mánadagur 7. juli 2014síða 41
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
nr. 6
I
7. juli 2014
einastu árini hava umleið 5
milliónir krónur verið játtaðar
til gransking innan fiskivinnuna
árliga. Í 2014 eru tó bert 3,7
milliónir krónur settar av til
hetta. Tað er tó ein alt ov lítil
partur av hesum, sum verður
nýttur til gransking í fiski eftir
at hann er komin upp á land,
heldur Janet Fríða Johannesen.
– At pengar verða játtaðir til gransking og
menning innan fiskivinnuna er gott, og árliga
upphæddin átti at verið nógv hægri, sigur
hon.
Av teimum 3,7 milliónum krónunum, sum
vórðu játtaðar í 2014, fóru umleið 75% til
fiskiskap og bert umleið 25% til framleiðslu
og marknað. Ein orsøk er, at tað er ov lítið
fokus á økið.
– Fiskivinnuroyndir fær ov fáar umsóknir
til framleiðsuøkið og marknað, tí tað ikki er
nokk fokus á hetta frá landsins síðu, sigur
Janet Fríða Johannesen. Hon væntar tó, at
tað verður størri vitan um marknað, nú eitt
útflutningsráð er sett á stovn.
– Viðvíkjandi framleiðslu, so eigur størri
fokus at verða sett á hetta økið, soleiðis at
vitanin økist. Royndir viðvíkjandi virðisøking
í framleiðslu av fiski kunnu nú gerast í
Granskingarsetrinum INOVA, og Vinnuframi
átti at fingið pengar til tól, sum vórðu oyra
merktir til virðisøking í framleiðslu av fiski,
sigur Janet Fríða Johannesen.
Samanborið við fiskivinnuna, er meira
gransking innan alivinnuna, tá tað kemur
til framleiðslu og marknað. Her stendir
Føroya Fiskaaling fyri tí mesta, og tað er
einans Føroya Fiskaaling, sum fær almennan
stuðul til granskingarætlanir. Alivinnan og
aðrir stovnar hava ikki møguleika at søkja
um stuðul til royndir innan aling eins og
fiskivinnan hevur, men kunnu søkja hjá
Granskingarráðnum í kapping við aðrar
verkætlanir.
Janet Fríða Johannesen
er útbúgvin bromatolog, og starvaðist sum
góðsku- og menningarleiðari á Faroe Seafood
frá 1994 til 1995. Umframt at lesa til kandidat
í matvørum, hevur hon síðani tikið millum
annað útbúgving innan leiðslu og innovatión.
Frá 1996 til 2012 var hon stjóri á Atlanticon,
sum er eitt ráðgevingarfelag, sum arbeiðir
partvíst innan leiðslu og virkismenning og
partvíst við ráðgeving innan matvørutrygd,
góðskustýring og umhvørvisstýring. Atlanticon
hevur frá 2001 til 2011 verið umsitingardepil
fyri FOÍB (Føroya Oljuídnaðarbólkur), sum
er áhugafelag hjá oljufeløgum við lisens í
Føroyum. Í sama tíðarskeiðið hevur Atlanticon
havt umsitingina av SINDRI um hendi. SINDRI er
ein jarðtøknilig-granskingarverkætlan, fíggjað
av oljufeløgunum. Seinastu tvey árini hevur
Janet Fríða Johannesen verið deildarleiðari á
kemisku deild á Heilsufrøðiligu starvstovuni,
og starvast nú aftur sum ráðgevi í Atlanticon.
Janet Fríða Johannesen hevur millum annað
verið nevndarlimur Granskingarnevnd Føroya,
har hon var næstformaður frá 2008 - 2011,
í Atlantic Biotechnology P/f somuleiðis
frá 2008 - 2011 og nevndarformaður
í P/F Fiskaaling frá 2001 til 2009.
HERE.
THERE.
BEYOND.
We are exploring for oil & gas in North West Europe using
the latest technology to identify opportunities. Our aim
is to find and develop new energy supplies without any
adverse impact on the environment. We are building on
a solid base of strong near term oil & gas production and
cashflow to secure growth in the longer term. We have
the resources and ideas to achieve our goal of becoming
a leading Northern European E&P company.
Atlantic Petroleum is listed on NASDAQ OMX Copen-
hagen and on Oslo Børs ASA.
www.petroleum.fo
Eiga at seta
gransking á breddan
Tað er alt ov lítið av gransking í fiskaframleiðslu og marknaði. Meginparturin av
granskingini innan fiskivinnu verður framd av Havstovuni og er innan fiskiskap
Marjun Dalsgaard
S
Mynd: álvur haraldsen