mánadagur 7. juli 2014síða 40
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
nr. 6
I
7. juli 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
burtur úr fiskivinnuni, men vit gera einki av
hesum, og tískil er fiskivinnan ein sera lítið
áhugaverd vinna í mun til, hvat hon kundi
verið, sigur Janet Fríða Johannesen.
Mangla visiónir
Um dagarnar hava fiskiloyvini verið til um
mælis í fiskivinnuráðnum, og júst mátin hetta
gongur fyri seg er ein trupulleiki, heldur Janet
Fríða Johannesen.
– Politikarar og Fiskivinnuráðið sita og
taka støðu til, hvør skal fiska hvat. Tey taka
avgerðir á einum operationellum støði, heldur
enn at lyfta seg upp og orða eina visión, sum
kann vera grundarlag fyri eini langtíðarætlan,
sigur hon.
Í Fiskivinnuráðnum sita umboð fyri fiski
vinnuna á sjógvi og landi. Ráðið hevur til
uppgávu at ráðgeva landstýrismanninum í
fiskivinnumálum og ummæla býti av kvotum,
sum landstýrismaðurin ger.
Men Fiskivinnuráðið átti at verið sett
saman á ein heilt annan hátt og havt eina
aðra uppgávu.
– Vit mugu spyrja okkum sjálvi, hvat vit
vilja við fiskivinnuni, og hvussu vit innrætta
okkum, um vit skulu náa tað, sum vit vilja.
Virðisøking av fiski er partvíst í fiskiskapi,
framleiðslu og marknað umframt, hvussu
hesi verða sett saman. Møguleikarnir eru
nærum óendaligir. Vitan í matvørutøkni er
ein neyðug fortreyt fyri at fáa størst møguliga
virðisøking í framleiðslu, líka frá fiskiskapi
og til brúkaran, og hendan vitan er als ikki
umboðað í Fiskivinnuráðnum, sigur Janet
Fríða Johannesen. Somuleiðis er við vitan um
marknaðir, sum heldur ikki í nóg stóran mun
er umboðað í Fiskivinnuráðnum.
– Núverandi Fiskivinnuráð kann saman
berast við, at vit hava eitt Fólkaheilsuráð
uttan læknar. Eingin hevði verið í iva um, at
tá høvdu vit havt eitt skert Fólkaheilsuráð.
Hinvegin høvdu vit eisini havt eitt skert
Fólkaheilsuráð, um bert læknar vórðu
umboðaðir. Tað hevur týdning innan fiski
vinnuna, at fakbólkarnir virða hvønn annan,
at akademikarin virðir tað vitan, sum fiski
maðurin hevur, og at fiskimaðurin virðir tað
vitan, sum akademikarin hevur, sigur Janet
Fríða Johannesen.
Rávøruland ella vitunarstørv
Spurningurin er, um Føroyar skulu vera
eitt rávøruland, ella um vit skulu hava eina
fiskivinnu, sum er grundað á vitan og sum
nærkast brúkaranum. Í dag er fiskivinnan
í Føroyum ein rávøruvinna. Eingin visión
ella orðað missión er fyri fiskivinnuni og
eingin ætlan er fyri, hvussu vit røkka okkara
máli. Fyri at tryggja eina høvuðsvinnu, sum
kemur øllum samfelagnum til góðar, eiga vit
at hyggja eftir nøkrum øðrum lyklatølum,
enn vit gera í dag. Tað er ikki nokk at hyggja
at kiloum og krónum, heldur Janet Fríða
Johannesen.
– Tær vinnur, sum bert brúka krónur sum
lyklatøl, eru ofta tær minst lønandi vinnurnar.
Mentan, vitan og góðska eru viðurskifti, sum
eiga at vera tikin við, tá vit gera eina visión
fyri fiskivinnuna. Eitt mál kann vera eitt ávíst
tal av vitanarstørvum ella nýskapan, og fram
leiðsla og útflytan av serføroyskum vørum.
