Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-07, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juli 2014síða 48

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 nr. 6 I 7. juli 2014 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum á tað varð staðfest, at fulla- brumma eins og restin av politi­ støðini í Havn var fongd við blámu­soppi, bleiv tann parturin løg­reglu­virkseminum her á landi flutt til Klaksvíkar. Við hesum fekk Klaksvík – eins og Horsens – sítt egna litla fongsul, men hetta er so langt í frá einastu líkheitstekinini millum føroyska fiski­vinnuhøvuðsstaðin og danska mentunardepilin. Klaksvík hevur nevnliga sera miðvíst sett upplivingarbúskap í fokus í fleiri ár, og borgarstjórin, Jógvan Skorheim, er ikki í iva um, at hetta hevur havt sína stóru ávirkan á býin. – Fara vit nøkur ár aftur í tíðina, so var fólkafráflytingin ein stórur trupulleiki her í Klaksvík. Hóast kommunan hevði gjørt íløgur fyri hundraðtals milliónir – íløgur, sum av­ gjørt vóru skilagóðar – so steðgaði hetta ikki keðiligu gongdini, sigur Jógvan Skorheim. – Í býráðnum, sum tá sat, var hetta nakað, sum vit vildu gera nakað við, og vit settu okk­um fyri at kanna, hvat skuldi til, um vit ynsktu at venda fráflytingini til eina tilflyting. – Í 2010 settu vit stórt greiningararbeiði í gongd. Vit fingu hjálp til hetta frá danskari greiningarfyritøku, har føroyski Suni Poulsen var tann, ið hevði beinleiðis kontaktini við okkum. Eini 200 fólk vóru partur av kann­ing­ ini, og síðani varð hesin bólkur aftur pettaður í fokusgruppur á 15 fólk. Og mest týdningar­ mikið var at fáa øll hesi at koma við sínum boðum uppá, hvussu vit kundu gera Klaksvík til ein betri bý at búgva í. Fýra yvirskriftir Slíkar kanningar hava sjálvandi hópin av meira og minni áhugaverdum millum­ rokning­um. Men Jógvan Skorheim vísir á, at tað serliga vóru fýra niðurstøður, sum stóðu eftir, og sum Býráðið valdi at taka til sín sum bein­leiðis arbeiðssetningar. • Upplivingarbúskapurin í Klaksvík skal styrkjast • Bústaðarbyggingin skal fjøltáttast • Fleiri slips skuldu í fiskivinnuna – t.e. at vitunarstøðið í fiskivinnuni og atknýttum vinnum skal hækkast • Mentunarlívið skuldi styrkjast – Sjálvandi er tað lættari sagt enn gjørt, tá tú skalt fylgja slíkum arbeiðssetningum, men í býráðnum varð greið semja um, at hetta var nakað, sum vit skuldu halda fast um. Og vit hava støðugt – bæði í farnu og í hesi býráðssetuni – roynt at fylgt hesum, sigur Jógvan Skorheim. – Og eg haldi eisini, at tað hevur eydnast. Hyggur tú at fólkatalinum, so er hetta økt við 90 fólkum síðani 2010. Tað vil siga, at vit hava ikki bara steðgað fráflytingini, men beinleiðis vent henni til tilflyting. Og fíggjar­ liga sóu vit, at Klaksvík var ein av fyrstu føroysku kommununum, sum aftur upplivdi búskaparliga framgongd, tá alheims fíggjar­ kreppan eisini rakti Føroyar. – Sjálvandi kanst tú siga, at tíðirnar hava spælt við, men eg eri sannførdur um, at ein sera týðandi orsøk er, at vit miðvíst hava fylgt setninginum, sum vit settu í 2010. Og ikki minst hevur tað havt ovurstóran týdning, at alt lokalsamfelagið hevur tikið undir við hesum. – Vit valdu tilvitað, tá kanningin varð gjørd, at hava fólk, ið so ella so høvdu ávirkan, við í kanningina. Tá hesi soleiðis fingu sín ognarskap í úrslitinum av kanning­ ini, gjørdust tey eisini ambassadørar ella flagg­berarar av hugsjónini, sum vit hava