríðtíðini tey fyrstu trý ella fýra
árini, men so hvørt sum meira fólk kom
í starv á báðum støðum, endaði tann
mannagongdin heilt náttúrliga, sigur
hann.
– Síðani var tað gjarna so, at tey
fólkini, eg fekk aftur at mær, vóru
nógv betri útbúgvin enn eg, men mín
fyrimunur var nokk, at eg var so mikið
spesialiseraður innan EDV-økið,
meðan hini ofta vóru nógv meira breitt
útbúgvin. Og tað var helst eisini ein
fyrimunur fyri meg, at eg byrjaði so
tíðliga í hesum fakinum.
– Eg skal ikki siga, at vit í Føroyum eru dugnaligari enn onnur, men av tí at vit eru smærri og hava
nógv styttri arbeiðsgongdir, gevur tað okkum møguleika til á øllum økjum at vera minst líka
dugnalig sum onnur. Og tað er eitt mál, sum eg haldi, at vit eiga at seta okkum, sigur nýggi stjórin
í Elektron, Kjartan Thomassen, ið hevur væl yvir 40 ára royndir í føroysku KT-vinnuni
Tekst og myndir: Hilmar Jan Hansen
Føroyar
kunnu
ganga
undan
framhald...
Profilurin: Kjartan Thomassen