hósdagur 10. juli 2014síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 11. juli 2014 · Nr. 78
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað almenna má samstarva við vinnuna um lærlingar
Eyðgunn Samuelsen
løgtingskvinna
Símun Pauli Jacobsen
Vestmanna
Bill Justinussen
Vit hoyra um tað ferð eftir
ferð, at nú eru ongi lærupláss
at fáa og nakað seinni, hoyra
vit, at nú er metstórt tal av
lærlingum. Trupulleikin er
bara tann, at tá ið ongi læru
pláss eru at fáa, er arbeiðs
loysið ofta sera høgt, og tá ið
nógvir lærlingar vera tiknir
inn, tá er trot á arbeiðsmegi.
Hetta tí at einstaki meistarin
bert kann taka lærlingar, tá ið
hansara ordrabók er í vøkstri.
Samfelagi
hevur
hinvegin
tørv á at nógv kunnu slep
pa í læru, tá ið ringar tíðir og
arbeiðsloysið er. Tað er ikki
einfalt at gera nakað við hetta
ósamsvar millum útboð og
eftirspurning av arbeiðsmegi
og læruplássum. Men um allir
partar seta sær fyri, í felag at
samstarva um eina varandi
loysn, so ber til at gera nakað
við trupulleikan.
Konjunkturjavna
lærlingatal
Hóast arbeiðsloysið er minka
og byggivinnan er í vøkstri
so eru tað framvegis 1000
arbeiðsleys.
Tí áttu vit at havt brúk
seinastu 3 árini, meðan vinn
an hevur verið niðri í ein
um aldudali, til at viðgjørt
hvussu vinnan var best
útgjørd at møta avbjóðing
unum, tá ið hon kom upp
aftur úr aldudalinum. Ein
aktuellur trupuleiki ið ar
beitt kundi verið við at loyst,
var hvussu vit tryggja eina
støðuga lærlinga tilgongd.
Vit
mugu
hava
eina
støðuga tilgongd av lær
lingum av tveimum orsøk
um, fyri at hava nokk av
handverkarum, tá ið byggi
virksemi veksur og fyri at
tey ungu, ið ynskja at fáa
lærupláss, kunnu fáa tað,
bæði í góðum og ringum tíð
um.
Trýpartasemja vinnan,
tað almenna og ALS.
Flestu
av
grannalondum
okkara hava eitt vælskipað
trýparta samstarv millum
tað almenna og vinnuna, ar
beiðsgevarar og arbeiðstak
arar.
Okkum manglar, at tað
almenna tekur stig til at
skipa eitt javnbjóðis sam
starv millum partarnar á
arbeiðsmarknaðinum,
har
fokus er á at menna ar
beiðsmarknaðin og arbeiðs
megina, so vinnan alsamt er
før fyri at møta avbjóðing
unum í dagsins samfelag.
Eitt samstarv har partar
nir krevja nakað av hvørjum
øðrum. Til dømis kundi tað
almenna sett meistaraút
búgvingina á stovn, ið vinnan
hevur mælt til í longri tíð.
Vinnan kundi gingið við til
at lærlingar fingu logbók
ella útbúgvingarhandbók, so
skjalfest er hvørjar fakdisipli
nir lærlingurin hevur lært,
meðan hann hevur verið á
læruplássinum. Hevur lær
lingurin onkra disiplin, ið
arbeiðsuppgávurnar
hjá
meistaranum
ikki
hava
dekka, so kundi skúlin nomið
við tann partin, næstu ferð
lærlingurin kemur í skúla.
Møguligar loysnir
mugu byggja á vitan
Øll okkara grannalond hava
framrokningar um hvussu
stórur teirra framtíðar tørv
ur er á yrkislærdari arbeiðs
megi. At gera eina slíka
kanning, her hjá okkum, sum
Javnaðarflokkurin
hevur
skotið upp, er felt í løgtingi
num av samgonguni, hóast
hon hevði verið ein uppløgd
byrjan á eitt konstruktiv trý
partasamstarv.
Somuleiðis kundu partar
nir í felag loyst spurningin
um, hvussu lærutíðin hjá
lærlinginum kann skipast
tá ið lítið arbeiðið er. Vinnan
hevur ikki verið glað fyri
skipanina við skúla praktikk.
Kann verða, at tað ið felag
hevði borið til at funnið eina
loysn, har lærlingatalið er
meira støðugt enn í dag, og
har læruplássi kundi havt
ábyrgdina av lærlinginum,
meðan hann skifti millum
skúla og lærupláss á ein
meira fleksiblan hátt enn í
dag.
Eindarkostnaðurin
fyri
ein
studentaskúlanæming
er munandi hægri enn fyri
ein lærling, tí kundi ein um
hugsa, at stuðulin til læru
plássini fyri lærlingar var
endurskoðaður. Ein annar
møguleiki er at tilkomin
fólk kundu fingið tilboð um
at koma í læru við arbeiðs
loysisstuðli.
Tað almenna má
taka stigi
Alt hetta eru spurningar, ið
tað almenna átti at gingið
á odda við at kjakast við
vinnuna um og funnið loysn
ir í felag. Eitt vælskipað trý
partasamstarv er vegurin
fram, heldur enn sum nú,
bert at sløkkja eldar tá ið eld
ur er í komin. At geva loyvið
at fáa útlendska arbeiðsmegi
inn, nú støðan er akutt, er jú
bert eldsløkking og ongin
varandi loysn.
kjak
Nú eri eg ikki nakar heilt
ungur maður longur – verði
89 ár í februar komandi –
men tó eftir umstøðunum í
toluliga góðum árum.
