Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 nr. 6 I 7. juli 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Tema: Føroyksa ullin isini fyri Jacob Vestergaard, fiski­ málaráðharra, ið eisini varðar av landbúnaðarmálum í lands­ stýr­inum, vóru tað spildur­nýggj tíðindi, at ALS ikki ætlar at skipa fyri ullamóttøku í ár. – Um tað er so, og avleiðingin verður, at man koyrir ullina burtur, so er tað als ikki gott. Eg visti onki um hesa støðuna, og eg vænti avgjørt ikki, at eg fái gjørt nakað við trupulleikan í ár, tí nú er so langt útliðið, at fjøllini longu verða gingin í royting, sigur hann. Landsstýrismaðurin sigur, at hann undir ongum umstøðum ætlar sær í Løgtingið at biðja um eina eykajáttan at stuðla ulla­fram­ leiðsluni við í ár, men hann vísir als ikki aftur, at stuðul kann koma upp á tal, tá farið verður undir at smíða fíggjarlógina fyri næsta ár. Neyðugt við stuðli Talan verður heldur ikki um nakra politiska nýskapan, um so er, at hann biður um pengar á fíggjarlógini til endamálið, tí til fyri nøkrum árum síðani fekk ullaframleiðslan prísstuðul um løgtingsfíggjarlógina. – Tað er í øllum førum nakað, vit mugu kjakast um og viðgera. Vit mugu staðfesta, at tað er so lítið lønsamt at fáast við ull í Føroyum, og tað hevur ikki borið til at fáa tað burturúr, sum er neyðugt fyri at fáa ein vinnu­ligan rakstur. Tí eiga vit helst at hava ein ávísan stuðul inni. Kjøtframleiðslan verður jú stuðlað frammanundan, so hví ikki eisini ullin. Tað er heldur ikki bara í Føroyum, at ullaframleiðslan hevur almennan stuðul fyri neyðini, soleiðis er allastaðni, sigur Jacob Vestergaard. Árni Brattaberg sigur í aðrari grein, at um ein hálv millión krónur verður latin í prís­ stuðli til ullaframleiðsluna um árið, so kunnu bøndur og traðarmenn fáa einar tíggju krónur fyri kilo. – Nú hevur okkara politiska skipan ikki serliga stórt rásarúm fyri almennum vinnu­ stuðli yvirhøvur, men eg haldi tó ikki, at ein upp­hædd í hasi støddini er ræðandi. Í øllum førum vil tað vera ótrúliga spell, um ongin ulla­móttøka nakrantíð verður aftur, og tí eiga vit, um ikki annað fyri skomm skyld, at gera tað, sum er neyðugt, fyri at ullin kemur til høldar og verður gagnnýtt, sigur Jacob Vestergaard Undrast á ALS Hann harmast tó um, at ullin eftir øllum at døma als ikki kann savnast inn uttan stuðul og skilir ikki heilt støðuna hjá ALS. – Tað undrar meg eitt sindur, hví stuðulin er so avgerandi fyri ALS, tí tey kundu latið tað verið sjálvboðið hjá teimum, ið eiga seyð, at latið ullina ókeypis. Eg vænti, at IRF líka gjarna setir bingjur upp til endamálið í ár sum í fjør, og tá kunnu fólk tað sama koyra ullina í tær bingjurnar heldur enn í tær við burturkasti. Eg má siga, at tað ber ótrúliga illa til, um ALS fær ullina fyri onki og kortini ikki kann fáa so mikið burtur úr, at tað er fyri útreiðslurnar av at savna hana inn og hagreiða hana, sigur landsstýrismaðurin. Prísur onki at siga Hann býr á Økrum, eigur sjálvur nógvan seyð og fær eini 190-200 kilo av ull burtur úr hvørjari royting. – Fyri meg hevur tað als onki at siga, um eg fái tíggju krónur fyri kilo ella onki, bara eg sleppi av við ullina uttan alt ov nógv stríð. Og eg eri vísur í, at soleiðis er hjá teimum flestu. Tí mátti tað borið til hjá ALS og IRF í felag at funnið út av tí, so fólk slapp av við ullina. Tað snýr seg bara um at stilla nakrar bingjur upp, sigur Jacob Vestergaard. Í grein aðra staðir her á síðunum ger Høgni í Stórustovu, deildarleiðari í ALS, tó greitt, at krevjandi arbeiðið av at skipa inn­ savn­ingina og haggreiðingina av ullini er ov kostnaðar­mikið fyri ALS, sjálvt um tey fáa ullina fyri onki. Tí fer ALS ikki at skipa fyri inn­savning í ár, um tey ikki fáa stuðul til tað. Jacob Vestergaard undrast á, at ALS ikki kann savna ull inn uttan stuðul, men ásannar samstundis, at tað helst er rætt at veita ein ávísan prísstuðul til ullaframleiðsluna. Men í ár fær hann onki gjørt, sigur Landsstýrismaðurin Ingolf S. OlsenUllin eigur at stuðlast Vestergaard: E Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, gloppar dyrnar fyri prísstuðli til ullaframleiðsluna í framtíðini. Í ár hevur hann tó ikki stundir at gera nakað, tí so langt er útliðið, og roytingin er longu í gongd kring landið Mynd: álvur haraldsen