Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-22, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juni 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 22. juni 2004 25 Enn ein nullloysn í Klaksvík Hóast vágbingar rest- aðu fleiri av føstu monnunum, so eydn- aðist tað VB at halda tætt í Klaksvík, har heimaliðið enn eina ferð vísti, at teir hava stórar trupulleikar KÍ-VB Jóannes Hansen Tað ber illa til at rokna við øðrum hjá klaksvíkingum. Sunnudagin sóu teir í ill- fýsna høgættarveðrinum teirra lið spæla fyri fimtu ferð á heimavølli í lands- kappingini í ár. Og teirra lið fór fyri fjórðu ferð av heimavøllinum, eftir at hava verið partur av javnleiki. Vágbingar høvdu onkra ferðina møguleika at skjóta mál. Men tað var einki at ivast í, at teir vóru meiri fegnir enn mótstøðumenn- inir um málleysa javnleikin. Fyritreytirnar hjá VB vóru einki serligar. Fýra teirra, sum upprunaliga vóru millum ellivu teir bestu, vóru ikki førir fyri at spæla í Klaksvík. Ein teirra var Mindaugas. Hann var í álopinum fyrstu løtuna, men tað haltaði í orðsins sanna týdningi hjá honum, og áðrenn fyrra umfarið var hálvrunnið, var hann noydd- ur at fara av vøllinum. Nýggi maðurin var Hans Allan Niclassen, og hann hevði bæði dygst undan steðginum og stutt eftir steðgin stórar møguleikar at gera mál, men tað eydn- aðist ikki. Seinni hevði Palli Augustinussen ein góðan møguleika, men Ják- up Mikkelsen bjargaði meistarliga væl. Órudduligt Henda vitjanin hjá VB í Klaksvík fer ikki í søguna sum ein av teimum best spældu. Báðir partar gjørdu nógv persónlig mistøk, og tað kom ikki so ofta fyri, at upplagdir málmøguleikar spurdust burturúr. VB miðvøllurin arbeiddi nógv, og Milan Kuljic vísti enn eina ferð, at hann er ein av teimum bestu — um ikki tann besti — av øllum mið- vallarunum í landskapping- ini. Tað mesta hjá vágbing- um gekk fyri seg við hon- um sum miðdepli, og í mið- verjuni vóru Eyðun Jacob- sen og Anders Sørensen sannir knassar. Ofta varð roynt við longum sending- um til Birgir Jørgensen, men tað var sjáldan, at hann fekk tamarhald á, og tá ið tað endiliga eydnaðist, so vóru heimamenninir um hann beinanvegin. Uppspælið hjá KÍ var ikki nógv øðrvísi, enn tað hevur verið undanfarnu ferðirnar í ár. Í onkrum førum hava teir verið meiri ágangandi, enn teir hava verið aðrar ferðir. Hesa ferð vóru teir ikki so ágangandi, sum teir vóru síðsta partin av tíðini ímóti HB. Tað gekk eisini rúm tíð, áðrenn áskoðararnir tóku seg sam- an at geva teimum tann stuðulin, sum tað plagar at verða roknað við, at KÍ skal eiga á heimavølli. KÍ fekk ikki spælið at hanga rættuliga saman. Í nógvum førum varð spark- að úr verjuni og fram til álopsmenninar, og tá er tað torført hjá bóltspælarunum á miðvøllinum. Onkrir glottar vóru, tá ið miðvall- ararnir góvu sær stundir til at spæla eitt tvey og at stinga fram ímillum og út í borðini, men málmøguleik- arnir vóru ikki serliga nógvir. Eyðun Klakstein royndi tvær ferðir við høvdinum móti málinum hjá Bjarna Johansen. Aðru ferðina sendi hann úr eitt sindur spískum í tvørtræið, og hina ferðina tveitti hann seg fram í tómrúmið, men stút- arin úr lutfalsliga góðari støðu fór við síðuna av málinum. Eftir innlegg gjørdist Jacob Bymar púra leysur mitt fyri málinum, men úr fimm metra fjarstøðu stút- aði hann akkurát har, sum Bjarni Johansen stóð, og so var tann møguleikin burtur. Atli Danielsen hevði eisini eina góða roynd við høvd- inum ímóti VB málinum, men tað segði tað sama. Síðstu løtuna varð Erling Fles settur inn í KÍ álopið. Hann hevði nógva orku og legði nógv fyri, men tað spurdist einki mál burturúr, og tað gjørdi tað heldur ikki, tá ið unglingaspælarin Julian Samuelsen fekk møguleikan. Dystargongdin kundi iva- leyst havt verið øðrvísi, um tað í 1. hálvleiki hevði eydnast Ova Nysted við høvdinum at stýra bóltinum í VB