týsdagur 8. juli 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 9. juli 2014 · Nr. 77
ítróttur
um felagsskapin, sigur hann.
– Vit vóru ellivu mans um
borð, og vit vóru eitt breitt
gjøgnumsnitt av samfelag
num, tí vit komu úr øllum
samfelagsløgum, so summir
vóru giftir og áttu børn,
meðan aðrir vóru stakir, og
summir vóru religiøsir og
aðrir ikki. Eisini mannaðu
vit bátin við einari góðari
stammu, men tóku altíð ein
ar tveir nýggjar við, sum ong
ar royndir høvdu. Har veit eg
um nógv onnur feløg, sum
ikki vildu tikið tann kjansin,
og eg veit eisini um fleiri
røðarar, sum ikki vildu farið
umborð á ein bát, uttan teir
næstan fingu garanti fyri
áðrenn, at hann fór at vinna.
Alt hatta er ein hugburður,
vit einki kendu til tá.
Eitt annað, sum Ludvík
eisini kemur inná, eru øll
tey ymsu støðini, ið skulu
hýsa kappróðri, hóast tey
kanska slett ikki eru egnað
til tað. Hann heldur, at tað,
at róðrarstøðini ikki eru
tey somu hvørt ár, er stóri
trupulleikin, tá tosað um
at fáa róðrar skjótt og væl
avgreiddar, og sum dømi
nevnir hann, at tað bara er
á Norðoyastevnu og á Ólav
søku, at róð verður í sama
stað, meðan hinir róðrarnir
skiftast ímillum fleiri støð.
– Skálafjørðurin, Fugla
fjørður, Vestmanna, Tvøroyri
og Vágur hava bara róður
annaðhvørt ár, Hvalvík, Hós
vík, Kollafjørður, Sandavág
ur, Miðvágur og Sørvávur
bara triðjahvørt ár, og Skála
og Strendur hava bara róður
fjórðahvørt ár, so tí gongur
leingi ímillum, at somu fólk
á hesum plássum skipa fyri
róðri, sigur hann.
– Í Vági og Miðvági hevur
tað ikki so nógv at siga, tí
har liggur starturin kloss
upp í ein brimgarð, men um
tú ímyndar tær, at ein, sum
hevur við róðurin á Strond
um at gera, er forkølaður, tá
Fjarðastevnan er har, ganga
átta ár ímillum, at hann skip
ar fyri róðri. Tá sigur tað seg
sjálvt, at venjingin ikki er
tann sama, sum hjá teimum,
ið hvørt ár skipa fyri róðri.
Haraftrat heldur Ludvík,
at tíðin er komin til at gera
skilnað millum bygdastevn
ur og kappróður, tí hetta eru
tvey ting, sum ikki nýtast at
vera eitt og tað sama, og sum
tað ikki ber til at skilja sund
ur.
– Tá illa gongst at av
greiða róðurin á eini stevnu,
munnu nógv fólk klóra sær
í nakkanum og spyrja seg
sjálvi, hví ólukkan tey skulu
rógva her. Svarið fáa tey, tá
tey koma at landi og stíga
upp á keiina, har tey so renna
seg í øll hesi tjøldini við
21-spæli og øllum hugsandi
tombola. Vit mugu minnast
til, at tað er væl kappróðurin,
sum hevur skapt stevnurnar
og ikki øvugt. Og eg haldi
tað vera øgiliga keðiligt, at
tær gomlu stevnurnar verða
brúktar til at definera, nær
okkara tjóðarítróttur skal
íðkast, sigur hann.
– Fyri mína skyld kundi
tað akkurát tað sama verið
kappróður á Kaldbaksfirði
eitt mikukvøld, og um tað
blivu fleiri kappróðrar, sum
vóru á sama stað, har um
støður vóru til ein góðan
start, hevði tað heldur ikki
blivið hetta hestaarbeiðið
hvørja ferð. Men tíverri eru
tað tey smáu feløgini, sum
halda fast um, at stevnur og
róður partú skulu fylgjast,
hóast tíðin sigur nakað ann
að og tey ungu heldur velja
at fara á onkran festival, enn
at fara á stevnu.
