týsdagur 8. juli 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. juli 2014 · Nr. 77
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
profilurin
Hilmar Jan Hansen
Ein leygardag fyri og annan
eftir, meðan kappróðurin er í
gongd, er 37 ára gamli glyvra
maðurin, Ludvík við Stein,
at hoyra sum viðmerkjari
umborð á útvarpsbátinum,
har hann við síni vitan og
sínum eygleiðingum hevur
bæði eitt og annað at fortelja
lurtarunum, sum fylgja við,
hvussu gongst »sínum« bát
um í FM-róðrurnum.
At boð vóru eftir honum,
er kanska ikki so løgið, tí
hann hevur fleiri ára royndir
frá kappróðri sum virkin
røðari, umframt at væl liggur
fyri at greiða frá og seta orð á
tað, sum sigast skal.
– Mítt lív í kappróðri byrj
aði í 1996, tá eg fór umborð
á seksmannafarið Sølmund,
har eg var hetta eina árið. Vit
vóru nakrir, sum íðkaðu fim
leik, sum komu umborð har
hetta árið, og eg minnist, at
tað var ein vinmaður, ið bað
meg koma við, greiðir Ludvík
frá.
– Árið eftir róði eg ikki,
men í 1998 bleiv eg bið
in um at koma umborð á
tíggjumannafarið Eysturoy
ing, har eg róði síðstu ferð
við í 2010. Okkurt árið er
farið burtur ímillum, men
av
teimum
sjey
føroya
meistaraheitunum, Eystur
oyingur hevur vunnið, havi
eg verið við til at vunnið tey
seks, so eitt sindur hevur
man upplivað í kappróðri
millum ár og dag.
Sum sagt, so var Ludvík
við Stein fimleikari, tá hann
endaði umborð á Sølmundi,
og hóast fimleikurin vigaði
tungt áðrenn, bleiv kappróð
urin hansara hjartabarn.
– Tað, sum helst fyrst
og fremst er orsøkin til tað,
er mín hugburður, at mær
dámar betur ítróttargreinar,
har tú onkursvegna klárar
at definera eitt úrslit, eftir at
íðkararnir hava flutt seg frá
einum starti til eitt mál. Mær
dámar betur hetta við, at allir
byrja at renna í senn ella at
rógva í senn, og so er tann
fyrsti á málinum vinnarin,
heldur enn at ein ella fleiri
dómarar skulu definera tað,
sigur hann.
– Upp á tann mátan er tað
eisini lættari at síggja, hvør
er best, tí um vit taka fótbólt
sum dømi, so kann eitt lið
saktans tapa við trimum
málum, men hava verið betra
liðið. Tá dámar mær nógv
betri hitt, tí tá er ongantíð
nakar ivi um, hvør er best, tí
tað er altíð tann, sum kemur
fyrstur á mál.
Eina aðra lokkandi dygd
við kappróðrinum, ið róðrar
áhugaði glyvramaðurin tek
ur fram, er eisini tann serligi
felagsandin, sum er at finna
í kappróðri, sum hann sær
sum eina kropsliga øgiliga
krevjandi ítróttargrein.
– Fyri at rógva á hægsta
stigi, krevst ein ávís kondi
tión, men kropslig styrki
skal eisini til. Tað er alt ein
kombinatión, sum kennist
aftur frá tí gamla føroyska
samfelagnum, har róðurin
hevur sínar røtur sum ein
føroyskur upprunaítróttur.
Menn róð jú fyrr øgiliga
kapp í sambandi við arbeiði
og gerandislív sum heild, og
í nýggjari tíð hevur róðurin
so ment seg til eina ítróttar
grein, sigur Ludvík.
Ikki øll átøk góð
Tá hann síðst í 90-unum kom
umborð á Sølmund sum fesk
ur røðari, gjørdist hann sam
stundis ein partur av hesi
í allar mátar serføroysku
ítróttargrein, sum um tað
mundið hevði ment seg til at
vera á rættiliga høgum stigi
og við harðari kapping mill
um fleiri bátar.
