hósdagur 10. juli 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 11. juli 2014 · Nr. 78
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
jú ílatnir sum russarar. So danir veittraðu
bert kurteisliga aftur. Umborð á russiska
skipinum fekk eg loyvi at kalla á donsku
skipini í radiotelefonini.
Hetta endaði við, at vit sluppu umborð á
»Gry«, sum var makkarin hjá okkum. Teir
sigldu okkum teir 150 fjórðingarnar inn til
Rønne. Tá vit komu hagar, vóru vit møttir
av nærgangandi journalistum. Eg vildi tó
ikki siga annað enn, at vit takkaðu Gudi fyri
eina undursama bjarging. Vit komu heim til
Hundested dagin eftir í øllum góðum. Hetta
er bert eitt dømi um, at dreymar kunnu vera
eftirfarandi, og eg havi upplivað fleiri onnur
dømi um tað sama.
Eitt dømi um hetta er eisini, at mamma
mín, Anna Elisabeth, hon var systir Chr.
Holm Jacobsen, ringir til sonarkonuna í
Klaksvík, Janu Skorheim, gift við Jógvan.
Hon sigur seg vera so bangna um Karl Jóhan,
tí nú hevði hon droymt Rasmus, mannin hjá
sær, sum var deyður við Tór II. Jana royndi
sum frægast at sissa vermammuna og biður
hana ikki »tosa sovorðið býtt«. Einar 2 -3
dagar seinni komu so boðini um, hvussu tað
hevði gingist okkum.
Aftur til sjós
Tá eg var komin fyri meg aftur, fóru vit til
Føroyar at ferðast. Men hóast alt tað, sum
var hent, kom tað ikki í okkara huga at vera
verandi í Føroyum. Vit høvdu annars um
hugsað møguleikan, meðan vit vóru í Dan
mark. Men tann vælvild, vit høvdu møtt í
Danmark gjørdi sítt til, at vit høvdu bert hug
til at fara avstað aftur. Alt var eisini lættari í
Danmark. Her var lættari at vera fiskimaður,
og tað var eisini lættari at vera kona og hava
húsarhald.
Tá vit skuldu til Føroyar, varð eg biðin
sum skipari við einum báti á garnaveiðu eftir
laksi í Eystursjónum. Eg tók av. Hetta var
ov gott tilboð at siga nei til, men tað mátti
so bíða inntil eg kom heim aftur, og tað var
eisini í lagi. Eg helt eisini, at eftir eina slíka
hending, skuldi ein ikki bíða ov leingi at fara
avstað aftur. Vit fiskaðu á leiðunum, har vit
vóru niðursigldir. Tað var ringt at byrja við,
men tað javnaði seg skjótt. Vit gjørdu ein
góðan túr, og eg kom fyri meg aftur.
Aftan á hendan túrin fór eg at sigla við
ferjunum millum Hundested og Grenå, og
har sigldi eg til út á heystið, tá kendi born
holmski laksamaðurin Ole Basse bað meg
føra bátin hjá sær »Silpa« komandi veturin
á laksaveiðu. Hesum tók eg av.
Á sumri 1961 fiskaði eg við einum báti
í Kattegat. Báturin hevði bæði damm og
turrlast. Reyðsprøkurnar vóru koyrdar liv
andi í dammin, meðan hummarin varð
ísaður. Tað fekst munandi meira fyri tann
livandi fiskin, men tað kundi vera torført at
halda fiskin á lívi. Og eydnaðist tað ikki, var
hann ikki nógv verdur.
Fluttu til Esbjerg
Eg keypti ein 50-tonsara, sum fekk navnið
»Færø«. Á vegnum heim til Hundested fingu
vit illveður. Vit veiddu laks við »Færø« í
Eystursjónum teir fylgjandi vetrarnar. Á
sumri veiddu vit nebbasild í Norðsjónum,
og vit plagdu at landa í Esbjerg.
Á vári 1965 fingu vit boð frá fiskamjøls
virkinum um, at framyvir sluppu uttanbíggja
skip ikki at landa har.
Hetta gjørdi, at vit noyddust at flyta til
Esbjerg. Víst veiddu vit framvegis í Eystur
sjónum um veturin, men tá vit fiskaðu í
Norðsjónum, sigldu vit út frá sama plássi,
har vit búðu. Hetta hevði eg ikki roynt, síðan
eg búði í Føroyum. Hetta var sjálvsagt ein
stórur fyrimunur.
