týsdagur 22. juni 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 22. juni 2004
23
23
22
Nr. 116 - 22. juni 2004
C
M
Y
K
22
Eftir eitt sera spenn-
andi endaumfar í
bólki A, er tað nú
greitt, at Spania noyð-
ist at fara til hús,
meðan portugisisku
vertirnir framvegis
eru við í kappingini,
eftir at Portugal vann
slagið um Iberisku
hálvoynna sunnu-
kvøldið
BÓLKUR A
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Uppgávan hjá bæði Spania
og Portugal var greið undan
innanhýsis dystinum, tí
vinnandi liðið var tryggjað
luttøku í fjórðingsfinalun-
um. Møguleikin fyri at
bæði liðini komu víðari var
eisini til staðar, men tað
kravdi, at grikkar taptu við
tveimum
málum,
sam-
stundis sum at Portugal
vann.
Heimaliðið trýsti
óført
Fyrsti hálvleikur av dystin-
um millum Portugal og
Spania á Estadio Jose
Alvalade í Lissabon var fyri
tað mesta eitt stórt trýst á
málið hjá Spania, og Real
Madrid-málverjin,
Iker
Casillas, í spanska málin-
um hevði úr at gera. Serliga
vóru tað teir báðir, Christi-
ano Ronaldo úr Manchester
United, ið hesaferð var við
frá byrjan, og so veteran-
urin Luis Figo, ið gingu á
odda. Einsamalli framherj-
in hjá Portugal, Pauletta,
hevði tó ikki ein serliga
hepnan dag, og tað var væl
skiljandi, at hann bleiv
skiftur út í steðginum til
fyrimuns fyri Nuno Gomes.
Hesin sami Nuno Gomes
brúkti heldur ikki langa tíð
um at gera vart við seg, tí
longu tá ið tólv minuttir
vóru leiktir av seinna hálv-
leiki. legði hann Portugal á
odda, tá ið hann sendi
bóltin framvið Casillas.
Spaniólar royndu alt tað,
ið teir vóru mentir at fáa
javnað, men hvørki Raul
ella Fernando Torres úr
Atletico Madrid, høvdu
innstillað kanónina, og tað
var undrunarvert, at tað
gekk so long tíð, áðrenn
Fernando Morientes var
sendur á vøllin. Stóra trýst-
ið hjá spaniólum gav einki
úrslit, og heldur var tað í
hinum endanum, at tað var
nær við at mál kom. Mill-
um annað hevði Costinha
hjá Portugal eina risa
møguleika stutt fyri leik-
lok, men fyri opnum máli
stútaði hann upp um.
Russar fingu stig
Í hinum dystinum í bólkin-
um hittust Russland og
Grikkaland. Russarnir vóru
longu
útslignir,
meðan
grikkar vóru teir, ið høvdu
besta møguleikan fyri at
fara víðari í fjórðingsfinal-
urnar undan seinasta um-
farinum. Russarnir góvu tó
grikkum ein ordans hvøkk,
tí tað gekk ikki meiri enn
ein minuttir, so løgdu teir
seg á odda við einum máli,
sum Dmitrij Kirichenko
skoraði. Grikska verjan var
als ikki vakin fyrstu løtuna
av dystinum, og tað gekk
heldur ikki long tíð, so øktu
russar um leiðsluna. Dimi-
try Bulykin slapp fullkomi-
liga ótarnaður at skalla
bóltin í mál, og so var 2-0
til Russland, og grikkar
vóru enn ikki komnir úr
startholunum.
Áskoðararnir til dystin
millum
Russland
og
Grikkaland vóru vitnir til
ein dyst, har ferðin var
øgiliga, og bæði liðini sats-
aðu so at siga bara upp á
álop, og málmøguleikarnir
trutu ikki. Tað skal tó
sigast, at áskoðararnir eis-
ini fingu nógv dømir um,
hvussu man misnýtir upp-
lagdar málmøguleikar.
Grikkaland kom tó inn
aftur í dystin stutt fyri hálv-
leik, tá ið Zisis Vryzas
skoraði úr stuttari fjarstøðu,
og tað var nóg mikið til, at
grikkar komu í fjórðings-
finaluna, og tað var tað
neyvan nakar, ið hevði gitt
undan EM-endaspælinum.
