Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 nr. 6 I 7. juli 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum ALS-avgerð kemur óvart á Búnaðar- stovuna að kemur púra óvart á Bjørn Patursson, stjóra á Búnaðar­ stovuni, at ALS hevur gjørt av ikki at standa fyri nakrari ullamøttøku í ár, tí Búnaðargrunnurin hevur havnað umsóknini um stuðul til verkætlanina. – Hetta er harmuligt at hoyra, men tað er púra nýtt fyri mær, so eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal siga um tað annað enn, at tað ger meg keddan. Ongin hevur tosað við meg um, at verkætlanin verður av ongum. Tvørturímót er tað stutt síðani, at eg tosaði við ein, sum hevði tosa við ALS, og tá fekk eg ta greiðu fatan, at skipanin frá í fjør fór at verða endurtikin í ár, sigur hann. Sólskinssøga Búnaðarstovan var innsavningarmiðstøð í fjør, eins og hon eisini var tað tey seinastu árini, tá Karin og Árni Brattaberg stóðu fyri innsavningini. Øll útgerðin stendur eis­ini klár í fjósinum á Royndarstøðini hjá Búnaðar­ stovuni í Kollafjarðardali. – Verkætlanin í fjør var ein sólskinssøga, har fleiri ymiskir stovnar megnaðu at arbeiða væl saman – vit, sum løgdu høli til og veittu ráð­geving, IRF, Búnaðargrunnurin og ALS. Tað er stórt spell, um tað nú bara dettur niður­fyri, sigur Bjørn Patursson. Búnaðarstovan eigur ongar pengar at stuðla við, sigur hann. – Men eg kann so royna at gera mína ávirkan galdandi onkustaðni og hjálpa til at skaffa pengar. Eg ætli mær so at tosa við ALS um støðuna. Tað er ringt at fáa nakran vinn­ing burtur úr føroysku ullini, og tað er altíð keðiligt at skula ganga við hattinum í hondini, men hinvegin er tað bæði stórt spell og skomm, um ullin fer fyri onki, sigur stjórin á Búnaðarstovuni. Vandi fyri dálking Hann óttast eisini, at ullin í størri mun fer at liggja og dálka í náttúruni, um ongin tekur ímóti henni. – Sjálvandi royna tey flestu at fáa ullina til høldar, men vandin fyri, at meira av henni fer at liggja og sløðast í náttúrini, verður størri, um ongin skipað innsavning er, staðfestir Bjørn Patursson. Eisini hann heldur, at neyðugt er við almennum stuðli, um ullin fram eftir skal verða gagnnýtt. – Tað vísir seg, at ullin blívur ikki til pengar fyrr enn í øðrum liði – tá hon er spunnin og liðugt virkað til klædnapløgg. Soleiðis er eisini aðra staðir, til dømis í Noregi, men har verður ullaframleiðslan dyggiliga stuðlað av tí almenna, sigur hann. Bjørn Patursson heldur tó, at øll, ið onkurs­vegna varða av føroysku ullini, eisini eiga at kenna størri ábyrgd av at fáa hana gagn­nýtta. – Bóndafelagið, Óðalsfelagið, lands­ myndug­leikarnir og vit, landbúnaðar­stovn­ arnir, øll eiga vit at vera meira aktiv í hesum roynd­unum. Men í summar høvdu vit tó øll roknað við, at ALS aftur fór at standa fyri inn­ savningini, sigur hann og leggur afturat: – Men útgerðin stendur øll her, so um onkur bjóðar seg fram, vil Búnaðarstovan fegin leggja bygningar og útgerð til og hjálpa til við vegleiðing og ráðgeving. T Stjórin á Búnaðarstovuni helt við vissu, at skipanin við ullainnsavningini, sum ALS stóð fyri í fjør, fór at verða endurtikin í ár Ingolf S. Olsen Tema: Føroyksa ullin – Vit veittu høli, hjálp og ráðgeving í fjør og høvdu væntað at skula gera tað sama í ár. Tað er sera harmiligt, um ongin ullamóttøka verður í ár, sigur Bjørn Patursson, stjóri á Búnaðarstovuni. Øll útgerðin at turka og pakka ullina stendur klár í fjósinum á Royndarstøðini hjá Búnaðarstovuni, og stjórin sigur, at tey fegin leggja bæði høli og útgerð til umframt vegleiðing og ráðgeving, um onkur bjóðar seg fram Mynd: álvur haraldsen