Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 46

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 nr. 6 I 7. juli 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Upplivingarnar hava kollvelt Horsens orsens Statsfængsel var í manna­minni fremsta ímyndin av Horsens. Fangarnir i fongslinum vóru mangan av tí harða slagnum, og hóast hag­tølini fyri kriminalitet stað­festa, at Horsens ikki var rakt harðari enn býir flest, so var ímyndin manna millum ein heilt onnur. Skrivaðu bløð greinar um kriminalitet, so var tað aloftast Horsens og myndugleikarnir har, ið tey vendu sær til. Horsens var grái býurin, har lívið ikki var nakað serligt, og sum heild var lítið gott at heinta í býnum. Í dag er hetta broytt. Fongslið er framvegis ein tann fremsti varðin, men í dag er tað sum søguríkur mentanardepul, og úr øllum ríkinum streyma fólk til Fongslið, tá stór tónleikanøvn eru á skránni. Hartil hevur býurin meðalaldar-festival, krimi- viku, folklore-festival og mong onnur stór mentanar­tiltøk. Útbúgvingarstøðið í býnum er alsamt hækkandi, vinnulívið upplivir stóra fram­gongd, og ein víðskygd ætlan við bygging og umvæling hevur hamskift býin, sum nú verður roknaður sum tann fremsti í tríkants­ økinum. Lyfta í felag Tað eru nógvar orsøkir til framburðin. Eitt miðvíst arbeiði við umdømisbetran og út­ búgving eigur avgjørt sín stóra leiklut, eins og Horsens gjøgnum fleiri ár við stórum til­tøkum hevur ment seg til ein bý, har tað er ein sjálvfylgja, at borgararnir hvør sum ein taka síni stóru tøk, tá stóru tiltøkini eru á skránni. Tiltøk, sum als ikki áttu at verið gjørlig hjá slíkum meðal-stórum býi. Upplivingarbúskapur hevur verið á breddanum í mong ár, og fleiri enn tann eini búskapar­frøðingurin hava víst á, hvussu týðandi hesin er fyri eina góða samfelags­ menn­ing. Men valla er nakar býur á okkara leiðum, har upplivingarbúskapurin í so stóran mun hevur sett síni spor. Byrjanina til hetta finna vit í 1982, tá nýtt býráð tók við. Jan Trøjborg, sáli, gjørdist blaðungur formaður í mentanarnevndini, og har gjørdu tey av, at nú skuldi nakað henda. Horsens skuldi á landakortið fyri annað enn fongslið, og tey gjørdu av at bjóða seg fram sum vertsbý fyri sonevndu landsstevnuni, sum er størsta fimleikatiltakið í Danmark. Tað eydnaðist ikki fyrstu ferð, men so var bara at royna av nýggjum, og í 1990 eydnaðist hetta. – Árini upp til stevnuna vóru tey fleiri, ið søgdu, at hetta skuldu vit ongan tíð havt gjørt. Tiltakið var alt ov stórt, og tí kundi tað bara ganga galið, sigur Henning Nørbæk, sum tá var mentanarsamskipari. Talan gjørdist tó um eina framúr væl­ eydnaða landsstevnu, har allir borgarar í Horsens vóru við til at lyfta í felag. Eftir­ fylgjandi høvdu øll bara rós at bera fyri­ skipar­unum og blíðskapinum, sum tey høvdu upplivað í Horsens, og flestu greinarar eru í dag samdir um, at hetta var vendin hjá Horsens. Sjálvsálitið var stórt, nú býurin hevði hýst einum tiltaki fyri 23.000 ítrótta­ fólkum, og skjótt komu næstu stóru tiltøkini á skránna. Vagn Ry Nielsen var nú borgarstjóri, og hann hevði framúr hegni at samskipa góðar kreftir í býnum. Eitt var, at hann hevði sett sær fyri, at eftir hansara embætistíð máttu fólk í Horsens keypa størri troyggjur, nú tey øll fóru at ganga við røttum ryggi. Annað