Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 47

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum nr. 6 I 7. juli 2014 søgdu seg hava eina sanna uppliving, har tey veru­liga lærdu danir og horsensianarar at kenna. Heldur enn fylla býin við svørtum limou­ sinum, valdi býráðið at keypa hundrað­tals ljósareyðar súkklur. Tað varð hildið at vera mest sum ein sjálvfylgja, nú Giro d’Italia legði leiðina framvið (gløggi lesarin hevur helst varnast, at fremsti maðurin í Giro’ini súkklar í ljósa­reyðari føraratroyggju. Og tá lokala AC Horsens saman við býráðs­limum bjóðaði alheims leiðarunum av í fót­bólts­dysti, varð hetta byrjanin til siðvenju, sum nú verður endutikin á hvørjari ACP-EU- stevnu. Tað hoyrir við til søguna, at Jan Trøjborg doyði av hjartatilburði, tá hann dagin fyri Giro-etapuna tók lut í súkklukapping fyri motionistar. Hetta setti sjálvandi sín sorgardám á stórhendingina, men Peter Sørensen, sum varð valdur nýggjur borgar­ stjóri, leiddi býin gjøgnum sorgina. Eingi mørk finnast Peter Sørensen er framvegis borgarstjóri, og hann tekur soleiðis til, tá hann skal lýsa tað, sum er hent við Horsens seinastu fjóðrings øldina. – Tá Horsens fekk Landsstevnuna í 1990 valdi felagsskapurin, har eg var limur, at taka lut. Sjálvur arbeiddi eg á eini barr, meðan stevnan var, og hóast motivatiónin helst var, at her komu nógv konufólk, so sóu vit brádliga, at her var nakað, sum eydnaðist. – Eftir Landsstevnuna vóru vit samd um, at »hetta verður ikki størri«, og sama søgan endurtók seg, tá eg og ein vinmaður stóðu í bíðirøð fyri at ogna okkum Bob Dylan- atgongumerki í 2000. Tað kundi altso ikki verða størri, og tað sama søgdu vit, tá Robbie Williams kom á vitjan. – Nøkur ár seinni – í 2006 – sótu vit og spældu kort, og tá sigi eg: »Nú koma Madonna og Stones«. – Tá var aftursvarið frá vinmanninum: »hvat verður tað næsta«. Svarið til hetta vita tey neyvan sjálvi í Horsens, men tað er púrasta víst, at seinasta stóra takið enn ikki er tikið. Eitt nú gjørdu tey eina roynd at hýsa Eurovision, nú Danmark skuldi hýsa kappingini, men tann royndin eydnað­ist ikki. Enn sum áður verða tó stór tiltøk og stórar konsertir í Horsens, og hesi tykjast á ongan hátt at gerast færri í tali. Framgongd á øllum økjum Tað er tó ikki bert stuttleiki, sum er í Horsens. Ríka mentunarlívið hevur sannført alt landið um, at Horsens nú er eitt stað, har tað er gott at vera. Fólkaskúlin er miðvíst styrktur, og skúla­ børn í Horsens fáa í dag úti við 200 undir­ vísingar­tímar meira um árið, enn vanligi danski næmingurin fær. Umstøðurnar til ítrótt eru støðugt útbygdar, og við miðvíst at stuðla ítróttinum í býnum hevur Horsens í dag lið í fremstu røð í bæði hond- og fótbólti, eins og alt fleiri svimjarar úr Horsens finna veg á danska landsliðið. Ídnaðarøkini kring býin verða støðugt útbygd, so rúm er fyri fyritøkunum, sum vilja staðseta seg í Horsens, og ein miðvís um- og endurbygging av miðbýnum hevur broytt keðiligu húsafasadurnar til ein av vakrastu miðbýnum í Danmark. Og sjálvt fongslið er broytt. Tá nýtt fongsul skuldi byggjast, vóru fleiri á einum máli um, at gamli bygningurin, sum so leingi hevði mis­prýtt býin, skuldi takast niður. Loysnin var tó ein heilt onnur. Gamla fongslið varð umskapað til mentunardepil, sum í dag hýsir stóru konsertunum, ið fram­vegis verða hildnar. Fongsulsgarðurin er karmur um konsertirnar, og sæð burtur frá nøkrum stórum holum, ið eru sagað í múrar­nar, so krøvini til neyðútgongd kunnu lúkast, er garðurin intaktur. Inni í sjálvum fongslinum er savn, har søgan um fongslið – ið eisini er søgan um Horsens – verður lýst. Soleiðis er fongslið aftur í dag fremsti eyð­ kenni fyri Horsens. Image kanningar fyri bara 10 árum síðani vístu, at Fongslið var eitt tað fyrsta, sum 51% av teimum spurdu hugsaðu um, tá tosað varð um Horsens. Tað talið var í 2009 komið niður á 30%, men í dag er tað aftur økt. Í 2012 søgdu 40% av teimum spurdu seg hugsað um fongslið, tá spurt varð um Horsens, men handan svarið býr eisini tann munur, at tá tú í dag nevndið Fongslið, so er talan um positiva ímynd. Talan er ikki bara um konsertir. Eitt nú skipar býurin á hvørjum ári fyri miðalaldar-festivali. Eitt tiltak, sum er beinleiðis avleiðing av skipaðu hugskotssavnanini í býráðnum Risa konsertirnar, sum hava verið i Horsens, hava verið við til at lyft býin. Horsens verður í dag roknað sum fremsta dømið um, hvussu stóra ávirkan upplivingarbúskapur kann hava á lokalsamfelagið Keldur: Trine Wiese: Horsens – fra fængselsby til oplevelsesby Ulrik Haagerup: En god idé – fik du den? Myndir: polfoto