Enn eitt vónbrót fyri
spaniólar
Tað tykist sum um, at tað er
við at gerast ein siðvenja, at
spanska landsliðið ikki
megnar at liva upp til tað, ið
fólk vænta av teimum, tá ið
tað kemur til endaspøl.
Seinastu mongu árini hevur
spaniólar verið fastir fúsir
til bæði HM- og EM-
endaspøl, og ofta hava teir
verið mettir millum favor-
ittarnar til at vinna kapp-
ingarnar. Tað hevur tó aldr-
in gingið teimum eftir vild,
og teir hava verið noyddir
til at fara vónbrotnir heim-
aftur. Sagt verður mangan,
at spanska kappingin er
tann sterkasta í heiminum,
og tískil áttu spaniólar at
havt nógvar sterkar leikar-
ar, men profilar so sum
Raul, Fernando Morientes
og Ruben Baraja hava als
ikki víst, hvat teir kunna
undir hesum EM-enda-
spælinum. Nú kunnu spani-
ólar so fara heim aftur og
fara undir fyrireikingarnar
til kvalifikatiónina til HM-
endaspælið í 2006.
Portugal-Spania 1-0
(0-0)
1-0 Nuno Gomes
Russland-Grikkaland 2-1
(2-1)
1-0 Dmitrij Kirichenko
2-0 Dimitry Bulykin
2-1 Zisis Vryzas
Dysturin millum Hol-
land og Kekkia leygar-
kvøldið man óivað
verið besta dysturin
higartil í EM-enda-
spælinum í Portugal.
Hinvegin var hin
dysturin í bólki B
millum Týskland og
Letland eitt satt vón-
brot leikliga, men
lettar vóru ovurfegnir,
tí teir fingu javnleik,
og tað var óvæntað
BÓLKUR D
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hóast týskarar á pappírin-
um høvdu ein lættan dyst
móti, eydnaðist tað teimum
ikki at fáa øll trý stigini.
Hinvegin vístu kekkar, at
teir hava eitt sera sterkt lið,
tá ið teir komu frá at verða
aftan fyri 0-2 upp á 3-2,
sum eisini gjørdist endaliga
úrslitið av dystinum móti
Hollandi.
Tamir týskarar
Fyrsti dysturin leygardagin
var millum Týskland og
Letland, og enn einaferð
prógvaðu lettar, at teir eru
ikki fyri ongum. Hóast
týskarar høvdu bóltin nógv,
so var tað ikki serliga ofta,
at teir gjørdust veruliga
vandamiklir. Bólturin bleiv
sum oftast koyrdur runt á
miðvøllinum, og tað var
ikki ofta, at teir báðir áleyp-
ararnir, Fredi Bobic og
Kevin Kuranyi, av álvara
hóttu lettiska málið. Heldur
komu hóttaninar av mið-
vøllinum,
har
eitt
nú
Michael Ballack royndi seg
við nøkrum skotum.
Lettarnir vóru tó ikki heilt
vandaleysir, og serliga tann
lítli og kviki framherjin,
Verpakovskis, gav týsku
verjuleikarunum grá hár í
høvdið. Fyrstu løtuna av
dystinum royndi Týskland
at trýsta, men lettar komu
spakuligani inn í dystin, og
fleiri ferðir lógu teir fram-
við. Størsta málmøguleikan
í fyrra hálvleiki áttu lettar
eisini, tá ið Verpakovskis
stutt fyri hálvleik av miðjum
vølli
rann
frá
trimum
verjuleikarum, men tá ið
hann kom einsamallur við
Oliver Kahn, var skotroynd-
in ikki nóg góð, og týski
málverjin bjargaði lættliga.
Í hálvleikinum kom ungi
Bayern München leikarin,
Sebastian Schweinsteiger, á
vøllin, og tað gav álops-
spælinum hjá Týsklandi eitt
sindur meira bit. Framvegis
komu týskarar næstan ikki
til opnar málmøguleikar,
meðan Letland í hinum end-
anum helst bleiv snýtt fyri
eitt brotsspark, tá ið Bau-
mann feldi Verpakovskis.