Sjálvt um eg í alla mína tíð
til pensjónsaldur havi verið í
føstum starvi uppi á landi,
so havi eg við sundaútróðri
hildið pottin við døgurða
mati gjøgnum meira enn 50
ár, og tað havi eg eina Harra
num at takka fyri. Øll góð og
fullkomin gáva er omanífrá.
Í hesi mongu ár av lívi
mínum, hvar eg havi havt
eydnuna við mær bæði á
sjógvi og landi, so eru tað ser
liga tveir dagar í Vestmanna
sundi, sum skara framúr í
minninum.
Hin
fyrra
sermerkta
hendingin var ein dagin, tá
ein kalvi upp á 63 pund leyp
sjóleysur upp úr sjónum og
nærmast fleyg inn í bátin.
Hetta havi eg skrivað um áð
ur.
Hin
seinna
sermerkta
hendingin var ein dagin
suðuri í grunninum. Veðrið
var gott. Dýtrdarveður. Dróg
ikki um fliðuna. Eg og sonur
mín vóru farnir í grunnin
hendan dagin at royna. Eini
10-15 aðrir bátar vóru eisini
í grunninum hendan dag
in. Men fiskiskapurin var
eingin. Tyktist at vera stein
oyði til fisk.
Sum dagurin gekk, og
tað tyktist at vera steinoyði
til fisk, byrjaðu bátarnir at
rýma vegna fiskaloysi. Men
vit vóru verandi, væntandi
broyting út á dagin. Eg hevði
ongan hug at fara heim við
ongum fiski. Eg veit ikki,
um allir hinir bátarnir vóru
rýmdir heim, men vit sóu
ongan bát.
Vit lógu nakað sunnan
fyri Skæling, nærri streym
oyarlandinum, men einki
bar til. Tá vit høvdu ligið har
í rúma tíð og einki fingið,
ivaðist eg í at fara heim fyri
fiskaloysi. Eg reisi meg upp
fyri at hyggja, um nakað var
at síggja.
Tá síggi eg brádliga eitt
veldugt fuglavað frá sjónum
og
upp
móti
skýggjum.
Fuglavaðið hevði beina kós
móti NAVINUM, og tyktist
vera inni á brondingaleið,
meðan tað ferðast norður við
Vágalandinum.
Eg ivaðist onga løtu í, at
fuglavaðið elti eina stóra
torvu av toski. Vit drógu
snørini inn og sigldu móti
fuglavaðnum.
Vit koyrdu snørini út og
sluppu ikki longur enn 5-6
metrar niður fyri toski. Vit
lógu mitt í eini stórari toska
torvu.
Toskatorvan var nú kom
in norður á Navirnar og helt
fram spakuliga móti Marra
gjógv.
Vit høvdu bæði snørini úti
við fýra húkum á hvørjum
snøri. Arbeiðið hjá okkum
var at draga og krøkja toskar
nar av húkunum. Tá vit vóru
komnir áraka Marragjógv,
var rúmið fult av stórum
toski.
Toskatorvan vendi nú og
helt fram móti leynalandi
num.
Vit hildu okkum nú at
hava fingið nokk av toski og
samdust at gevast. Veiðan
var 600 pund. Aftur ein góð
og fullkomin gáva omanífrá.
Harrin eigur alla tøkkina.
Um útróður í Vestmannasundi
Tað rann mær kalt nið
ur
eftir
rygginum
at
hoyra um viðferðina, sum
okkara einasti psykiatari,
Tormóður Stórá, fær frá
leiðsluni á Landssjúkrahúsi
num. Okkara lítla stóra land
er hóast alt so heppið at eiga
ein psykiatara, sum í mong
ár trúfast hevur røkt helst
truplasta og tyngsta starvið
í landinum. Nú høvdu vit
gylta møguleikan at kunna
tryggja
okkum
hansara
kompetencu í føstum starvi
mong ár framyvir og so
leiðis
framtíðartryggja
týdningarmesta starvið í
samfelagnum.
Men her steðgaði dans
urin, her steðgaði virðingin,
her steðgaði vit og skil, tí
PRINSIPPINI komu í vegin.
Álvaratos, hevur leiðslan á
Landssjúkrahúsinum ikki
onnur prinsippir, sum ganga
fram um setanarprinsippir?
Ein psykiatari bjargar man
nalívum. Er tað ikki aðal
uppgáva og høvuðsprin
sipp á einum sjúkrahúsi
at
bjarga
mannalívum?
Skulu møgulig mannalív
víkja fyri fjákutum fyrisit
ingarprinsippum? Hvat ger
leiðslan tann dagin, ongin
psykiatari søkir starv? Hvat
ger leiðslan tann dagin, bíði
røðirnar trí-, fýra- og fimm
faldast? Tá børn og ung
við sálarligum kvølum í
hópatali banka á læstar dyr
hjá
landssjúkrahúsinum,
tí ongin psykiatari søkti
starvið?
Karsten Hansen, okkara
dugnaligi landsstýrismaður,
sum miðvíst fór politiskt
til verka at betra um
barnapsykiatriina - sjálv
andi saman við góðum og
hartarbeiðandi starvsfólku
m og Tórmóður Stórá - hev
ur eftir bert 2½ árum megn
að at minka um bíðirøðirnar
munandi. Nú mást tú bein
anvegin
taka
í
nakkan
sjúkrahúsleiðsluni.
Gev
teimum eina greiða lektión
um prinsippir, so tey ikki
missa kalvan á stokkinum.
Tað er avgerandi, at góða
gongdin innan psykiatriina
heldur fram. Og har er ong
in ivi; Tormóður Stórá er
lykilin og loysnin.
Psykiatrisk
Prinsippir