Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 44

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 nr. 6 I 7. juli 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Mentan hvat er tað? lokkan er um at verða hálvgum tólv. Hetta er dagin eftir stóru Metallica-konsertina í Horsens í juni mánaði í ár, og saman við 35.000 øðrum varð útsendi blaðmaðurin í sam­fullar tveir tímar á eini brakandi konsert­ ferð aftur í ung­dóms­árini. Nú er tað dagin eftir, og málið hesaferð er samrøða við Frank Panduro, sum fram um øll onnur er ímyndin av kollveltingini, sum hevur verið í Horsens seinastu góðu 10 árini. Skrivstovan hjá Panduro er eitt lítið vaktar­torn í gamla fongslinum, og enn eru nakrir minuttir eftir til avtalaðu klokkutíðina til samrøðuna. Tíðin verður nýtt til eina sigarett og ein lítlan gongutúr oman móti stóra konsert- økinum, og longu nú sæst, at hetta er nakað, sum tey í Horsens bara duga. Hóast 35.000 fólk stóðu á svørðinum fyri bara 11 tímum síðani, so er økið nú fullkomuliga blást. Ikki eitt ølglas ella ein tann einasti sigarett-stubbi sæst. Básarnir, har øl, pylsur, burgarar og shots vórðu seld, eru stongdir, og mest av øllum tykist, sum hava tey júst gjørt økið klárt til konsertina við Aerosmith, sum skal haldast um tveir dagar. Stóð á berum – Fá tær bara kaffi í køkinum, og set teg út í garðin. Eg skal líka svara nøkrum mailum, ljóðar úr skrivstovuni hjá Panduro, tá eg havi sagt skrivara hansara, hvørji ørindi míni eru. Lítla løtu seinni kemur høvuðsmaðurin sjálvur. Eisini hann hevur fingið sær kaffi­ munn, og hóast nakað moyrur, so er hann skjótur at staðfesta, tíðin at hvíla enn ikki er komin. – Tá vit hava slíkar konsertir, so er eftir­ meting við lokalu myndugleikunum á skránni klokkan 9 morgunin efti. So vit, sum skipa fyri, hittust nakað fyri tað, og nú royna vit so at betra tað, sum kann betrast. – Tí har er altíð okkurt, sum vit kunnu gera betur. Í gjár royndu vit at skipa WC-økið øðrvísi, enn vit fyrr hava gjørt, og tað riggað sum so væl. Men hasin telduposturin, sum eg svaraði, júst tá tú kom inn, var frá einum, sum var ónøgdur um hetta, so kanska kunnu vit víðka atkomuøkið til hetta, sigur Frank Panduro. Og hetta lýsir væl myndina av einum manni, sum støðugt arbeiðir við at betra tað, sum hann fæst við. Ein maður, sum brennur fyri tí, sum hann tekst við, og sum alla tíðina hevur næsta málið fyri framman. Men hann leggur eina við, at hóast hann brennur fyri hesum, so var tað ikki í hansara tonkum, at hetta skuldi vaksa seg somikið stórt, tá hann fyri nøkrum árum síðani varð settur sum stjóri fyri Horsens ny Teater. – Nei, tað hevði ikki. Bakgrundin hjá mær er jú tann, at eg als ikki havi skil fyri mentan. Tá eg setti meg í stjórastólin, hevði eg sæð Linje 3 og Eddie Skoller, so fortreytirnar vóru als ikki til hetta starvið. – Men lívið er jú soleiðis, at alt kann broytast, um tú av tilvild velur hurðina til høgru ella vinstru. Valdi eg okkurt annað, so tókst eg kanska við vindorku ella okkurt heilt annað í dag. Fakliga eri eg útlærdur speditør, og eg havi undirvíst í windsurfing, og í dag eri eg altso konsertfyriskipari. Tað er líka sum tað, sigur Panduro. Gaman í við einum smíli, men tað er eingin ivi um, at tað er álvari handan orðini. – Sjálvandi er hetta ein bakgrund, har logistikkur fyllir nógv, og tað er nakað, sum vit leggja stóran dent á, tá vit fyriskipa kon­ sertir. Tekur tú konsertina í gjár sum dømi, so var eg niðri í tí, sum vit kalla pit’ið, sum er beint við pallin. – Tað er ein fantastisk uppliving, tá tú úr fáum metrum sært alla orkuna, sum Hetfield og hansara menn leggja í eina slíka fram­ førslu. Men eg eri fyriskipari, og mín drívmegi er at gera nakað fyri onnur, og at fáa onnur at gera tað, sum eg vil hava tey at gera – skil meg rætt. – Men fyri at svara spurninginum, so hevði eg ongar ætlanir. Bob