Móti endanum av dystin-
um var talan fyri tað mesta
um eitt langt týskt álop,
men tað nærmasta týskarar
komu einum máli, var tá ið
innskifti Miroslav Klose í
yvirtíðini skallaði framvið
málinum.
Tá ið dómarin so stutt
eftir bríkslaði fyri seinastu
ferð, vóru tað nakrir ovur-
fegnir lettar, ið lupu um
hálsin á hvørjum øðrum, tí
teir høvdu ognað sær eitt
stig í EM-endaspælinum,
og tað eru tað ikki nógv,
sum høvdu væntað.
Hollendskt vónbrot
Tað vóru kekkarnir, ið byrj-
aðu best, tá ið dysturin
millum Holland og Kekkia
bleiv blástur íg gongd.
Longu í fyrsta minutti var
Koller nær við, men skotið
hjá honum fór uppum.
Ístaðin vóru tað hollend-
ingarnir, sum løgdu seg á
odda longu, tá ið fýra
minuttir vóru leiktir. Arjen
Robben sendi eitt fríspark
úr høgru síðu væl innfyri,
og við handaru stong var
verjuleikarin, Bouma, klár-
ur, og hann skallaði bóltin í
mál til 1-0.
Hollendingarnir høvdu
fleiri vandamiklar atsóknir
á kekkiska málið næstu
løtuna, og Clarence See-
dorf var tvær ferðir nær við
at økja um leiðsluna. Teir
fingu tó eitt mál afturat
stutt eftir, tá ið Ruud van
Nistelroy fekk eina tvørav-
levering frá Arjen Robben,
og so var 2-0. Nú tóktist,
sum um Holland hevði fult
tamarhald, men so gjørdi
liðskipari teirra, Philip
Cocu, eitt mistak, sum
loyvdi kekkum inn aftur í
dystin. Cocu sendi eina av-
levering beint í føturnar á
Milan Baros, sum rann
oman í hollendska brots-
teigin, áðrenn hann server-
aði bóltin fyri Jan Koller,
sum skoraði til 1-2, sum
eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki helt
flótandi álopsspælið fram,
og bæði liðini høvdu fleiri
góðar møguleikar, men
bæði Edwin van der Saar í
hollendska málinum og
Petr Cech í kekkiska mál-
inum høvdu ein góðan dag.
Um miðjan seinna hálv-
leiki skifti Holland unga
Arjen van Robben út, og
setti Paul Bosvelt, ið er
meiri verjukendur leikari,
inn ístaðin. Hetta var rættu-
liga óvæntað, tí Robben
hevði verið framúr góður,
og hevði millum annað lagt
upp til bæði hollendsku
málini. Tað vísti seg eisini,
at eftir hesa útskifting fingu
kekkar størri og størri yvir-
vág. Tað gekk heldur ikki
long tíð, so javnaðu kekkar.
Pavel Nedved sendi innfyri,
og Koller legði við bringuni
bóltin fyri føturnar á Milan
Baros, sum smekkaði bólt-
in í mál til 2-2.
Holland var nær við at
leggja seg á odda aftur, men
Cech bjargaði væl við bein-
unum, tá ið Andy van der
Meyde royndi seg. Løtu
seinni fekk Holland ein
mann riknan av vølli, og
tað bøtti ikki um umstøður-
nar hjá teimum appelsin-
littu. Tveir minuttir vóru
eftir av vanligu leiktíðini, tá
ið avgerðin fall. Karel Po-
borsky sendi ein bólt inn í
hollendska brotsteigin, og
nær málinum var Vladimir
Smicer á rætta staðnum og
skoraði sigursmálið, sum
tryggjaði kekkunum fyrsta-
plássið í bólkinum og at-
gongumerki til fjórðings-
finalurnar.
