týsdagur 8. juli 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 9. juli 2014 · Nr. 77
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Heri Simonsen
Lagt er upp til hevndarinnar
tíma mikukvøldið, tá Niðurlond
møtast í Sao Paulo í Brasilia í
HM-hálvfinaluni. Síðani 1974, tá
Niðurlond veruliga trinu á altjóða
fótbóltspallin hava liðini møtst
fýra ferðir áður í einum HM-
endaspæli. Talan er higartil um
tveir niðurlendskar sigrar, ein
javnleik, og ein argentinskan sigur.
Argentinski sigurin er tó tann stóri
prísurin, tí tað var í HM-finaluni á
heimavølli í 1978, at Argentina vann
á Niðurlondum.
Var Argentina
rætti vinnarin?
Á teimum almennu yvirlitunum
stendur at lesa, at Argentina vann
HM finaluna í 1978 á Monumental
leikvøllinum
í
argentinska
høvuðstaðnum,
Buenos
Aires
við 3-1, aftaná longda leiktíð.
Støðan
aftaná
vanliga
leiktíð
varð javnleikur 1-1. Mario Kempes
gjørdist tann stóra hetjan við
tveimum málum í finaluni, sum
varð leikt 25. juni í 1978. Tað eru tó
tey, sum halda, at Argentina svikaði
seg til HM-heitið. Tað sum serliga
hevur vakt hesar illgitingarnar er
millumspælið, sum tá varð brúkt.
16 byrjaðu í fýra bólkum. Tvey tey
bestu liðini úr hvørjum bólki fóru
víðari til tveir millumbólkar. Tað
fall mongum fyri bróstið, at Peru
tapti heili 0-6 ímóti Argentina í tí
seinasta dystinum í millumbólki B.
Eitt úrslit, sum gjørdi, at Argentina
fekk ein betri málmun enn Brasil,
sum ikki slapp í finaluna av somu
orsøk. Sama heyst fekk stjórnin í
Peru, sum eisini hevði hernaðarligt
einaræðið eitt ógvuliga lagaligt lán
frá hernaðarstýrinum í Argentina.
Í hesari søguni liggur páhaldið um
at svikað varð. Argentinsku HM-
vinnararnir frá 1978 tvíhalda tó, at
teir vistu einki um tað politiska
myrkaspælið, sum var tá, men, at
teir vóru bara fokuseraðir uppá
at vinna HM-gullið á vøllinum.
Og teir halda seg verða verdigar,
ítróttarligar
vinnarar
av
HM-
gullinum í 1978.
Cruyff í 74 og
Bergkamp í 98
Fýra ár frammanundan, í HM-
endaspælinum í Vesturtýsklandi
í
1974
møttust
Niðurlond
og
Argentina
í
millumspælinum.
Tá vunnu Niðurlond við einum
sannførandi
Johan
Cruyff
heili 4-0 á Argentina. Cruyff
skoraði tvey mál í stórsigrinum
á
Parkstadion
leikvøllinum
í
Gelsenkirchen.
Liðini
møttust
eisini í HM-fjórðingsfinaluni í HM-
endaspælinum í Fraklandi í 1998.
Tá 89 minuttir vóru leiktir varð
støðan javnleikur 1-1 á Velodrome
leikvøllinum í Marseille. Arsenal-
legendan, Dennis Bergkamp fær
eina sending frá Frank De Boer.
Bergkamp, sum er staddur í
argentinska brotssteiginum temur
eina sending frá Frank de Boer.
Talan er um ein langa sending frá
miðjum vølli. Bergkamp temur
bóltin við høgra fóti, ger ein “tunnil”
, har hann fintar Roberto Ayala
í argentinsku verjuni, og bankar
bóltin við einari høgru uttaru síðu
í netmeskarnar hjá Carlos Roa í
argentinska málinum, og Niðurlond
vinnur fjórðingsfinaluna 2-1. Málið
verður mett at verða eitt hitt
besta HM-málið nakrantíð. Í HM-
endaspælinum í 2006 í Týsklandi
vóru Niðurlond og Argentina í
bólki saman, har tey samdust um
ein 0-0 javnleik, har bæði liðini
longu høvdu tryggjað sær víðari
luttøku. Ein ungur Lionel Messi
spældi við Argentina hendan dagin.
Mikukvøldið klokkan 21 fáa vit so at
síggja, um Niðurlond fáa hevnd fyri
HM-finaluna í 1978, ella um Messi
ger tað sama við Niðurlond, sum
Mario Kempes gjørdi í HM-finaluni
í 1978. Livst so spyrst?
Niðurlond hava meir at
hevna enn Argentina
Niðurlond og Argentina møtast á fimta sinni í einum HM-
endaspæli. Niðurlond sendu Argentina úr kappingini
í 1974, og í 1998, men tað var Argentina, sum vann
tann stóra prísin í 1978. Tá vann Argentina HM á fyrsta
sinni á heimavølli ímóti júst Niðurlondum í finaluni
Argentina vann HM finaluna í 1978
Lionel Messi ímóti
Niðurlondum í 2006
Dennis bergkamp 1998
Johan Cruyff skorar ímóti Argentina í 1974