– Vit hava eina ørgrynnu av heilt ser
støkum vørum, sum kunnu setast í fram
leiðslu, marknaðarførast úti í heimi, og harvið
gera Føroyar til eitt land, sum er kent fyri
nýskapan tá tað kemur til framleiðslu frá
havinum. Eitt nú er nógv fokus á fermenter
ing. Ræsta súpanin hjá gourmet kokkinum,
Leif Sørensen, kips frá fiski og so framvegis.
Tú kanst við at granska og gera royndir við
proteinum, smakki og fiskafeitti gera allar
møguligar vørur, sum so kunnu setast í
framleiðslu og útflytast, sigur Janet Fríða
Johannesen.
Avleiddar vinnur
Nógvar avleiddar vinnur kunu sostatt
standast av fiskivinnuni, um vit leggja okkum
eftir tí. Eitt nú eru nógv dømi um, at sunnar
matvørur ella heilsufremjandi matvørur vinna
fram. Fyri at skapa áhuga hjá vinnuni fyri at
gera nakað við tað, átti tær bestu verkætlanir
nar at sloppi framat fiskinum, heldur Janet
Fríða Johannesen.
– Um tú krevur, at tann, sum sleppur eftir
fiskinum hevur nakrar ítøkiligar ætlanir, sum
eru búskaparliga burðardyggar og koma sam
felagnum til góðar, tryggjar tú eisini, at ein
menning verður á økinum, sigur hon. Loyvini
skulu ikki verða givin fyri eitt langt áramál, og
tó heldur ikki stytri enn at loyvishavarin kann
vinna penging og hava áhuga í at fara undir
verkætlanina. Í dag loysir tað seg best at fiska
so nógv sum gjørligt og selja tað óvirkað av
landinum. Tí er so gott sum eingin menning
innanfyri fiskivinnuna og so gott sum ongar
avleiddar vinnur.
– Um krøv verða sett til loyvishavaran,
vil vitanin av sær sjálum fara av lærda há
skúlanum og inn í vinnuna. Vinnan kemur
tá at síggja, at tað loysir seg, at antin granska
ella seta akademikarar og onnur vælskikkaði
fólk, og tað er av stórum týdningi, at fiskurin
er lættur at koma framat. Í dag er at kalla
ógjørligt hja nýggjum aktørum at sleppa
framat fiskivinnuni og alivinnuni, tí aliloyvini
eru longu givin og fiskiloyvini verða býtt út
politiskt. Tískil er einki sum eggjar til kapp
ing, hvørki tá tað kemur til at taka fiskin
upp ella at virðisøkja hann, sigur Janet Fríða
Johannesen.
Størri kaka til fleiri
Nógvur peningur eru í fiskivinnuni, og tískil
átti tað ikki at verið trupult at sett pening av
til gransking og royndir. Men hvussu býtið
skal vera, er ein spurningur, sum fyllir nógv í
føroyska samfelagnum.
– Kakan verður størri, og fleiri verða um
hana, um vit skipa fiskivinnuna øðrvísi. Um
alt samfelagið skal hava størri gagn av okkara
høvuðsvinnu, eiga vit at skapa karmar, sum
eggja til virðisøking, vitanarstørv og avleiddar
vinnur, sigur Janet Fríða Johannesen. Hetta er
ikki minst orsaka av, at tað kann lokka væl
útbúgvin fólk til Føroya.
– Fyri at ein vinna skal mennast, er tað av
týdningi at tú hevur fýra viðurskifti í ordan.
Tað er fólk, vitan/vitanardeiling, íverksetarí
og tøkni. Í Føroyum hava vit tøkni og íverk
setarí, men vit mangla fólk og vitan. Skapa
vit vitanarstørv, kunnu vit eisini fáa fólk,
sigur Janet Fríða Johannesen. Enn hava vit
íverksetarí, og vit mugu føra ein politik, har
vit framhaldandi hava íverksetarí, tí hetta er
ein fortreyt fyri innovatión.