málið, eftir at horna- sparksinnlegg var komið innfyri. Men bólturin fór skeivu megin stólpan. Fyritreytirnar hjá VB vóru harvið betri, og tað vóru tær alla tíðina. Vág- bingar kundu havt tiltuskað sær øll stigini, men teir vóru fegnir um javnleikin. Hjá klaksvíkingum er tað ikki sørt møtimikið og lítið kveikjandi, at teir eru meistarar í javnleikum. Í uppteljingini telur tað ikki nógv, og KÍ er framvegis nærri botninum, enn teir eru toppinum. Djordjevic lagdur undir skurð Jugoslaviski mið- verjin hjá KÍ sleit hælsinuna leygar- dagin, og hann verð- ur neyvan at síggja á vøllinum aftur í ár KÍ SKAÐI Jóannes Hansen Aleksandar Djordjevic verður ikki førur fyri at spæla fótbólt aftur í ár. Leygardagin var hann á 2. deildarliðnum hjá KÍ, sum á heimavølli megn- aði at vinna 4-3 ímóti B71, ið annars hevur stað- ið seg væl. Aleksandar Djordjevic, sum verður 36 14. juli, noyddist av vøllinum, tí hann var skaddur. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi varð staðfest, at tað er hælsinan, sum er farin. Djordjevic skuldi leggjast undir skurð í gjár. Tað verður roknað við, at tríggir mánaðir í besta føri skulu ganga frá tí, at hælsinan er skurðvið- gjørd, og inntil tað kann hugsast um at venja aftur. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað í besta føri fer at vera komið fram ímóti kappingarenda, tá ið jugoslavin aftur verður førur fyri at bjóða seg til venjingar. Djordjevic kom til Klaksvíkar í 2001. Tað var Tomislav Sivic, sum tá var venjari hjá KÍ, ið fekk hann at hjálpa KÍ. Royndi maðurin, sum hevur roynt seg á hægsta støði í Jugo- slavia og eisini hevur spælt í Europa Cup, ætl- aðist at vera álopsstyrkur hjá KÍ. Seinni hevur hann tó fyri tað mesta spælt í miðverjuni. Aleksandar Djordjevic hevur higartil skorað seks mál í landskappingini fyri KÍ. Hann skoraði tey øll í 2001. Aleksandar er bú- settur í Klaksvík. Hann er giftur við Joan Midjord Joensen, sum nú eitur Joan Midjord Djordjevic. Hon er spælstýrari hjá Stjørnu kvinnunum og man vera ein tann besti kvinnuligi hondbólts- spælarin í landinum. KÍ-VB 0-0 KÍ: Jákup Mikkelsen — Jan Andreasen, Niclas Niclassen (Marek Wierzbicki, 77.), Ove Nysted, Harley Bertholdsen — Eyðun Klakstein, Jan Joen- sen (Julian Samuelsen, 86.), Atli Danielsen, Símun Joensen — Leon Bjartalíð (Erling Fles, 77.), Jacob Bymar Gult kort: Eyðun Klakstein VB: Bjarni Johansen — Mortan úr Hørg, Anders Sørensen, Eyðun Jacobsen, Jákup Olsen — Palli Augustinussen, Jón Pauli Olsen, Milan Kuljic, Poul N. Poulsen (Mikael í Lágabø, 68) — Birgir Jørgen- sen, Mindaugas (Hans Allan Niclassen, 28./Hart- mann Hansen, 88) Gult kort: Mortan úr Hørg FAKTA Fyri sættu ferð í ár spældi KÍ javnleik. Hesaferð var tað ímóti VB í Klaksvík, og dysturin endaði málleysur 25 24 Nr. 116 - 22. juni 2004 Súkklukapping var á skránni á Sundalags- stevnu, og hesaferð var tað í einkultstarti, at tey vaksnu kappað- ust SÚKKLING Tíðindaskriv Fríggjakvøldið á Sunda- lagsstevnuni, skipaði Tórs- havnar Súkklufelag fyri súkklukaping fyri vaksin og børn. Tey yngru børnini koyrdu samlaðstart har øll byrja samstundis, og tey eldru børnini, teir vaksnu og ung- lingarnir koyrdu einkult- start, har ein og ein fer av- stað í senn. Teinurin ið koyrdur var, var frá skúlanum í Hvalvík og niðan í Saksunardal. Teir vaksnu og unglingarnir koyrdu 7,5 km móti Saks- un, vendu har um ein keylu og koyrdu so aftur til Hval- víkar. Børnini koyrdu eina rutu uppá 1 km. Tey koyrdu 0,5 km niðan í Saksunardal og oman aftur til Hvalvíkar. Yngsti bólkur koyrdu teinin einaferð, tey í árganginum koyrdu ´93-´95 koyrdu tríggjar ferðir og bólkurin árg. ´90-´92 koyrdi teinin 5 ferðir. Veðrið var ikki av tí allar- besta. Tað var nógvur vind- ur, kalt og tað byrjaði at sirma eitt sindur tá kapp- ingin byrjaði. Tað var sera tungt at koma niðan móti Saksun, av tí at so nógvur