Dylan var fyrsta veruliga stóra navnið, sum vit høvdu, men mest av øllum helt eg tá, at hann var ein súrur gamal maður. Men tú fært eitt kick, tá slíkt brádliga eydnast, og so tosa vit aftur um til­ vildina. Tað kann vera, at tú fór á WC á eini barr, og har møtti tú kvinnuni, sum var júst tann, sum tú skalt liva alt lívið saman við. Ella eisini var støðan tann, at hon akkurát var farin út gjøgnum WC-dyrnar, tá tú kom inn. Tað veitst tú ikki. – Og so skal sjálvandi eisini nevnast, at tað ikki altíð er líka stuttligt. Tá bøkur verða skrivaðar um Horsens, so verður fokus altíð sett á góðu søgurnar. Men tað er altso eingin, sum skrivar nakað um, at vit mistu 13 milliónir í einum høggi, tá McCartney avlýsti í fyrra­árið. Tað er jú eisini ein partur av søguni, tí sjálv­andi eru allar løtur ikki eins góðar. Altíð ígongd Nú Horsens & Friends hava nærum 15 ár á baki, er eingin ivi um, at góðu søgurnar hava verið fleiri enn tær keðiligu. Panduro viður­ kennur eisini, at hann stórtrívist í leik­lut­ inum, men hann leggur støðugt dent á, at tað er sjálv fyriskipanin, sum er drívmegin. – Tá ein konsert fer ígongd, er tað sjálv­ andi stórt, men akkurát tann løtan er tann, har eg slappi av. Tá er fyrireikingin av, og eg kann eina lítla løtu njóta, at nú koyrir tað bara. Men tað er bara ein lítil løta. Eftir at einir tveir-tríggir sangir eru spældir, eri eg longu farin í tað, sum helst má rópast upp­ ruddingar-mode, og so hugsi eg um, hvussu vit fáa fólkið út á bestan hátt. Hvat verður á skránni til eftirmetingina í morgin, og hvat fer onkur av gestunum at grenja um. Alt hetta eru tankar, sum tá standa frammarliga. Vil tað so eisini siga, at tú als ikki hevur stundir til at uppliva mongu stóru nøvnini, sum tit hava havt á palli? – Tað havi eg ikki.Skal eg út at njóta okkurt tiltak – kanska saman við konuni – so fara vit til okkurt annað enn tað, sum eg skipi fyri. Njótanin her er kanska meira, tá tað er vorðið seint og myrkt, og allir gestirnir eru farnir í øllum góðum. So kunnu vit, sum skipa fyri, seta okkum við eini kaldari, áðrenn vit fara heim at fáa nakrar fáar tímar undir dýnuni. Nøvnini einki at siga Tað eru ikki hissini nøvn, sum Panduro og hansara fólk hava drigið til Horsens, síðani Bob Dylan í 2000 gjørdist fyrsta veruliga stóra navnið á plakatini. Rolling Stones, Madonna, Robbie Williams, Paul McCartney, Metallica, Aerosmith, Dolly Parton – you name it! Alt tykist finna leiðina fram til Horsens, og sjálvur heldur Panduro, at ein orsøk er, at hann als ikki hevur nakrar favorittar sjálvur. – Eg eri vísur í, at ein av mínum stóru styrkjum er, at eg ikki havi nakrar favorittar yvir høvur innan tónleikin. Tað er ongantíð soleiðis, at eg hugsi um eitt navn, at hasum tíma vit altso ikki at dyrgja. eftir. Vit hava sjálvandi okkara kontaktnet, og so ræður mest av øllum um at fylgja við, hvørjir møguleikar eru. Og her er tað ein risa- fyrimunur, at tú ikki ert læstur innan nakað ávíst slag av tónleiki. Og tað ger væl eisini, at útboðið verður meira fjølbroytt, enn tað annars vildi verið, sigur Panduro. Og hetta seinasta kann skjótt staðfestast. Komandi mánaðirnar eru konsertir, standup- comedy og ein motorsúkklufestivalur millum tað, sum Horsens & Friends bjóða fram. Og hvør veit, um onkur av teimum heilt stóru ikki eisini fer at finna vegin fram. Sum Panduro sjálvur tekur til í einum av mest bein­raknu útsagnum sínum: Fremsta for­ treytin fyri einum lucky punch er, at tú yvir høvur royndi at sláa. K Verður sæð burtur frá sjálvum listarfólkum, so eru fáir einstaklingar – um nakar – sum hevur havt størri ávirkan enn Frank Panduro. Stjórin í Horsens & Friends sigur tó sjálvur, at hann sum so ikki hevur stórvegis skil fyri mentan, men hann stórtrívist í leiklutinum sum fyriskipari Jákup Mørk Bakgrundin hjá mær er jú tann, at eg als ikki havi skil fyri mentan Mentan