mánadagur 7. juli 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
nr. 6
I
7. juli 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
Karin og Árni Brattaberg hava rikið ullvørufyritøkuna Sirri í Vági síðani 1998 og brúka onga aðra ull enn
føroyska í framleiðsluni, ið øll fer fram í Panevezys í Litava. Síðani 2000 hava tey keypt eina stíva helvt av
allari tí føroysku ullini, til samans 500-600 tons. – Vónandi kunnu vit halda fast um bert at brúka føroyska
ull, men steðgar innsavningin, hava vit bara ull niður fyri til eitt árs framleiðslu, sigur Árni Brattaberg
Tema: Føroyksa ullin
ongu fyri tveimum árum síðani
gjørdu Karin og Árni Brattaberg í
Vági, ið eiga føroyska brandið og
ullklædnafyritøkuna Sirri, greitt, at
tey góvust at ferðast kring landið
at keypa ullina, tá áseyðaroytingin
var av. Tað høvdu tey gjørt í 13 ár
tá. Í fjør vóru tey tó og løgdu lag á,
tá ALS stóð fyri innsavningini, og
tey keyptu eisini at kalla alla ullina.
Men nú roytingin er fyri í ár, og fjøllini
verða gingin, er aftur óvissa um, hvørt tað
slepst av við ullina, og Árni Brattaberg, stjóri
í Sirri, er avgjørdur um, at tey fara ikki aftur
at átaka sær tað stóra og strævna arbeiðið at
fartast kring alt landið eftir ull.
– Eg verði 69 fyrsta dagin, og Karin er 70,
so tað lívið orka vit ikki longur. Vit keypa
fegin ullina, men landbúnaðurin – feløgini
í landbúnaðinum og ikki minst politiski
myndugleikin – mugu taka ábyrgd av, at ullin
kemur til høldar og ikki verður brend. Tað er
jú eisini brot á lógina at brenna ullina, sigur
hann.
10 krónur kilo
Tá Sirri keypti ullina og sjálvt stóð fyri inn
savningini, var skipanin so, at fólk annað
hvørt kundu fáa fýra krónur fyri kilo ella
ullvørur í býti. Tað riggaði væl, men Árni
Brattaberg heldur, at skulu vit hava eina
støðuga skipan, sum tryggjar, at fólk tímir
at fáa ullina til høldar, so má prísurin upp á
minst 10 krónur kilo fyri góða ull.
– Men skal tað hanga saman, so má al
mennur stuðul á eina hálva millión krónur
um árið til. Landbúnaðurin fær stuðul
frammanundan, og eg haldi absolutt, at ulla
framleiðslan eisini eigur at stuðlast, so hetta
góða og aldargamla tilfeingið ikki bara verður
koyrt burtur, sigur Árni Brattaberg.
Tá ALS stóð fyri innsavningini í fjør,
stuðlaði Búnaðargrunnurin verkætlanini
við sløkum 220.000 krónum, og IRF stillaði
bingjur upp kring landið at lata ullina í og
flutti hana síðani ókeypis til innsavningar
miðstøðina á Royndarstøðini hjá Búnaðar
stovuni í Kollafirði. Ullin bleiv sambært
verkætlanarfrágreiðingini hjá ALS avroknað
við 6,48 krónum fyri kilo.
– Tann prísurin er ov lágur, men annars
riggað skipanin í fjør óføra væl. Fyri IRF var
tað væl sagtans eisini eitt gott gerðabýti, tí
tað kostar teimum pengar at brenna ullina.
Trúðfesti
Tó at tað ikki hevur verið nakað pengaligt
kvetti at gera sær ómak og leggja orku í at fáa
ullina til høldar, hagreiða hana og selja hana
til Sirri, hava nógvir bøndur og traðarmenn
kortini verið sera trúgvir leverandørar, sigur
Árni Brattaberg. Stívliga helvtin av allari tí
føroysku ullini kemur til høldar, og síðani
2000 hevur Sirri keypt nógv tann størsta
partin.
– Tey flestu seta eina æru í at fáa ullina
til høldar, og halda tað vera skomm at koyra
hana burtur. Eisini á støðum, haðani tað
er torført at flyta ullina, hava tey verið sera
trúgv. Til dømis á Skarði, haðani vit hvørt ár
hava fingið ull. Men í fyrraárið hevði viðrað
so illa, at ullin av Skarði ikki var komin til
Kollafjarðar dagin fyri, at evsta freistin at
koma við henni var úti, so eg hevði avskrivað
hana. Men mín sann, um hon ikki stóð har
dagin eftir, sigur hann.
Men tað er ikki bara fyri skomm skyld, at
tað hevur týdning at fáa ta føroysku ullina til
høldar, hóast hon ikki longur er tað gullið,
hon var í forðum. Føroysk vørumerki – brand
– ið hava vunnið altjóða viðurkenning, eru
vorðin til við støði í føroysku ullini og før
oyskum bindingarsiði og -sniði: Sirri, Guðrun
og Guðrun, Navia og Snældan.
Stuðul má til
– Verður rætt atborið við gagnnýtslu av ullini
og góðari marknaðarføring, so kann fíggjarligt
grundarlag helst skapast undir føroyskari
ullvøruframleiðslu, soleiðis at hon einaferð
verður stuðulsfrí. Men sum er, er neyðugt
við stuðli, og tað má gerast við einari fastari
játtan á fíggjarlógini, so trygd hvørt ár verður
fyri, at tey, ið hava seyð, sleppa av við ullina,
sigur Árni Brattaberg.
Sirri hevur alla sína framleiðslu í
Panevezys í Litava, men brúkar bara føroyska
ull til sínar ullvørur. Hvør lagnan hjá fyri
tøkuni verður, um føroyska ullainnsavningin
steðgar, veit Árni Brattaberg ikki.
– Tað mugu vit taka støðu til til ta tíð, um
tað verður so illa statt. Ein møguleiki er sjálv
sagt at sleppa føroysku ullini og fara at brúka
útlendska í staðin, men tað vildi verið stórt
spell, sigur hann.
Sirri keypir fegin ullina, nú áseyðaroytingin er fyri, men ullklædnafyritøkan fer ikki at taka stig til nakra
innsavning av ullini. Tað orka vit ikki meira, sigur Árni Brattaberg, stjóri. Hann heldur, at landbúnaðurin
og politiski myndugleikin mugu taka ábyrgdina, og at ullin má á fíggjarlógina við einari hálvari millión
um árið, um vit ikki aftur skulu enda við at brenna ella tyrva meginpartin av føroysku ullini
Ingolf S. Olsen
Onkur má taka ábyrgd
Brattaberg:
L
Mynd: álvur haraldsen