Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-10, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. juli 2014 · Nr. 78 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Siðsøga við Óla Jacobsen Droymdi ásiglingina av russara Í fyrra partinum greiddi Karl Johan Joensen frá, at hann flutti til Danmarkar og lat byggja ein nýggjan fiskibát V it yvirtóku bátin í 1958 og fóru á hemaraveiðu. Manningin var 4 menn. Vit høvdu tvey silda­ gørn, sum vit nýttu til at veiða makrel til agn, meðan línan stóð. Vit sigldu út frá Thyborøn, og her land­ aðu vit eisini veiðuna. Vit fingu eisini onkran tunfisk. Men hesir vóru so stórir og sterkir, at eingin reiðskapur kundu halda til teir. Tun­ fiskarnir vigaðu um 200 kg, men vit fingu eisini onkran, sum vigaði 400 kg. Vit fóru oftast heim millum túrarnar. Onkun­tíð komu konurnar upp til Thyborøn at vitja okkum. Túrarnir vardu bert 2 vikur, og hetta tyktist at vera sera lættligt í mun til túrarnar í Føroyum, sum vardu í fleiri mán­ aðir. Í september fóru vit aftur til Hunde­sted at gera klárt at fara í Eystur­sjógvin at veiða laks. Vit fóru fyrsta túrin í oktober, og tað gekk so mikið væl, at vit kundu gjalda øllum teimum, sum høvdu latið okkum útgerð uttan nakra serliga trygd. Seinna partin av vertíðini varð vanligt at leggja um til gørn, men hetta helt eg meg als ikki hava ráð til. Hesum greiddi eg garnavirkinum Utzon frá. Men tá ið vit høvdu gjørt tveir túrar afturat við línu, fingu vit boð um, at laksagørnini lógu klár. Tá høvdu teir gjørt 300 gørn til okkara uttan nakra avtalu um, hvussu tey skuldu gjaldast. Tað var sanniliga eitt álit, teir vístu okkum. Buldrasligt í Eystursjónum Tað var ikki altíð lætt at veiða í Eystur­ sjónum. Tað hendi meira enn so, at tá vit høvdu sett flotlínuna, komu russisk herskip og høvdu hernaðarligar royndir júst har, sum vit fiskaðu. Hetta kundi hava við sær, at línan lá sundur í fleiri støðum, og tað var strævið at fáa hana aftur. Vit fiskaðu nær við russiska fiskimarkið, men vit máttu ansa okkum ikki at koma ov nær. Tað hendi, at laksaskip vórðu tikin av russum, og tað var ikki gamansleikur. Eystursjógvurin kann vera sera ógvu­ sligur, serliga umborð á einum 25 tonsara. Jólatúrin í 1959 kom hann við stormi av eystri við nógvum kulda, tá vit vóru komnir á fiskileið. Vit kundu ikki byrja at fiska, men ankraðu upp mitt í eystara partinum av Eystursjónum. Vit lógu fyri akkeri í 5 sam­døgur. Sjórokið frysti til ís, og vit máttu banka ís bæði morgun og kvøld, meðan vit lógu fyri akker. Í stýrihúsinum høvdu vit ein gass­ovn, men hann hitaði ikki so frægt, at hann kundi halda rútarnar ísfríar, so tað var kalt at ganga vakt. Konurnar ynsktu at frætta frá okkum, og vit máttu bara siga, at vit høvdu tað ikki so ringt, sum tað ljóðaði í veður­tíð­indunum. Vit vildu ikki fara inn. Vit vóru jú ungir menn, og fóru vit inn, fingu vit ongan túr til jóla. Veðrið batnaði tó so mikið, at vit fingu ein hampiligan túr. Beint eftir jól fóru vit nýggjan túr við línu. Á tann hátt kundu vit náa tveir línutúrar, áðrenn lagt varð um til garnaveiðu. Annars royndi eg altíð at vera heima til høgtíðirnar. Dreymurin, sum gjørdist veruleiki Vit sóu einaferð lognbrá. Har sum Bornholm átti at vera, sóu vit eitt heilt annað land. Vit ivaðust í, um vit vóru farin av leið, men tá vísti tað seg at vera ein luftspegling. So koma vit til 1960. Vit høvdu verið ein túr við laksalínu í januar og vóru farnir heim at rigga til garnaveiðu. Um náttina, áðrenn vit fóru, hevði eg ein løgnan og ófrætta­ kendan dreym. Hann snúði seg um russarar og ásigling. Tá eg vaknaði um morgunin, hevði eg als ongan hug at fara nakran veg. Hetta segði eg eisini við konuna. Allan dagin hugsaði eg um hendan dreymin, men kom tó til ta niðurstøðu, at tað bar ikki til at leggja seg heima vegna ein dreym. Vit fóru til Rønne og riggaðu til, men eg slapp ikki frá hesum dreyminum og ivaðist framvegis í at fara. Men so tók eg meg saman og gjørdi av at loysa. Dreymurin kom fram fyri meg hvønn dag, men fjórða dagin á túrinum, mitt á degi, hendi tað, sum eg hevði droymt. Vit høvdu drigið gørnini og høvdu ankrað upp einar 12 fjórðingar frá russiska fiskimarkinum. Tá komu tveir russiskir trolarar siglandi. Ann­ar av teimum sigldi beint inn í síðuna á okkum. Hann rakti inn í maskinrúmið eftir at hava knúst bjargingarbátin. Vit byrjaðu beinan­ vegin at søkka. Vit lótu okkum í bjargingarbeltini. Fólkið fór til pumpurnar, meðan eg fór inn í stýri­ húsið at kalla eftir hjálp. Vit fingu sam­ band við okkara makkara og fingu greitt honum frá støðuni. Vanliga gingu einir tveir minuttir, meðan telefonin hitaði upp, áðrenn hon kundi brúkast. Men hesu ferðina virk­aði hon beinanvegin, og hetta var helst av­ger­ andi fyri, at vit bjargaðust. Trolarin, sum hevði siglt á okkum, helt leiðina fram, og eg roknaði bert við, at okk­ ara seinasta løta var komin. Men hóast tað hevði eg eina kenslu av, at vit fóru at verða bjargaðir, og eg føldi, at Harrin var við okkum. Men hin trolarin hevði sæð tilburðin, og hann fekk bjargað okkum í allarseinastu løtu. Russararnir, sum vit kom umborð til, vóru sera fyrikomandi, og teir góvu okkum heit klæði at fara í. Tað var ikki nógv, vit kundu práta, men eg fekk tó greitt russiska skipar­ anum frá, at eg átti bátin, og tá segði onkur: »Á, kapitalistur!« Vit vildu ikki setast av í Russlandi. Hetta var mitt undir kalda krígnum. Vit fingu greitt manningini frá, at tað vóru danskir bátar í økinum, sum vit kundu fara um­ borð á. Donsku bátarnir ivaðust ikki í, at »Nord­heim« var farin við mann og mús. Vit royndu at veittra av dekkinum á russiska trol­aranum fyri at gera vart við, at vit vóru har. Men hetta segði teimum einki, tí vit vóru Frá fiskaríhavnini í Hundested, hagar Karl Johan flutti úr Føroyum Karl Johan Joensen 2. partur