Ber okkurt aftur
Fyrstu ferð, Ludvík við Stein
var umborð á útvarpsbát
inum sum viðmerkjari, var
á Eystanstevnu í 2008, men
síðani 2009 hevur hann verið
fastur fúsur, tá tað hevur
ligið fyri – og tað hevur tað
gjørt sum oftast.
– Tá tú ert umborð á út
varpsbátinum, sært tú alt úr
einum øðrum vinkli, og mær
dámar væl at vera umborð á
bátinum og fylgja róðrinum
upp á henda mátan. Tú kem
ur eisini í samband við nógv
fólk, sum er við ella rundan
um róðurin, so tað er bara
stuttligt.
Onkrar
dagar
kundi eg hugsað mær at sit
ið umborð á onkrum av bát
unum, men aðrar dagar prísi
eg meg lukkuligan fyri, at eg
ikki eri tann, sum skal rógva
tann dagin, sigur hann.
– Upp á ein ella annan
máta er hetta kanska mín
máti at bera nakað aftur til
eina ítróttargrein, sum hev
ur givið mær so nógv, og av
tí at eg ikki havi so góða tíð
til at vera í neystinum, ligg
ur kanska eitt lítið sindur av
samvitskubiti aftanfyri eis
ini. Men eg haldi meg síggja,
at í nógvar mátar er talan um
eina blómandi ítróttargrein,
tí hóast kappróðurin hevur
sæð betri dagar, peikar tað
onkursvegna eisini rætta
vegin nú.
Í tí sambandinum vísir
Ludvík við Stein á, at tað
hjá
tíggjumannaførunum
er gott at síggja, at tey eru
fimm í tali og ikki bara tvey.
– Tað er eisini hugaligt, at
bæði ungir og eldri røðarar
rógva við í kappingini har.
Og har ger túsund metra
teinurin helst eisini góðan
mun, tí hann merkir, at um
tú ert aftastur, ert tú bara 10
sekund aftanfyri og ikki 30
sekund, sum tað kundi verið
á tveytúsund metrum. Tann
munurin er nóg lítil til, at tað
eisini hjá teimum er stuttligt
at vera við, heldur hann.
Spurdur, hvat hann so
heldur um róðurin í ár, so
heldur
Ludvík
tað
vera
spennandi at síggja róðrar
nar hjá seksmannaførum við
monnum, og eisini fegnast
hann um, at spenningur enn
er í kappingini hjá fimm
mannaførum við gentum og
dreingjum, tí har hava verið
skiftandi vinnarar.
– Sum nevnt, er púrt eing
in spenningur hjá fimm
mannaførum við kvinnum
og
seksmannaførum
við
kvinnum, tí har eru ávika
vist Erla Kongsdóttir og
Jarnbardur
einaráðandi.
Hjá áttamannaførum sá tað
áhugavert út á Jóansøku,
tá Knørrur vann, men nú á
Fjarðastevnuni í Vestmanna
fekk Knørrur einki gjørt við
Kvívíking, sigur hann.
– Og hjá tíggjumannafør
unum hevur Drekin Reyði
verið einaráðandi, so har
kann tað kanska bara vera
á ólavsøku, at okkurt annað
hendir. Um klaksvíkingar og
vestmenningar spenna seg
út og venja nógv, kunnu teir
saktans taka Drekan Reyða
á stutta teininum á Havn
arvág, tí tá tú ert so nógv
bestur og fremstur, er eisini
skjótt at sovna. Og á Ólav
søku verður nógv lagt fyri,
hóast royndirnar seinnu ár
ini hava víst, at tað gjarna er
ringt at taka tann mest vinn
andi bátin. hilmarjan@sosialurin.fo
profilurin
i d