Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 45

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 6 I 7. juli 2014 Steikiflesk og persillusós øgan um Frank Panduro og Horsens & Friends er væl kend. Men ein góð søga kann altíð sigast einaferð afturat, so vit gera royndina kortini. Har Horsens ny Teater er í dag, var ein slitin bio-høll í 80’unum. Ein teirra, sum vildi broyta hesa, var Orla Kjeld Bothe, sum skeyt upp at byggja handilsmiðstøð á stðanum. Hann fekk tó greitt at vita frá formanninum fyri býarætlanina, at tað kundi hann gloyma alt um, men at býráðið hinvegin fegið vildi síggja eitt leikhús á staðnum. Tá húsið – við góðum stuðuli frá kommununi – stóð liðugt, skuldi stjóri setast. Ein sonevnd headhunter-fyritøka fekk til uppgávu at finna rætta mannin, men tey kundu sum so spart sær ómakin. Sjálvur hevði Orla Kjeld Bothe lært at windsurfa, og hann var hugtikin av Frank Panduro, sum hevði frálæruna um hendi. - Hann var ein maður, sum dugi at fáa ting at henda, og so bilti tað minni, at hann einki visti um mentan, hevur Orla Kjeld Bothe sagt. Panduro koyrdi á, og longu fyrsta árið vóru eini 225 ymisk events á tapetinum. Talan var tó ikki um tey stóru nøvnini, og nýggi stjórin vildi hava okkurt at henda. Stóri trupulleikin var tó, at skalt tú hava stóru nøvnini, so skalt tú eisini vera førur fyri at stilla trygd, um so er, at tiltakið gevur undirskot. Og við lítlu játtanini frá kommununi var ikki hugsingur um hetta. So Panduro gjørdi nakað heilt annað. Hann beyð 20 stjórum fyri størstu fyritøkunum í Horsens á fund. Innbjóðingin var skrivlig, og í hesari gav hann trý lyfti: Tað kom at kosta teimum pengar. Teir fingu einki serligt afturfyri pengarnar. Teir fingu steikiflest og persillusós at eta 17 av teimum 20 møttu upp, og Panduro var skjótur at biða teir finna kekkheftið fram. Hann greiddi teimum frá, hvussu hann við pengunum frá teimum vildi betra umdømið hjá Horsens við at fáa stór altjóða tónleikanøvn til býin. - Eitt betrað umdømi ger tað lættari at fáa góð fólk at trívast her. Góð starvsfólk styrkja tykkara fyritøkur fíggjarliga, og so hava tit ráð til at stuðla tónleikinum og øðrum enn meira, var høvuðsboðskapurin frá Panduro. Stjórarnir vóru samdir í, at umdømið hjá býnum var ein forðan í royndunum at fáa tey bestu starvsfólkini, og tá játtaðu at stuðla, kom næsti skelkurin: Panduro vildi hava pengarnar her og nú! Nú bar til at veita neyðugu trygdina, men tað enn vantaðu kontaktirnar, so tað gekk striltið at fáa ymsu umboðsfólkini at taka Horsens & Friends, sum samtakið nú æt, í álvara. Í eitt ár hendi millum lítið og einki, men tá Panduro stóð í boði at taka eina framførslu við mannfólkastripparunum, Chippendales, tók hann av. Hetta eydnaðist væl, og brádliga hevði Panduro givið bindandi tilsagnir um konsertir við Bob Dylan, Joe Cocker, Hank Marvin og The Supremes-kopibólkinum. - Alt kom um eina leið, og vit høvdu als ikki ráð til hetta. So eg mátti bara bjóða steikiflesk og persillusós einaferð afturat. Og fittu sponsorarnir hjá okkum komu aftur við pengum, so tað gekk kortini, sigur Panduro. Sokoyrdi tokið, og restin er nú søga. Bryan Adams, David Bowie og Robbie Williams vóru við til at seta Horsens á Danmarkar-kortið, og tá Panduro helt, at nú skuldi tað verða størri enn intim- framførslurnar í Ny Teater, varð farið uttar at spæla. McCartney, Rolling Stones og Madonna vóru skúladømi um, at Horsens eisini megnaði at halda risastórar uttandurakonsertir, og tað hava tey í býnum gjørt líka síðani. S Frank Panduro er um nakar kongurin í Horsens. Seinastu 15 árini hevur hann umvegis Horsens & Friends givið stórbýum um alt Europa knallharða kapping, tá stór tónleikanøvn skulu togast á pallin. Sjálvur leggur hann tó dent á, at nøvnini í sjálvum sær ikki siga honum nakað, men at tað er sjálv fyriskipanin av tiltøkunum, sum er hansara drívmegi Myndir: polfoto