Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 6 I 7. juli 2014 ALS ætlaði meira Arbeiðsloysisskipanin hevði ambisjónir um at vera við til at menna eina nýggja vinnu í Føroyum, tá hon í fjør tók Árna og Karin Brattaberg upp á orðið og setti seg í oddin fyri ullainnsavningini. Nú dettur ætlanin tó longu niðurfyri aftur vegna vantandi fígging LS tók Karina og Árna Bratta­berg, ið eiga og reka ull­vøru­fyritøkuna Sirri, upp á orðið, tá tey í 2012 boðaðu frá, at tey fóru at gevast við ull­ainn­savn­ingini og bjóðaðu seg at leggja lag á, um onkur vildi taka yvir. Men ALS hugsaði longur enn bara at fáa nøkur arbeiðs­leys fólk aktiverað í eini handavending. Ambisjónin var at leggja lunnar undir eina var­andi vinnu. Alt hetta stendur at lesa í drúgvu frágreiðingini, sum ALS í desember skrivaði um verkætlanina. Í frágreiðingini er eisini endurgivið úr stuðulsumsóknini, sum ALS í fjør sendi Búnaðargrunninum, og har varð millum annað skrivað soleiðis: Vón um vinnu »Ull er náttúrutilfeingið, sum kann gagn­ nýtast, umframt at hon hevur týdning fyri fram­tíðar ferðavinnu, sniðgeving og kann møgu­liga verða grundarlag undir komandi verk­ætlanum ella vinnum. Ætlanin er at savna, flokka og pakka ullina, so hon er klár at selja áhugaðum seljarum um­framt møguliga at nýta partar av ullini til framtíðar verkætlanir. Tey, sum fara at arbeiða í verkætlanini, fara at fáa skeið í hagreiðing av ull, og ser­frøð­ingur úr Noreg kemur til Føroya at greiða frá. Enda­málið er at hækka vitanarstøðið um ull og fam­leiðslu, so tað á henda hátt møgu­liga kann spyrjast vinna burtur úr ullini í Føroyum.« Búnaðargrunnurin játtaði umsóknini í fjør, sum snúið seg um at lata teimum, ið lótu ull, fimm krónur í stuðuli fyri hvørt kilo av ull. Men sambært frágreiðingini lat ALS 1,48 krónur fyri kilo í stuðli umframt tær fimm krón­urnar. Arbeiði til 12 Ein støðugur hópur á 12 fólk í ALS-skipanini gjørdu arbeiðið á Royndarstøðini, har ullin fyrst varð grovskild í litir og síðani fínskild. Til samans komu 48 tons av ull inn, har­av sløk 43 tons vórðu pakkað og send til Ong­lands at vaska. Síðani varð ullin boðin út á upp­boðs­sølu, og her keypti Sirri nógv tann størsta partin. Niðurstøðan í frágreiðingini hjá ALS er, at ullainnsavningin var sera væl eydnað, og tey flestu av málunum, tey frammanundan høvdu sett sær, vóru rokkin. Í frágreiðingini stendur soleiðis: »Samanumtikið kann sigast, at verk­ætlanin við ullini eydnaðist betur, enn nakar droymdi um. Fólkini dugdu sera væl at fylgja við, at einki steðgaði upp og at broyta manna­gongdina, tá ið tað var neyðugt, so arbeiðið gekk javnt allastaðni. Netverk og vinarløg vórðu skapt, og fólkini siga við ein munn, at hava tey ikki fingið ar­beiði næsta ár, eru tey til reiðar at koma aftur. Um fígging fæst, eru nøkur eisni fús at standa fyri innsavningini.« Men sum Høgni í Stórustovu, deildar­ leiðari í ALS, staðfestir í aðrari grein, so verður hetta tó av ongum í ár, tí ongin fígging fekst. A Mynd: karis við brúgv