mánadagur 7. juli 2014síða 42
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
nr. 6
I
7. juli 2014
Vinnublaðið
hjá Miðlahúsinum
lsa Bech stendir fyri merkinum
elsabech. Hon sniðgevur sjálv
klæðir, sum verða framleidd
í Litavia. Inntil nú hevur hon
fyrst og fremst selt vørurnar
á internetinum, men leygar
dagin lat hon handil upp í
Kockumsgatan 2, Davidshall Torg
í Malmö. Hon hevur somuleiðis
ein dreym um at lata ein handil
upp í Føroyum.
Tað eru nógvir fyrimunir við at hava egnan
handil, sigur Elsa Bech.
– Tá eg havi ein handil, kann eg framleiða
beinleiðis í handilin. Har er einki millumlið,
og tað er nógv tann lættasti mátin at selja upp
á, sigur Elsa Bech. Nógvir av hennara kundum
eru í Føroyum, og í tí sambandinum loysir tað
seg best at taka eina rúgvu av vørum heim og
selja tær í Føroyum, tí tollmarkið er so lágt, tá
vørur verða keyptar á netinum.
Nakað til øll
Elsa Bech leggur seg eftir at gera snið, sum
nógvum dáma.
– Eg sniðgevi til allar aldursbólkur og
vil gjarna hava nakað til øll, sigur hon. Hon
hevur áður sniðgivið tilhoyr til klæðir í størri
mun. Eitt nú turriklæði, húgvir og so fram
vegis. Men hesum er hon farin burtur frá, eins
og hon er farin burtur frá at binda. Hon hevur
fyri kortum víst eina heila kollektión fram.
At hava eina heila kollektión við samanhangi
í, er nakað nýtt, og hon er sera spent upp á
hetta, sigur Elsa Bech.
Elsa Bech er útbúgvin
á Columbine Skolen
í Keypmannahavn og
hevur haraftrat eina
útbúgving sum design
teknolog á KEA í
Keypmannahavn.
www.elsabech.dk
Føroyski sniðgevin, Elsa Bech, hevur latið upp ein
klædnahandil í Malmö, har hon selur sínar egnu vørur
Marjun Dalsgaard
Føroyskur sniðgevi
letur upp handil í Malmö
E