mánadagur 7. juli 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 6
I
7. juli 2014
Alneyðugt við
føstum kørmum
Bjartur Brekkstein, røktari á Velbastað,
hevur verið á fjalli og hevði roknað við, at
ALS tók ímóti ullini aftur í ár. Fastir karmar
eru avgerandi, so ein hvørt ár veit, at tað ber
til at sleppa av við ullina, heldur hann
íðani Bjartur Brekkstein
fyri trimum árum síðani
tók av at røkta ættarfestið
á Velbastað, hevur hann
hvørt ár syrgt fyri at fingið
ullina til høldar, og higartil
hevur heldur ongin trupul
leiki verið við at sleppa av
við ullina. Tey bæði fyrstu
árini lat hann ullina bein
leiðis til Karin og Árna Brattaberg, og í
fjør keypti ALS hana.
Fyri viku síðani var hann so aftur á
fjalli og fekk seyðin royttan. Hagin ber 90
áseyðir. Ullin, eini 120-130 kilo, varð øll
stúvað í stórar sekkir, klár at selja.
– Eg hevði væntað, at ALS aftur tók
ímóti í ár, men gera teir ikki tað, so veit
eg ikki, hvat vit nú skulu gera við ullina,
sigur Bjartur Brekkstein.
Hann hevur gott pláss at goyma ull í
fleiri ár, um tað skal vera, tí neytafjósið
stendur tómt. Tá Bjartur Brekkstein tók
av at røkta festi fyri beiggja sín, var tað
nevniliga fyri bert at røkta seyðin.
– Men skal ullin goymast leingi, veit
eg ikki, um eg ikki verði noyddur at
taka hana úr aftur sekkjunum at turka
betri. Og kanska má hon skiljast í litir,
um nakar skal vilja keypa hana. Tað var
annars so ómakaleyst í fjør, tá ALS tók
sær av øllum tí arbeiðnum, sigur hann.
Rættur hugburður
Als lat umleið hálva sjeyndu krónu fyri
kilo í fjør
– Tað verður ongin ríkur av, men
sjálvandi er tað betri enn onki. Fyri meg
snýr tað seg tó meira um at sýna góðan
hugburð, tí eg haldi tað vera skeivt at
koyra ullina burtur. Áðrenn ALS tók
ímóti, máttu vit sjálvi skilja ullina í litir.
Tað var eitt stríð at skilja, og tað tók
langa tíð, men tað gjørdu vit tó fegin
heldur enn bara at koyra ullina burtur,
sigur Bjartur Brekkstein.
Hann heldur tó, at tað er alneyðugt
við føstum kørmum, so bóndur og
traðarmenn hvørt ár vita, at tað ikki er
neyðugt at koyra ullina burtur, tí onkur
er, sum tekur ímóti.
– Hevði prísurin so verði einar 10-15
krónur kilo, so vænti eg, at at kalla øll
tann føroyska ullin kom til høldar, men
tað gerst sjálvandi ikki uttan stuðul, stað
festir røktarin á Velbastað.
Sjálvur setir hann tó ikki stór krøv um
kontanta avrokning.
– Tá Brattaberg-hjúnini sjálvi tóku
ímóti ullini, fekk eg fimm fínar troyggjur
aftur fyri 190 kilo av ull, og tað helt eg
vera ein stak góðan handil, sigur Bjartur
Brekkstein.
S
Røktingarmaður:
– Hevði prísurin verði einar 10-15 krónur kilo, so vænti eg, at at kalla øll
tann føroyska ullin kom til høldar, men tað gerst sjálvandi ikki uttan stuðul,
sigur Bjartur Brekkstein, røktingarmaður á Velbastað. Tey vóru á fjalli
seinasta mánadag. Henda myndin er tó frá roytingini í fyrraárið
Myndir: karis við brúgv