roynt at kjølfest. Og tað ger tað sjálvandi munandi lættari at fáa boðskapin rætt út. – Hartil royna vit eisini at kjølfesta hetta arbeiðið nóg væl politiskt. Tað má ikki vera so, at hetta stendur og fellur við, um hesin ella hasin politikarin verða valdir í býráðið, ella um hendan ella handan samgongan verður skipað. Hetta má vera eitt felags mál, sum allur býurin stendur saman um, og tað haldi eg hevur eydnast, sigur Jógvan Skorheim. Meira enn orð Og tað er sjón fyri søgn, at talan er um meira enn tóm og føgur orð frá borgarstjóranum. Hyggja vit einvíst at upplivingarbúskapinum, so borðreiðir Klaksvík við Summarfestivali, Torradøgum, Fiskimannadegi, Fish Fair, byggimessu, norðoyastevnu, baðilandi og nógvum øðrum við. – Hetta eru alt átøk, sum skapa lív í býnum, og sum draga hópin av vitjandi til Klaksvík. Tað kann væl vera, at tað ikki eru øll hesi, sum tíma at búgva her, men tað er heldur ikki tað, sum vit droyma um. Men tað hevur góðar ringvirkningar, tá vit støðugt kunnu draga nógv vitjandi henda vegin. – Eitt nú var eitt punkt í kanningini, at her var einki býarlív við café’um og øðrum. Tað er kanska so, at Klaksvík er ov lítil til at bera eitt veru­ligt café-lív, men hesi stóru tiltøk kunnu geva vinnuni nakrar heilt góðar dagar, so­ leiðis at tey kanska eisini hava ráð til at hava opið teir dagarnar, har vinningurin ikki er heilt so eyðsýndur. Tað er snøgt sagt við til at fíggja eitt aktivari býarlív, enn fólkatalið hjá okkum ber í sjálvum sær. Bara seinasta hálva árið hava vit fleiri café’ir, sum annaðhvørt eru opnaðar, ella sum lata upp í næstum. Og tað hevði ikki hent, um hesi tiltøk ikki vóru á skránni. – Og vit royna sjálvandi eisini at stuðla smærri mentanartiltøkum. Vit settu á stovn ein mentunargrunn, og eitt nú samtyktu vit, at allar sparingar á mentunarøkinum annars skuldu koma hesum grunni tilgóðar. Við pengunum, sum eru í grunninum, royna vit at stuðla teimum smærru tiltøkum, sum kanska ikki hava møguleika at standa seg, um treytir­nar bara eru handilsligar, og tað er eisini við til at skapa aktivitet og ferðslu. Og til stutt­leika kann eg eisini nevna nýggjasta átakið, har nakrir tímar við fríari ferðslu eru keyptir frá Norðoya­tunlinum. Her er aftur talan um átak, sum kann økja um ferðsluna til Klaksvík. Tað skapar postiv fíggjarlig árin, og tað skapar lív í býnum, soleiðis bæði verandi og komandi klaksvíkingar hava enn størri mun at trívast her á staðnum. Og tað í sjálvum sær er yvirskipaða málið, sigur Jógvan Skorheim. Frá fiski til mentan T Mentan Í turrum tølum man fiskivinnan enn sum áður eiga sín stóra lut í tilverugrundarlagnum hjá klaksvíkingum. Men seinnu árini hava prógvað, at upplivingarbúskapur er meira enn bara stuttleiki. Ein aktivur mentunar- og upplivingarpolitikkur, har býráðið hevur lurtað eftir borgarunum, er týdningarmesta orsøkin til, at klaksvíkingar nú aftur tosa um fólkavøkstur og tilflyting Jákup Mørk Hvat er meira náttúrligt enn at skipa ein sannan sjómansfestival í tí, sum av røttum verður kallað fiskivinnuhøvuðsstaðurin í Føroyum. Tað er sjálvandi ikki kommunan, sum skipar dagin, men tá góð hugskot vinna fram, er stutt frá tanka til gerð í Klaksvík Summar Festivalurin hevur ment seg til størsta tónleikatiltak í Føroyum. Og tað skapar sína veldugu ávirkan á alla handilsvinnuna í Klaksvík, tá fólkatalið tríggjar dagar um árið verður meira enn tvífaldað Myndir: savnsmyndir