– Tá vóru nógv tíggju
mannafør, sum vandu nógv
og hart, samstundis sum
kappingin var so mikið hørð,
at tað altíð vóru einir fýra
ella fimm bátar, sum av álv
ara ætlaðu sær at vinna før
oyameistaraheitið. Soleiðis
er tað ikki í dag, tí nú kanst
tú sum oftast peika á einar
tveir ella tríggjar bátar sum
møguligar vinnarar, og við
hvørt kanst tú peika á ein
bát og siga, at hann vinnur,
sigur Ludvík við Stein.
– Til dømis eru kvinnur
nar umborð á Jarnbardi so
mikið suverenar, at eg næst
an ikki skilji, at tær tíma at
rógva, tí tað er ongantíð ein
spurningur, um tær vinna.
Og við Drekanum Reyða og
Erlu Kongsdóttir er tað næst
an tað sama. Eg minnist eis
ini eitt ár hjá okkum, 2007,
har tað var upp á sama máta,
at vit fingu púrt onga kapp
ing, og tá bleiv hugurin ikki
tann sami at fara á stevnur
nar ella at venja.
At róður fyrr og nú ikki er
akkurát tað sama, ásannar
Ludvík, sum tó ikki er so
fullvísur í, at øll átøkini, sum
verða gjørd, fyri at økja um
áhugan fyri kappróðri, eru
á so góðari leið. Tá hugsar
hann serliga um tað, at alt
verður gjørt fyri at stytta um
róðrardagin, so fleiri áskoð
arar skulu koma.
– Nei, onkursvegna haldi
eg tað vera skeivt at hugsa
tann vegin. Um vit taka teir,
sum rógva, so eta teir kanska
morgunmat klokkan 10 og
gera seg síðani klárari. Teim
um kann tað so gera akkurát
tað sama, um teir eru aftur
við hús klokkan sjey um
kvøldið ella klokkan hálv
gum átta, og hóast tann hálvi
tímin kanska ger tað hugalig
ari hjá teimum, sum eru og
hyggja at róðri, ger hann væl
heldur ikki so øgiligan mun,
heldur hann.
– Í ár er eingin róðrar
teinur longri enn túsund
metrar, men á Norðoya
stevnu vóru allíkavæl bara
tvær fleiri bátsmanningar
enn í fjør, og tá skal so sigast,
at fáa illa verið færri mann
ingar, enn tað vóru í fjør og
eru í ár. Og bara at skylda upp
á Róðrarsambandið, sum skal
gera hetta ella gera hatta, er
neyvan vegurin fram heldur,
tí eg trúgvi einki uppá, at tað
er Róðrarsambandið, sum
ger, at fleiri ikki rógva.
Mest sjálvdráttur
Tvørturímóti heldur Ludvík
við Stein, at afturgongdin,
sum hevur verið í áhuganum
fyri kappróðri, eins væl kann
skyldast ta sannroynd, at
samfelagsliga verður slett
ikki lagt upp til liðanda og
liðavrik, har tað ræður um at
ofra seg fyri liðið og plássið
ella bygdina.
– Eg haldi, at allur tíðinda
flutningur og allar lýsingar
koyra upp á einstaklingin,
og tað sama er eisini í ítrótti,
har tann felagsandin, eg
minnist frá fyrstu árunum,
ikki er til longur. Tá var tað
ein heiður at verða biðin við
Eysturoyingi, og tú vildi feg
in seta alt annað til síðis fyri
tað, men nú skalt tú hugsa
fyrst og fremst um teg sjálv
an og vera í sjálvdrátti, og
helst skal tú slett ikki hugsa
– Tað er væl kappróðurin, sum hevur skapt stevnurnar og ikki øvugt. Og eg haldi tað vera øgiliga
keðiligt, at tær gomlu stevnurnar verða brúktar til at definera, nær okkara tjóðarítróttur skal íðkast,
tí um tað blivu fleiri kappróðrar, sum vóru á sama stað, har umstøður vóru til ein góðan start,
hevði tað heldur ikki blivið hetta hestaarbeiðið hvørja ferð, sigur Ludvík við Stein, sum mestsum
hvønn leygardag er viðmerkjari umborð á útvarpsbátinum, tá FM-kappróður er á skránni
Ludvík við Stein:
sama róð á
Kaldbaksfirð
eitt mikukvøl
Kundu tað