vindur var ímóti. Men heimaftur gekk sera skjótt fyri seg. Hjá unglingunum var lagt upp til eina spennandi kapping millum Torkil Veyhe, sum vann á Eystan- stevnu, og Bergur Johansen sum vann á Norðoyastevnu. Teir skuldu súkkla 15 km einkultstart, og hava teir ikki kappast móti hvør øðr- um í hesi grein í ár. Men tá avtornaði vann Torkil Veyhe hjá unglingunum við 16 sekundum. Í bólkinum hjá dreingjum árg. '90 til '92 hendi eitt lít- ið óhapp. Ketan hjá Sig- mund Olsson slitnaði, men hóast tað kláraði hann at koma við í kappingina aftur við einari læntari súkklu og vinna á Niels Christiansen. Hjá teimum vaksnum gjørd- ist Gunnar Dahl-Olsen sannførandi nummar eitt við 3 minuttum og 8 sekundum aftur til nummar tvey sum gjørdist Sverri Mohr Edvinsson. Eli J. Christiansen gjørdist nummar trý, nummar fýra bleiv Beinir Rasmussen og eitt sindur óvæntað gjørdist Krisjan Guttesen vinnarin á Norðoyastevnu og nummar tvey á Eystanstevnu numm- ar fimm. Gunnar sterkastur á einkultstartinum Bólkur: Vaksin Einkultstartur 15 km Nr. Tíð 1 Gunnar Dahl-Olsen 23:21 min 2 Sverri Mohr Edvinson 26:29 min 3 Eli J. Christiansen 26:35 min 4 Beinir Rasmussen 28:06 min 5 Krisjan Guttesen 28:52 min 6 Palle Melciorsen 30:19 min Esmar Joensen Útgingin Unglingar Einkultstartur 15 km 1 Torkil Veyhe 28:59 min 2 Bergur Johansen 30:15 min 3 Dánjal Michalsen 33:20 min Bólkur: Árg. '90 til '92 Einkultstartur 5 km 1 Sigmund Olsson 12:51 min 2 Niels Christiansen 13:54 min 3 Njál Jensen Útgingin Bólkur: Árg. 93-95 á kapsúkklu Einkultstartur 5km Nr. Tíð 1 Finnur Mellemgaard 14:01 min 2 Harlad Joensen 18:11 min Bólkur: Árg. 93-95 á Fjallasúkklu Samlaðstart 3 km 1 Jógvan Mellemgaard 2 Fróði Olsen Bólkur: Árg. 96-98 Dreingir Samlaðstart 1 km 1 Krisjan Johannesen 2 Jóanis Albert Nielsen 3 Tóri Nielsen Bólkur: Árg. 96-98 Gentur Samlaðstart 1 km 1 Hildur Poulsen Úrslitini frá kappingini: Evropameistara kapping- in í Bridge, verður í hes- um døgum leikt í Malmø. Trý tey fyrstu umførini vóru leikt í gjár 20. juni. Liðið hjá okkum í opna ræðnum fekk eina framúr byrjan við at vinna 20-10 móti Íslandi, 19-11 móti Týsklandi og spæla javnt 14-16 móti Onglandi Góða føroyska spælið hevur viðført at Føroyar liggja sum nummar seks við 53 stigum. Top 10: Póland 69 Italia 64 Turkaland 64 Norra 62 Russland 58 Føroyar 53 Týskland 53 Svørríki 53 Wales 53 Belgia 49 Damulandsliðið, ið eisini luttekur í kappingini fekk eisini eina góða byrjan, tær taptu 11-19 móti Italia og spældu síðani javnt móti norra. Tær liggja á 16. plássinum og eru frammanfyri lond sum Danmark og Ísland. Føroyar nr. 44 av 111 Ein nýggjur altjóðar styrkilistið er júst gjørd- ur. Á honum sæst at Før- oyar hava tikið seg nógv framm. Av teimum 111 londunum, sum er á list- anum eru Føroyan nú nummar 44. Tað eru ser- liga tey framúr úrslitini Føroyar høvdu til sein- asta NM, ið gera góðan mun. Leygardagin, 3. juli, verður triathlon kapping hildin í Fuglafirði TRIATHLON Tíðindaskriv Triathlonkapping verður á Varmakeldustevnuni í ár. Kappingin verður fyri bæði kvinnur og menn, og teinarnir verða soleið- is at byrja verður við 400m svimjing, síðan verður súkkla 10km, og til síðst 3km renning. Kappingin byrjar á sandinum heimanfyri Mentanarhúsið,og øll kappingin verður inni í bygdini. Fyri at luttaka mugu luttakararnir hava antin vátdrakt ella frosk- mannadrakt. Vinnararnir ( 1-2-3) í hvørjum bólki fáa heiðursmerkir, og kapp- ingin verður bólka so- leiðis: Kvinnur, 15ár og yngri Kvinnur, 16ár og eldri Menn, 15ár og yngri Menn, 16ár og eldri Sagt verður frá fyrireik- arunum, at tilmelding til kappingina eigur at verða gjørd í seinasta lagi 1. juli. Framúr byrjan til Føroyar Triathlon á Varmakeldu Eisini teir smáu kappaðust í súkkling á Sundalagsstevnuni. Her eru tað teir fremstu í bólkinum 6-8 ár, sum standa á sigurspallinum C M Y K 24