Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. juli 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juli 2014 · Nr. 77 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Mánadagin lætti Víkinga ferða­lag­ ið úr Vágum. Eftir steðg í Keyp­ manna­havn varð kósin í gjár sett til Letlands, har Andreas Ekberg úr Svøríki verður dómari, tá ið Dauga­ vpils longu klokkan 16.00 føroyska tíð í morgin tekur ímóti Víkingi. Undan fyrsta bríksli er Vík­ingur frammanfyri. Finnur Just­i­nus­sen og Andreas Lava Ol­sen vóru mál­ skjútt­ar, tá ið Vík­ingur vann 2-1 á heima­vølli. Út­gangs­støðan er góð, men hon kundi havt verið nógv betri, tí vík­ing­arnir høvdu einar 5-8 risa stórar mál­møgu­leikar. Meðan Víkingur síðani heima­ dyst­in hevur fyrireikað seg til av­ bjóð­ingina á útivølli, so spældi Dauga­vpils sunnudagin lands­ kapp­ingardyst. Úrslitið á útivølli ímóti FS Metta/LU var 1-1, og tað var avgerandi fyri Daugavpils ikki at tapa. Tíggju lið eru við í kapp­ ing­ini. Daugavpils er á 8. plássi og om­anfyri strikuna við 16 stig­um, með­an FS Metta/LU er á níggj­unda plássi og undir strikuni við 11 stig­ um. Víkinga spælararnir vita, hvat hetta snýr seg um. Síð­ani felagið varð stovnað í 2008 hev­ur tað tríggj­ar ferðir luttikið í eur­op­e­isku kapp­ingunum. Besta úr­slit­ið var í fjør, tá ið tað eftir 1-1 á heima­vølli eydn­aðist at vinna 1-0 í Finn­landi ímóti Inter Turku. Hanus Jac­obsen skor­aði sigursmálið við brots­sparki, tá ið tað restaðu tólv min­uttir. Tveir min­uttir seinni mis­nýtti Turku brots­spark, tá ið bólt­urin brast í tvør­træið aftanfyri Geza Turi. Eftir óvæntaða Víkinga sig­ur­in varð spurnartekin sett við døm­ ing­i­na. UEFA kannaði málið, og tað end­aði við, at armenski dómarin og annar linjuverjin fingu lívstíðar leik­bann fyri at hava roynt at ávirka úrslitið. Síðani gekk verri hjá Víkingi ímóti rumenska FC Petrolul Plo­ i­esti, sum vann 4-0 á útivølli 3-0 á heima­vølli. Í 2012 tapti Víkingur samantalt 10-0 ímóti hvítarussiska FC Gomel – 6-0 á heimavølli og 4-0 á útivølli. Í 2010 endaði tað 0-4 á heimavølli og 0-3 á útivølli ímóti turkiska Bes­ik­ tas. Jóannes Hansen Hóskvøldið klokkan 19 skal ÍF aft­ ur í europeiska eldin. Boško Jova­ ne­tić úr Serbia verður dómari á Tórs­vølli, har finska MyPa verður mót­støðuliðið. Gestirnir hava 1-0 sig­ur í viðførinum, og harvið er setn­ingurin hjá Albert Ellefsen og hans­ara monnum greiður: – Vit hava møguleika at spæla okk­um víðari í kappingini. Um tað skal eydnast, so er fyrsta treyt­in, at mótstøðuliðið ikki fær mál. Í Finnlandi vóru vit væl við í 1. hálv­ leiki, tá ið tað var málleyst. Eft­ir steðg­in gekk orkan hjá okkara und­ an í hitanum, og tá vóru vit und­ir stór­um trýsti. Teir skoraðu eitt mál, og hóast tað gekk nógv fyri seg í og kring okkara brotsteig, so vóru vit ongantíð í panikki. Tað ræð­ur fyrst og fremst um at binda um ­í verj­uni, og so at fáa meiri burt­ur­ úr í framrættaða partinum, enn vit fingu í 2. hálvleiki á útivølli, held­ur Albert Ellefsen. Meðan heimliga lands­kapp­ing­in er í summarfrí, so spæla teir fram­ vegis í Finnlandi. Mána­kvøld­ið var MyPa á útivølli ímóti Turku PS, sum vann 3-0. Hetta var merkisvert úr­slit, tí Turku PS er nógv aftast í bestu deildini, ið fevn­ir um 12 lið. Turku PS hevur 13 stig fyri 18 dystir. Næst­aftasta liðið hev­ur 19 stig, og MyPa hevur á 8. plássi 23 stig. – Sammett við upp­still­ing­ina ímóti okkum vóru fimm broyt­ing­ ar mánakvøldið. Eg veit ikki, um teir spardu spælarar,men úrslitini sein­astu nógvu vikurnar hava ikki ver­ið góð, so hetta er eitt finskt lið í kreppu, sum vit fáa vitjan av, sigur ÍF venjarin. Tað verður neyðugt hjá fugl­ firð­ingum at gera onkrar broyt­ ing­ar. Áki Petersen er burtur í arb­ eiðs­ørindum, Dánjal á Lakjuni er burt­urstaddur, og Fritleif í Lamb­ an­um varð skaddur undir venjing fyri trimum døgum síðani. Nenad Saric er komin fyri seg eftir skaða, og ivaleyst fáa Leivur Joensen og Kristoffur Jakobsen hesa ferð møgu­leikan millum teir fyrstu ell­ ivu. Mótstøðuliðið er í kreppu 2-1 heimasigurin hóskvøldið ber møguleikar við sær at endurtaka bragdið í fjør, tá ið tað við sigri á útivølli eydnaðist Víkingi at spæla seg víðari í europeisku kappingini ÍF venjarin avskrivar ikki møguleikan ímóti MyPa, sum mánakvøldið tapti 3-0 ímóti botnliðnum Víkingur skal endur- ­taka bragdið