Týskland-Letland 0-0
(0-0)
Holland-Kekkia 2-3 (2-1)
1-0 Bouma
2-0 Ruud van Nistelrooy
2-1 Jan Koller
2-2 Milan Baros
2-3 Vladimir Smicer
Spania noyddist heim
Flúgvandi kekkar
Spanski liðskiparin, Raul,
var ein ógvuliga vónbrotin
maður sunnukvøldið, tá ið
Spania noyddist at lúta fyri
grannunum úr Portugal, sum
harvið sendi Spania úr EM-
endaspælinum
Í bólki C eru tað Dan-
mark og Svøríki, sum
eru á odda, áðrenn
seinastu dystirnir í
bólkinum verða leikt-
ir í dag, og tá hittast
júst hesi bæði lið
EM-ENDASPÆL
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Eftir dystirnar í bólki C
fríggjadagin eru tað Dan-
mark og Svøríki, sum hava
bestu kortini. Danmark
vann sín dyst ímóti Bul-
garia 2-0, meðan sviar
fingu ein týðandi 1-1 javn-
leik móti Italia.
Uppiborin danskur
sigur
Danir sótu á øllum í fyrra
hálvleiki av dystinum ímóti
Bulgaria. Eyðkendi danski
spælistílurin við skjótum
uppspæli gjøgnum síður-
nar, gav bulgarsku verju-
leikarunum stórt høvuð-
brýggj, men tað gjørdist tó
sjáldan rættuliga vanda-
mikið framman fyri bulg-
arska málið.
Tað eydnaðist tó danska
liðnum at seta hol á, tá ið
fyrri hálvleikur var nærum
liðugur. Miðvallardynamo-
in, Thomas Gravesen, ið
var við aftur á liðnum,
sendi ein bólt inn um verj-
una hjá Bulgaria til Martin
Jørgensen, og Udinese-
leikarin var ósjálvsøkin og
trillaði bóltin upp á tvørs til
Jon Dahl Tomasson, ið bert
skuldi seta innarsíðuna á,
og so var 1-0.
Eftir steðgin løgdu danir
seg nógv longur aftur á
vøllin, og tað tókist ikki
verða nøkur serliga skila-
góð avgerð, tí hetta gav
bulgarska liðnum yvirvág
eina góða løtu, og fleiri
ferðir leikaði á framman
fyri málinum hjá Thomas
Sørensen.
So hvørt sum seinni hálv-
leikur gekk, gjørdust leik-
ararnir hjá Bulgaria meiri
og meiri frustreraðir, og teir
tiltuskaðu sær ein hóp av
kortum. Móti endanum av
dystinum fekk liðskipari
teirra, Stilian Petrov úr
Celtic, sítt næsta gula kort
fyri at brúka seg móti dóm-
aranum, og tað gav honum
so eitt brúsubað fyri tíð.
Danir slerdu sigurin fastan,
tá ið farið var út um vanligu
leiktíðina. Jesper Grønkjær,
ið var komin á vøllin mið-
skeiðis í fyrra hálvleiki fyri
ein
meiddan
Dennis
Rommedahl, slapp inn um
verjuna hjá Bulgaria, og
hann sendi bóltin framvið
bulgarska málverjanum, og
so vann Danmark 2-0.
Sviar vóru hepnir
Seinni dysturin fríggja-
kvøldið var uppgerðin mill-
um Italia og Svøríki. Nógv
rumbul hevði verið í italsku
EM-leguni, bæði tí at
stjørnuspælarin, Francesco
Totti, hevði fingið leikbann
í tríggjar dystir, men eisini
tí at spælið í fyrsta dystin-
um móti Danmark ikki
hevði verið nøktandi.
Italia byrjaði dystin sum
eitt óløgi, og álopini skol-
aðu oman móti svenska
málinum. Antonio Cassano
avloysti Roma-liðfelagan,
Totti, í italska álopinum, og
hann legði eisini lið sítt á
odda í fyrra hálvleiki, tá ið
hann við høvdinum setti
eitt innlegg frá Panucci í
málið til 1-0 til Italia, eftir
at svenska rangstøðufellan
kiksaði.
Sviar høvdu ikki nógv at
bjóða upp á í dystinum,
hóast
Arsenal-leikarin,
Frederik Ljunberg, til tíðir
vísti, hví so nógv evropeisk
stórlið hava sýnt honum
áhuga. Best leikari hjá svi-
um í dystinum fríggja-
kvøldið var tó uttan iva
málverjin, Andreas Isaks-
son, úr Djurgården, men
sum í næstum fer at spæla
fyri franska felagið Rennes.
