Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 nr. 6 I 7. juli 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Sum dømi um munin á fyrr og nú, nevnir Kjartan Thomassen ta fyrstu telduna, hann arbeiddi við á Data, sum var til holkort og hevði eitt minni upp á bara 8 kB, sum er svartasta einki í dag. – Men hóast tað var lítið og smátt, so koyrdu vit landskassalønir, pensjónir, lønir fyri stórar entreprenørar, debitorroknskap fyri eitt ótal av forrætningum og alt møguligt annað ígjøgnum telduna, flennir Kjartan, meðan hann lyftir fartelefonina av borðinum og minnir á, at hon hevur ein heila, sum er fleiri túsund ferðir størri enn fyrsta teldan á Data. Pionerarbeiði – Tað var P/F Poul Hansen, sum átti P/F Data, so har var talan um pionerarbeiði, sum veru­ liga vildi nakað, tí hetta var á hesum økinum langt framman fyri sína tíð, sigur Kjartan, ið vísir á, at har dugdu tey at síggja møguleikar við elektroniskari dátuviðgerð, langt áðrenn onnur sóu hesar møguleikar. Og so við og við komu eisini onnur uppí, millum annað megin­parturin av almennu umsitingini, sum tá var. Kjartan Thomassen starvaðist á Data, til Petur Rouch og hann í 1985 fóru úr starvi har og byrjaðu fyri seg sjálvar við eini nýggjari fyri­tøku, ið kallaðist Samteld, og sum kom at vera arbeiðsplássið hjá Kjartani tey næstu gott og væl tjúgu árini. – Tað vóru stjórarnir hjá tí almenna, sum heittu á okkum um at stovna eina fyritøku og umleggja tær skipanir, sum vóru hjá tí almenna og sum var tað, ið frammanundan koyrdi hjá Data. Sostatt hildu Petur og eg fram við teimum uppgávum, sum vit høvdu røkt áðrenn á Data, greiðir Kjartan frá. – Sagt í stuttum, so hildu vit okkum til at skraddaraseyma skipanir, sum vóru bundnar at føroyskari lóggávu, umframt aðrar skipanir. Hesar uppgávur vunnu vit í útbjóðing, og Samteld kom at vera ein programmørfyritøka burturav. Sjálvur var eg stjóri øll árini, til Elektron keypti fyritøkuna í 2007, og tá vóru aðrir eigarar komnir aftrat, umframt at Petur langt síðani var farin víðari. Samteld byrjaði við trimum fólkum, men at enda vóru tey 20 fólk í starvi, og millum upp­gávurnar kann nevnast, at Samteld var við til at gera Fíggjarskipan Landsins í 1996 saman við danska VM Data, umframt at Samteld var við til at implementera THS-skipanina, sum er læknaskipanin við elektroniskum patientjournalum, sum allir kommunulæknarnir og sjúkrahúsini í Føroyum koyra eftir í dag. Tað hendir javnan, at størri fyritøkur keypa smærri fyritøkur upp, og Kjartan Thomassen heldur tað eisini vera eina náttúrliga gongd, at Elektron endaði við at yvir­taka Samteld. Fyri hann merkti tað so eisini, at hansara nýggja arbeiðspláss bleiv Elektron, har hann nú hesi síðstu árini hevur starvast sum tekniskur leiðari og hevur havt við alt tað at gjørt, sum fevnir um raksturin. – Sum eg havi sagt tað onkuntíð fyrr, so merkti skiftið frá Samteld til Elektron, at eg fekk mítt dreymastarv við mínum dreymastjóra, sum var undanmaður mín, Niels Christian Nolsøe. Sjálvur hevði eg ongar ambitiónir um at gerast stjóri her, so tað var slett ikki tað, sum eg fór eftir, sigur Kjartan. – Hinvegin, so eri eg fegin um at hava fingið hetta álitið, nú tá tað er blivið, sum tað er. Sum heild eru yvirskipaðu uppgávurnar fyri ein stóran part tær somu, sum tá eg var stjóri í Samteld, men sjálvandi er nógv meira fokus á eina so stóra fyritøku sum Elektron, so upp á tann mátan er tað øðrvísi. Fokus á Føroyar Samstundis sum Elektron fyri góðari viku síðani boðaði frá, at nýggjur stjóri var settur, varð eisini sagt, at fyritøkan hevur broytt kós og fokuserar meira á tænastur til føroyska marknaðin. Eitt nú er skrivstovan í Danmark latin aftur í ár, og Elektron ætlar at styrkja sína støðu sum ein av størstu KT-fyritøkum í Føroyum, og miðvíst verður arbeitt við at víðka kundaskaran innan KT-loysnir til bæði tað almenna og vinnuna. – Sum ein náttúrligur partur av hesum, fara vit í august saman við nevndini í holt við at seta út í kortið, hvussu okkara strategi skal verða. Sum sagt, so verður meira fokus á Føroyar, samstundis sum hitt fokusið er slept, og størri dentur verður yvirhøvur lagdur á føroyskar uppgávur, sigur