Í 1968 royndu vit eftir laksi við Lofoten
í Noregi. Vit settu tá nakrar línur undir
Føroyum. Men veðrið gjørdist ov gott, og
tá bítur laksur ikki. Hetta árið seldu vit
eisini »Færø«. Eg keyptu tá ein bát, sum
var 100 tons við 600 hk maskinu. Hann varð
kallaður »Svalbard«, og við honum veiddu
vit ídnaðarfisk alt árið. Her gekk ikki so væl
í hond. Annað árið fingu vit spælskaða og
máttu fáa nýtt spæl, og triðja árið fingu vit
stóran maskinskaða, og mistu nebbasildar
tíðina, og var hetta ein smeitur. Fjórða árið
brutu vit krumtappin á høvuðsmotorinum,
og tá máttu vit skifta allan motorin og mistu
9 mánaðir. Hetta var eisini eitt bakkast,
sum bert kann klárast av teimum, sum eru
fíggjarliga væl fyri.
Í 1973 seldu vit »Svalbard«, og saman við
øðrum keyptu vit ein 200 tons nýbygning úr
Svøríki, sum varð gjørdur liðugur á Skála.
Hann fekk navnið »Barbara Trosca«. Eg
sigldi við honum inntil 1979, til vit keyptu
eitt skip, sum tók 220 t. av ídnaðarfiski, og
fekk hann navnið »Nordbjerg«. Honum
veiddu vit ídnaðarfisk við inntil á heysti
1984, tá vit seldu hann vegna vánalig útlit
fyri veiðumøguleikum. Tá bar als ikki til at
veiða uttan vanda fyri at fáa bót fyri bæði
eitt ella annað.
Hjálpsemi í Esbjerg
Eg kann siga um tíðina í Esbjerg, at her tók
ta ikki so langa tíð at verða viðurkendur,
hvørki á landi ella á sjónum. Fiskimenninir
her vóru hjálpsamir og vóru altíð til reiðar at
geva upplýsingar av týdningi fyri veiðuna,
sum t.d. hvar vrak vóru, har ein skuldu ansa
sær væl. Eg havi bert góðar royndir at veiða
saman við donskum fiskimonnum.
Fiskiveiðan gongur upp og niður, bæði
við veiðu og prísi. Og tað er ikki altíð at
fiskaprísirnir fylgja útreiðsluvøkstrinum. Eg
minnist 1973, tá prísurin á ídnaðarfiski var 15
oy/kg. Men hetta var eisini prísurin á einum
litur av olju. Nú er oljuprísurin fleiri ferðir
tað, sum fæst fyri eitt kg. av ídnaðarfiski.
Tað var við rættuligum sorgblídni, at eg
segði sjólívinum farvæl, tá eg ikki longur
hevði skip at sigla við eftir at hava siglt í
so mong ár. Men at ganga fyri einki tímdi
eg ikki. Tað eydnaðist mær at fáa arbeiði
sum vaktarmaður hjá DFDS, sum hevði
ferðamannaskip, ið siglu út frá Esbjerg. Her
arbeiddi eg, til eg gjørdist 67 ár. Tað var ikki
fyrr enn eg kom at arbeiða hjá DFDS, at eg
fekk regluligar feriur. Tey fyrru árini sigldi
eg við hvønn einasta túr, og tað var ikki fyrr
enn seinni, at eg kundu fáa mær onkran
frítúr. Aftaná DFDS arbeiddi eg í nøkur ár
sum vaktarmaður hjá Esvagt.
Kærleikin til føðilandið hevur altíð fylgt
mæ, og tá eg eri í Føroyum kenni eg meg sum
heima. Tá føroysku andaligu sendingarnar
byrjaðu frá Monte Carlo í 1962, lurtaði eg
ofta eftir teimum. Tá var tað sera hugaligt at
hoyra sendingar á sínum egna móðurmáli.
Karl Johan doyði fyri nøkrum árum síðani.
Komandi partur:
Í komandi pørtum verður frásøgn
frá tí 92 ára gamla Jógvan Christiansen
ættaður frá Gjógv.
Skip hjá Karl Johan. Færø
Nordheim
Svalbard
Nordbjerg
Esbjerg var í síni tíð størsti fiskivinnubýur í Danmark við upp til 600 fiskibátum. Hetta er ein farin tíð!