mánadagur 7. juli 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
nr. 6
I
7. juli 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
ALS steðgar
ulla-
móttøku
um tað sær út nú, verður als
ongin skipað og miðsavnað
innsavning av ull í ár. Í øllum
førum verður tað ikki Arbeiðs
loysisskipanin, ALS, ið fer at
standa fyri nakrari ullamóttøku,
eins og arbeiðsloysisskipanin
gjørdi í fjør.
– Orsøkin er einføld, teir
aktørarnir, ið áttu at sýnt
ullamóttøkuni áhuga – landsstýrið, Búnaðar
grunnurin, Búnaðarstovan og Bóndafelagið
– gera tað ikki, sigur Høgni í Stórustovu,
deildarleiðari í ALS.
– Vit átóku okkum uppgávuna at standa
fyri ullamóttøku í fjør og høvdu vónað og
eisini ætlað, at átakið kundi halda áfram í
ár, men vit hava júst fingið noktandi svar frá
Búnaðargrunninum, sum vit aftur hesaferð
høvdu søkt um stuðul til verkætlanina.
– Tað er ikki uppgávan hjá ALS at átaka
sær fíggjarliga ábyrgd av, at hetta tilfeingið
kemur til høldar. Innsavningin og skiljingin
av ullini er eisini sera arbeiðskrevjandi og
krevur harafturat servitan, so vit kunnu ikki
átaka okkum hesa uppgávuna einsamøll. Tí
mugu vit tíverri siga, at vit skipa ikki fyri
nakrari ullamóttøku í ár, sigur hann.
Aðra staðir her á síðunum undrast Jacob
Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðar
málum, seg yvir, hví ALS ikki bara kann heita
á fólk um at lata ullina fyri onki, tí tað er eins
lætt og at koyra hana burtur, men Høgni
í Stórustovu sigur, at byrðan kortini hevði
verið ov stór.
– Øll skipanin av arbeiðnum – innsavning
av ullini, skiljing, pakking, avskiping og
annað – er so umfatandi og kostnaðartung, at
kostnaðurin hevði verið ov stórur fyri okkum,
sjálvt um vit fingu ullina fyri onki. Ullafram
leiðsla er jú ikki eitt kjarnuvirksemi hjá ALS,
sigur hann.
Væleydnað átak
Deildarleiðarin harmast, at ullainnsavningin
nú dettur niðurfyri aftur, tí hann heldur inn
savningina í fjør vera stak væleydnaða.
– Tað var eitt gott og meiningsfult átak
við nógvum viðspælarum: IRF stillaði bingjur
upp og flutti ullina ókeypis til Kollafjarðar,
Royndarstøðin hjá Búnaðarstovuni hýsti mót
tøkuni ókeypis, Búnaðargrunnurin stuðlaði,
og vit fingu aktiverað fólk í ALS-skipanini
við meiningsfullum arbeiði, sigur Høgni í
Stórustovu og leggur afturat:
– Ullin er eitt tilfeingið, sum eigur at
koma til høldar, tí talan er um eitt virði við
potensjali fyri einari lønandi vinnu, og hetta
var eisini tankin, tá vit orðaðu umsóknina um
stuðul úr Búnaðargrunninum.
Búnaðargrunnurin stuðlaði verkætlanini
í fjør við sløkum 220.000 krónum, og ALS
hevði væntað sær nakað tað sama í ár.
Vinnublaðið ætlaði at spyrja Regin I.
Jakobsen, stjóra í Búnaðargrunninum, hví
grunnurin ikki vildi ganga umsóknini á møti
aftur í ár. Men hann er í summarfrí og var ikki
at hitta. Tá stuðulin varð játtaður í fjør, legði
Búnaðargrunnurin tó dent á, at talan ikki var
um eina afturvendandi játtan.
Høgni í Stórustovu sigur, at um onkur fær
broytt fortreytirnar í einari knappari vending,
so kann ALS eisini broyta støðu:
– Um tað skuldi verið soleiðis, at onkur í
11. tíma kemur við neyðugu pengunum ella
til dømis fær ávirkað Búnaðargrunnin til at
broyta støðu, so hann kortini vil stuðla eini
verkætlan aftur í ár, so eru vit til dystin fús at
skipa fyri ullamóttøku – tað skal ikki standa á,
sigur hann.
s
Hóast ullamóttøkan í fjør eydnaðist stak væl, skipar ALS ikki fyri nakrari móttøku í ár, um ikki
onkur í 11. tíma kemur við neyðugu pengunum. Búnaðargrunnurin hevur sýtt umbønini um stuðul,
og ALS sær tað ikki sum sína uppgávu sjálvt at bera kostnaðin av ullainnsavningini. Teir, ið áttu at
sýnt ullamóttøkuni áhuga, gera tað ikki, staðfestir Høgni í Stórustovu, deildarleiðari í ALS
Ingolf S. Olsen
– Ullin er eitt tilfeingið, sum eigur
at koma til høldar, tí talan er um
eitt virði við potensjali fyri einari
lønandi vinnu, sigur Høgni í
Stórustovu, deildarleiðari í ALS
Tema: Føroyksa ullin
Mynd: Álvur Haraldsen