Kjartan Thomassen. – Framvegis eru vit veitarar hjá SDC, og møguliga fara vit at økja tann partin. Vit fara ikki at leita eftir nýggjum marknaðum niðri, men koma heldur at vera í skipaðum samstarvi sum undirveitari hjá SDC, og av tí sama verður Elektron ikki so sjónligt á danska marknað­inum. At skrivstovan niðri er latin aftur, er kanska meira av juridiskum týdningi, tí vit hava framvegis nøkur fólk, sum arbeiða sum produktveitarar og supportarar, men tað fara vit so líðandi at slúsa út. Samstundis ásannar nýggi Elektron-stjórin, at tað er eitt sindur avmarkað, tá talan er um, hvørji øki tað ber til at fara inná í Føroyum, men hann dylur ikki fyri, at hann kundi hugsað sær, at tað almenna var eitt sindur meira virkið, enn tað er í dag. Eisini heldur hann, tá tað kemur til júst kunningartøkni, vildi verið ynskiligt, um tað almenna hevði fleiri visjónir á hesum økinum. – Sjálvandi er tað eisini ein spurningur um at duga at selja sínar visjónir í politisku skipanini, men tað er ein sannroynd, at digitalt eru Føroyar ein eftirbátur. Í dag verður sagt, at tað eru tvey ting, sum eru av­ ger­andi fyri, um ein fyritøka yvirlivir, og hjá tí almenna snýr tað seg um, at tú mást brúka KT, um tú skalt rationalisera og effektivisera, tí gert tú ikki tað, fer almenna umsitingin bara at bólgna uppaftur meira, sigur Kjartan Thomassen. Millum annað undrast hann á, hví talgild undirskrift ikki er komin til Føroya enn, tí hann heldur, at talgild undirskrift kundi blivið lykilin til ymsar nýggjar og effektivari arbeiðs­gongdir, og sum dømi nevnir hann, at eitt nú hevði borið til at fingið automatiserað manna­gongdirnar fyri tinglýsing við talgildari undir­skrift. – Vit uppliva framgongd á júst hesum øki, so tað vildi verið upplagt, at tað almenna eisini tók stigið fult út. Eg kann nevna, at MínBoks, sum vit eiga saman við Posta, og sum gera tað møguligt at fáa postin elektron­ iskan, gongur so mikið væl, at har hava vit 11.000 brúkarar nú. Men hevði samfelagið í størri mun verið fortalari fyri slíkum skip­ anum, høvdu vit verið nógv longur frammi nú, so øll høvdu brúkt tað. MínBoks sparir pappír og minkar kostnaðin av at flyta brøv og post, so er er nakað grønt og um­ hvørvisvinarligt í hesum eisini. Til samanberingar nevnir Kjartan, at bara hetta við elektroniskum roknskapum, sum nú er komið til Føroya, fyri langari tíð síðani varð sett í verk niðri í Europa við góðum úrslitum, so eingin orsøk er til, at Føroyar altíð skulu koma aftaná. Smátt er eisini gott – Vit hava altíð lyndi til at bíða eftir hinum, men eg kundi hugsað mær at vent tí á høvdið og spurt, hví vit ikki heldur skulu vera allar­ fremst. Vit hava allar fortreytir fyri tí, tí vit hava eitt samfelag, sum í so nógvar mátar er øgiliga frammarlaga. Her hava vit allar tær funktiónir, sum eitt stórt samfelag hevur, men av tí at tað er í nógv minni formati, er tað lætt og ómaksleyst at samskifta, tí alt er nógv meira yvirskoðiligt, sigur stjórin í Elektron. Sum dømi um hetta nevnir hann, at í Føroyum er einki til hindurs fyri, at mennarin og skriv­stovustjórin sita við sama borð, men at hetta eitt nú ikki hevði komið fyri í Danmark, har nógv størri glopp er millum teir ymsu partarnar, ið samstarva um at skapa loysnirnar. – Tí áttu Føroyar at verið eitt upplagt stað, tá tað kemur til at vera í fremstu røð innan KT, tí vit sleppa undan næstan øllum teimum útreiðslum, onnur hava av tí nógva sam­skiftinum, ið krevst. Hjá okkum er tað nógv lættari at arbeiða við loysnunum, tí vit næstan mala um beinini á hvørjumøðrum og kunnu tí í eini skjótari vend semjast um tingini. Alt er tættari og lættari hjá okkum, og tí áttu vit sum samfelag og land at dugað betur at brúkt henda fyrimunin, sigur Kjartan Thomassen. – Hóast vit eru so pinkalítil í vavi, hava vit akkurát sama problematikk sum onnur, men Profilurin: Kjartan Thomassen Sagt í stuttum, so hildu vit okkum til at skraddaraseyma skipanir, sum vóru bundnar at føroyskari lóggávu, umframt aðrar skipanir. Hesar uppgávur vunnu vit í útbjóðing, og Samteld kom at vera ein programmør­fyritøka burturav. Sjálvur var eg stjóri øll árini framhald... Mynd: hilmar jan hansen