Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. juli 2014 · Nr. 78 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Bøndur, røktingarmenn og onnur sleppa nú kortini av við ullina. Væl at merkja, so­leiðis at hon kann gagn­ nýtast, heldur enn at hon verður brend. – Jú, vit hava í felag funn­ ið eina fyribilsloysn, sigur Árni Brattaberg, sum hevur brúkt síðstu dagarnar til at gera eina seinastu roynd at fáa ullina til høldar. Fyribilsloysnin bygg­ir á vælvild frá IRF, Búnaðar­ stovuni og Árna Brattaberg, sum saman við konuni Karin eigur og rekur ull­vøru­fyri­ tøkuna Sirri í Vági, ið síðstu mongu árini hevur tikið ímóti umleið helvtini av før­ oysku ullini. Loysnin er í stuttum tann, at IRF setir bingjur upp á níggju ymiskum støð­um kring landið, og har kunnu bøndur og onnur lata ullina. Búnaðarstovan tekur sær av allari ráðgeving og veg­ leiðing til teirra, sum ynskja at sleppa av við ullina. Og sjálvur hevur Árni Bratta­ berg tikið á seg at pakka ullina, eftir at hon er savnað saman á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Fyribils Tað kom óvart á tey flestu, tá tað um dagarnar var greitt, at eingin skipað ulla­mót­tøka verður í ár. Átakið dettur niðurfyri, hóast tey flestu eru á einum máli um, at roynd­irnar í fjør vóru góðar. Í fjør var talan um eitt breitt sam­starv millum Búnaðar­ stovuna, Búnaðar­grunnin, IRF, Almannaverkið, ALS og Árna Brattaberg. Royndin fór fram á Búnaðarstovuni, har ullin varð skyld í ymsar flokkar, bæði eftir dygd og liti, áðrenn hon varð pakkað. Búnaðargrunnurin stuðlaði royndarætlanini við 220.000 krónum, og tí vóru eisini pengar til at lata eitt lítið gjald fyri ullina. Men tá Búnaðar­grunn­ urin gjørdi greitt, at tey fóru ikki at lata fíggjarligan stuðul aftur í ár, steðgaði alt upp. ALS slepti endanum, og brádliga var støðan tann, at eingin var at taka ímóti ull. Vinnan, sum er vinnu­ blaðið hjá Sosialinum, hevði mánadagin stórt tema um føroysku ullina. Blaðið tosaði við Arbeiðsloysisskipanina; við hjúnini Karin og Árna Brattaberg, sum síðani ár 2000 hava tikið ímóti um­ leið helvtini av føroysku ull­ini; við Búnaðarstovuna; við røktingar­mann og við landsstýrismannin í land­ búnaðar­málum. Umrøðan gav eina greiða mynd av eini rávøru, sum allir partar ynskja at koma til høldar, men sum eingin eftir øllum at døma fær bilbukt við. – Tað ber ikki til, at før­ oyska ullin verður tveitt burtur, sigur Árni Brattaberg, sum dúvar uppá ullina sum rávøru fyri framleiðsluna av vør­unum hjá Sirri. Tí tók hann initiativið. – Hetta er ein fyri­bils­ loysn, soleiðis at tey 300 til 350 fólkini, ið hava seyða­ hald, fáa ein møguleika at sleppa av við ullina, sigur Árni Brattaberg. Fyribilsloysnin er eitt alternativ til ovnarnar á brenni­støðunum, hvørki meira ella minni. Pengar eru eingir. – Nei, einki gjald verður latið fyri ullina. Her er eingin stuðul inni í ár, so tí er einki at gjalda við, sigur Árni Brattaberg. Í fjør lat ALS okkurt um hálva sjeyndu krónu fyri kilo av ull. Pengarnir vóru í høvuðsheitum stuðulin, sum ALS fekk frá Búnaðar­grunn­ inum. Ábyrgdin Hóast eitt alternativ til brenni­støðina harvið er stáplað uppá beinini í ár, so eftir­lýsir Árni Brattaberg framhaldandi, at onkur tekur ábyrgd av ullini. – Vit mugu gera okkum greitt, um ull sum tilfeingi skal vera partur av føroyska landbúnaðinum. Sum tað sær út í løtuni, so er ullin eftir øllum at døma ikki partur av føroyska landbúnaðinum, og tað haldi eg vera harmiligt, sigur Árni Brattaberg. Hann heldur tað vera eina sjálvfylgju, at seyðahaldið fær sín part av tí almenna land­búnaðarstuðli, sum verður latin í dag. – Tað almenna letur stuðul til neytahald, men ikki ein króna verður latin til seyða­hald. Eg skilji ikki heilt rað­fest­ingina, sigur Árni Brattaberg. Í samrøðu við vinnublaðið hjá Sosialinum gloppaði lands­stýrismaðurin í land­ búnaðarmálum dyrnar fyri at stuðla fíggjarliga, soleiðis at ullin kann gagnnýtast. – Tað er í øllum førum nak­að, vit mugu kjakast um og viðgera. Vit mugu stað­festa, at tað er so lítið løn­samt at fáast við ull í Føroyum, og tað hevur ikki borið til at fáa tað burturúr, sum er neyðugt fyri at fáa ein vinnu­ligan rakstur. Tí eiga vit helst at hava ein ávísan stuðul inni. Kjøt­fram­leiðslan verður jú stuðlað framman­ undan, so hví ikki eisini ullin. Tað er heldur ikki bara í Føroyum, at ullaframleiðslan hevur almennan stuðul fyri neyðini, soleiðis er allastaðni, segði Jacob Vestergaard við VINNUNA mánadagin. Samstundis sum lands­ stýris­maðurin gjørdi greitt, at hann ikki hevði møguleika at lata nakran fíggjarligan stuðul til ullina í ár, so róði Jacob Vestergaard fram undir, at bøndur í ár kunnu lata ullina ókeypis, heldur enn at koyra hana burtur. – Fyri meg hevur tað als onki at siga, um eg fái tíggju krónur fyri kilo ella onki, bara eg sleppi av við ullina uttan alt ov nógv stríð. Og eg eri vísur í, at soleiðis er hjá teimum flestu. Tí mátti tað borið til hjá ALS og IRF í felag at funnið út av tí, so fólk slapp av við ullina. Tað snýr seg bara um at stilla nakrar bingjur upp, segði Jacob Vestergaard við VINNUNA mánadagin. Tað bleiv tá avtornaði eisini úrslitið í ár. Bøndur og røktingarmenn fáa nú ein møguleika at sleppa av við ullina. Men tað verður uttan samsýning. jonbrian@sosialurin.fo Í tólvta tíma er loysn funnin á ullamóttøkuni, soleiðis at føroyska ullin hevur eitt alternativ til ovnarnar á brennistøðunum. – Men skulu vit finna eina varandi loysn, so má onkur taka ábyrgd, sigur Árni Brattaberg føroyska ullin Fyribilsloysn funnin fyri ullina FAKTA Tikið verður ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði frá 11. august til 22. august. Móttøkan er opin yrkadagar klokkan 10 til 18. Somuleiðis verður tikið ímóti ull í serligum bingjum, ið verða settar á bingjuplássini í Vági, Tvøroyri, Sandoy, Klaksvík, Norðagøtu, Runavík, Sundalagnum, Vestmanna og Miðvági. Ullin skal vera turr og rein, meðan vát og skitin ull skal í ruskbingjuna. Karin og Árni Brattaberg