var, at hann hevði framúr hegni at fáa fólk at koma við egnum hugskotum – og at lurta eftir hesum. Eitt átak hjá honum var, at fáa eini 150 leiðarar frá fyritøkum, felags­skapum, fakfeløgum og øðrum á fund. Úrslitið var ein listi við fleiri enn 100 hug­ skotum um, hvussu Horsens kundi gerast ein betri býur. Við breiðum samstarvi, fíggjar­ ligum stuðuli frá bæði kommunu og vinnulívi og ikki minst einum sterkum felagsvilja, vórðu fleiri av hesum átøkum sett í verk. Og sjálvur gekk borgarstjórin eisini á odda, tá tað ráddi um at vísa í verki, at hann hevði áhuga í tí, sum fyrifórst í býnum. Í tíggju ár var hann borgarstjóri, og øll hesi árini hevði hann fasta siðvenju, har hann og kommunu­ stjórin hvørja viku vitjaði onkra fyritøku í býnum. Og sum hann tók til ta einu ferðina: – Tað skal ikki ein spurvur doyggja í Horsens, uttan at eg fylgi honum til gravar. ES-limir á súkklu Samstundis vísti ein greining, sum býráðið hevði latið gjørt, at fyritøkur í Horsens høvdu ilt við at standa seg í kappingini um starvsfólk við sterku fyritøkurnar í Fredericia, Kolding og Vejle. Snøgt sagt, so tímdu fólk ikki serliga væl at búgva í Horsens. Og tímdu tey tað, so var tað í øllum førum ikki nakað, sum tey reypaðu um. Saman setti kommunan sær fyri at broyta hetta. Aðalsetningurin hjá borgarstjóranum var »konsensus«. Hann vildi hava breiðar semj­ur um øll mál, og á hendan hátt fekk hann eitt samlað býráð til at arbeiða fyri øll­um teimum málum, sum semja kundi fáast um. Eitt – og ivaleyst tað týdningarmesta av øllum – var at stovnseta Horsens Ny Teater, har ein energiskur Frank Panduro veruliga framdi nøkur skarvslop – tann parturin er nærri lýstur aðrastaðni. Annað var, at tey í Horsens høvdu funnið útav, at so leingi lyft varð í felag, so megnaði býurin at hýsa tiltøkum, sum eingin hevði droymt um, at nakar danskur býur uttan fyri høvuðsstaðin kundi hýsa. Jan Trøjborg gjørdist borgarstjóri í 2007, og hann helt fram, har undanmaður hansara slepti. Talan var um stórhending, tá Horsens varð kosin sum býurin, har ein etapa av stóru súkklu­kappingini Giro d’Italia skuldi koyrast. Og eingin helt tað vera nakran trupulleika, at býurin samstundis var vertsbýur fyri ES-for­ mans­skapin. Tað gav nakrar trupulleikar, tí trupult var at finna nóg góðar gistingarmøguleikar til bæði embætisfólk, ministarar og ítróttafólk. Men er vilji til tess, so kunnu avbjóðingar altíð loysast, og tað gjørdi Horsens upp á sín heilt egna máta. Fleiri av teimum, sum vitjaðu í sambandi við ES-formansvitjanina, fingu loyvi at gista privat. Soleiðis komu leiðarar úr øllum heim­ inum at búgva heima hjá teimum 50 sjálv­ bodnu, sum fegin vildu hava vitjan, og tað fall í góða jørð hjá fínu gestunum, har teir flestu H Frá at hava umdømi sum ein tann keðiligasti býurin í Danmark, er Horsens í dag ein býur við framgongd á øllum økjum. Ein býur, sum at kalla slapp undan alheims fíggjarkreppuni, og sum støðugt hevur upplivað fólkavøkstur. Tónleikurin og upplivingarbúskapur hava hamskift býin Jákup Mørk Mentan Í meira enn eina øld var Statsfongslið í Horsens ímyndin av einum keðiligum býi. Í dag er nýtt fongsul bygt nakað uttan fyri Horsens, men heldur enn at javna gamla bygningin við jørðina, er hesin í dag umskipaður til risa mentunardepil Mynd: polfoto