Isaksson hevði fleiri framúr
góðar bjargingar, og serliga
Christian Vieri man hava
fingið marruna av svenska
málverjanum.
Sum so nógv onnur lið ofta
gera, gjørdu italiumenn tað
mistak, at teir tóku seg
longur aftur á vøllin mið-
skeiðis í seinna hálvleiki,
og tað gjørdi, at sviar, sum
annars ikki høvdu verið
vandamiklir,
bráddliga
fingu fótin fyri seg. Brønd-
by-leikarin, Mattias Jon-
son, hevði eina naksa skot-
roynd, sum Gianluca Buf-
fon í italska málinum bjarg-
aði hegnisliga, men fimm
minuttir fyri leiklok, fekk
Svøríki javnað. Eftir eitt
sindur
av
trunkaspæli
framman fyri italska málið,
endaði bólturin hjá Zlatan
Ibrahimovic, og Ajax-fram-
herjin sparkaði bóltin í
einum boga aftur um seg,
og hóast Christian Vieri
royndi at verja fyri á sjálv-
ari málstrikuni, so smeyg
bólturin sær millum tvør-
stongina og høvdið á Vieri,
og so var 1-1. Italiumenn
kastaðu nú alt fram aftur,
og í yvirtíðini var nær við,
tá ið Christian Panucci við
høvdinum
sendi
bóltin
beint fram við málinum hjá
Andreas Isaksson.
Italia má vinna
Undan dystunum í dag hava
Danmark og Svøríki fýra
stig, Italia hevur tvey, með-
an Bulgaria onki stig hevur.
Um Italia yvirhøvur skal
gera sær nakrar sum helst
vónir um at koma í fjórð-
ingsfinaluna, skulu teir
vinna dystin móti Bulgaria,
og samstundis noyðast teir
at vóna, at Danmark og
Svøríki ikki spæla javnleik
2-2, tí so koma tey bæði
norðurlendsku londini víð-
ari.
Í italsku fjølmiðlunum
hava gitingar longu verið
frammi um, at ein norður-
lendsk samansvørjing verð-
ur gjørd, soleiðis at dystur-
in millum Danmark og
Svøríki endar 2-2, og bæði
liðini koma víðari. Hetta
hava tó bæði danski venjar-
in, Morten Olsen, og annar
av svensku venjarunum,
Lars Lagerback, víst aftur,
og Morten Olsen segði, at í
einum EM-endaspæli fert
tú altíð á vøllin fyri at
vinna dystin.
Danmark-Bulgaria 2-
0 (1-0)
1-0 Jon Dahl Tomasson
2-0 Jesper Grønkjær
Italia-Svøríki 1-1 (1-0)
1-0 Antonio Cassano
1-1 Zlatan Ibrahimovic
Norðurlendsku londini á odda
Svenski landsliðsleikarin Zlatan Ibrahimovic fær við bakinum ímóti málinum sent bóltin í aftur um seg og í italska málið til 1-1
fimm minuttir fyri leiklok
EM-endaspælið í fótbólti
Bólkur A
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Portugal
3
2
-
0
-
1
4
2
2
6
2 Grikkaland
3
1
-
1
-
1
4
4
0
4
3 Spania
3
1
-
1
-
1
2
2
0
4
4 Russland
3
1
-
0
-
2
2
4
-2
3
Bólkur B
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Frakland
2
1
-
1
-
0
4
3
1
4
2 Ongland
2
1
-
0
-
1
4
2
2
3
3 Kroatia
2
0
-
2
-
0
2
2
0
2
4 Sveis
2
0
-
1
-
1
0
3
-3
1
Bólkur C
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Svøríki
2
1
-
1
-
0
6
1
5
4
2 Danmark
2
1
-
1
-
0
2
0
2
4
3 Italia
2
0
-
2
-
0
1
1
0
2
4 Bulgaria
2
0
-
0
-
2
0
7
-7
0
Bólkur D
v
t
d
v
-
j
-
t
mál
mál
+/-
stig
1 Kekkia
2
2
-
0
-
0
5
3
2
6
2 Týskland
2
0
-
2
-
0
1
1
0
2
3 Holland
2
0
-
1
-
1
3
4
-1
1
4 Letland
2
0
-
1
-
1
1
2
-1
1