Hon heldur, at ov stórur dentur verður
lagdur á primeru vinnuna í sambandi við
fiskivinnuna. Eitt nú verður so gott sum einki
gjørt burturúr at kanna, hvussu vit gagnnýta
fiskin best.
– Vit brúka einans 43% av fiskinum til
flak. Restina av fiskinum vita vit ikki serliga
nógv um, hvat vit skulu brúka til. Og vit gera
ikki nógv fyri at kanna tað. Allur peningurin
fer til fyrsta liðið. Politiska skipanin má ikki
leggja upp til monopol í fiskivinnuni, eins og
gjørt er í alivinnuni, tí tað er ikki gott fyri ný
hugsan og íverksetarahugan, sigur Janet Fríða
Johannesen.
Hon saknar verkætlanir, sum lýsa hvussu
vit fáa besta prísin fyri hvørt kilo, heldur enn,
hvussu nógv tons, kunnu vit fiska. Samanbera
vit við eitt nú tá oljuvinnan byrjaði í Føroy
um, sum eisini er ein tilfeingisvinna, skuldi tú
vísa, at tú kundi gera nakað, sum var øllum
samfelagnum til gangs, fyri at sleppa at eitt
nú taka oljuna upp.
Útlendsk vitan og pengar til landið
Eydnast tað at gera Føroyar til ein klekingar
depil fyri nýggjar áhugaverdar vørur avleiddar
av fiskivinnuni, hava vit møguleika fyri at
draga, ikki bara fólk við útbúgving, men eisini
pening og vitan til landið.
– Vit sóu eitt nú við Sinprentis, sum er ein
lítil KT fyritøka í Føroyum, at útlendingar eru
áhugaðir í at keypa og gera íløgur í fyritøkur
her. Tey velja sanlíkt at hava eina skrivstovu
í Føroyum, og á tann hátt fært tú vitan og
pening til landið við at skapa gróðrarbotn
fyri nýhugsan og íverksetan innanfyri fiski
vinnuna. Vit hava einastandandi umstøður at
arbeiða við fiski, um tilfeingið verður lættari
atkomuligt, og um vit nýta peningin og
orkuna øðrvísi.
Eitt sum kann vera ringt at hava við
at gera, er gjógvin millum granskaran og
vinnuna.
– Vit mangla eitt millumlið, sum miðlar
vitanina út til fyritøkurnar og út í samfelagið.
Eitt millumlið, sum kann vísa vinnuni, hvat
hon kann brúka akademikarar til. Ofta er
gjógvin millum tey, sum sita og granska, og
tey, sum eru í vinnuni so stór, at tað er ringt
at fáa vitanina út í vinnuna, sigur Janet Fríða
Johannesen.
Í Danmark hevur man í nógv ár havt
Teknologisk Institut, sum millumlið millum
fyritøkur og lærdu háskúlarnar. Vit mangla
eitt tílíkt millumlið í Føroyum innan fiski
vinnuna, so vinnan veit, hvat ein akademikari
kann bjóða, heldur Janet Fríða Johannesen.
Fiskivinna
Fiskivinnuráðið
Í Fiskivinnuráðnum sita umframt
umboð fyri Fiskimálaráðið umboð fyri
Føroya Ráfiskaseljarafelag, Føroya
Ráfiskakeyparafelag, Føroya Reiðarafelag,
Skipara- og Navigatørfelagið, Maskin
meistarafelagið, Føroya Fiskimannafelag,
Meginfelag Útróðrarmanna umframt umboð
fyri feløgini hjá arbeiðsfólki á fiskavirkjum.
Uppgávan hjá ráðnum er at ráðgeva
landsstýrismanninum í fiskivinnumálum,
sum sambært lóg skal leggja týðandi
fiskivinnumál og øll uppskot til lógir og
kunngerðir, sum hava við fiskivinnuna at
gera, fyri fiskivinnuráðið til ummælis.
Fakta
Mynd: savnsmynd