hósdagur 10. juli 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. juli 2014 · Nr. 78
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tíðin rennur sum streymur í á,
títt munnu bylgurnar falla,
lítlum báti rekist eg á,
áraleysur at kalla.
Soleiðis ljóðar fyrsta ørindi í yrkingini
hjá Fríðriki Petersen, og tíðin rennur al
samt víðari, hóast alt tykist støðga upp,
tá álvarsom vanlukka rakar. Eitt ár er nú
farið, siðan Høgni bróður bleiv tikin her
frá. 21. juli 2013 skuldi verða ein gleðisdag
ur í familjuni. “Bermuda-fólkini” komu
aftur til landið, við fullum ryggsekki av
upplivingum, medaljum og gleðisrómi
og skuldu heiðrast, og í Sandavági skuldi
systi hava barnadóp. Í strálandi sólskini
fóru vit í kirkju, meðan vit umrøddu, at nú
var tokan vekk, og “Bermuda-fólkini” heilt
víst lendu í dag og kanska longu mundu
verða á veg til Havnar.
Meðan líttla Lý bleiv borin til dópin,
og sólin skein inn gjøgnum vindeyguni
í Sandavágs kirkju, og løtan var so rík,
hoyrdu vit samstundis nógvan útrýkning.
Lítið vardi tað okkum, at lív okkara nú var
broytt og aldri bleiv tað sama aftur. Ser
stakliga hjá tær Sigurð góði, sum stóð
gubbi og hjá tykkum Brynhild og Rannvá,
sum komu heim frá eini ógloymandi ferð,
saman við pápa tykkara og Bjørg, sum
gleddi seg at síggja tykkum aftur og gjørdi
klárt til móttøkuna í Havn, broyttist alt
upp á eitt eygablikk við eini meinings
leysari vanlukku.
21. juli 2013 bleiv ein sorgardagur í
familjuni. Høgni er ikki millum okkum
longur. Ein maður, ein pápi, ein verpápi,
ein sonur, ein versonur, ein beiggi, ein vin
ur, ein arbeiðsfelagi manglar. Eitt pláss er
tómt, og saknurin er stórur, og hetta kem
ur at fylgja okkum restina av okkara ævi.
Minnini og mongu góðu løturnar hava vit
tó eftir. Stutt eftir at Høgni var farin í fjør,
varpaði Kringvarpið og SSP samstarvið
út, hvussu týdningarmikið tað er at savna
góð minnir saman sum familja. Hetta gjør
du Høgni og Bjørg betur enn nakar, og tí
hava Bjørg, Sigurð, Brynhild og Rannvá
og øll vit onnur, sum eftir sita, so ótrúliga
nógvar góðar løtur, at minnast aftur á.
Vit
minnast
løturnar
heima
á
Svalbardsvegnum, í Saksun, í Klokkara
gøtu, fiskitúrarnar ymsa staðni í landi
num, túrin tit gjørdu í Ný Sælandi, allar
tær frálíku máltíðirnar Høgni gjørdi okk
um, allar badmintonløturnar, alla hjálpina
hann gav okkum..... Soleiðis kunnu minnir
aftan á minnir takast fram úr huganum og
geva ugga og gleði, hóast sorgin og sakn
urin fyllir so nógv, fyri øll sum eftir sita.
Míni barnaminnir innihalda sum oftast
setningin: Jens Christian, Birgir og Høgni -
teir blivu sum oftast nevndir allir sum ein
og vóru allir sum ein, tó so ymiskir. Undir
einari mynd av Jens Christiani, Birgiri og
Høgna og mær, sum bleiv løgd út á Face
book fyri tíð síðan, var ein viðmerking
“Bjørnebanden og ein stalkari” og henda
skemtiliga viðmerking lýsir tað so væl.
Nú manglar ein av Bjørnebandanum ella
Carlsson-brøðrunum, sum einaferð bleiv
skrivað um í bløðunum, tað tíðina, tá tá
teir vunnu alt, sum var at vinna í borð
tennis, og eg var so stolt av teimum.
Høgni friðaligur, dugnaligur, arbeiðs
samur, treiskur, ordiligur, skemtiligur,
elskuligur, hóvligur við sínum stillføra
smíli. Tú fylti ikki nógv við at gera tað
stóra burtur úr tær sjálvum, men tú út
fylti so sera nógvar leiklutir, í familjuni, á
arbeiðsplássinum, í vinarskaranum, í bad
mintonhøpi og so nógva aðra staðni við.
Vit sakna teg so ómetaliga nógv, takk fyri
tann, tú var og fyri alt tú vart fyri okkum
øll.
Elisabeth
Minningarorð um Høgna
Føddur 2. desember 1964 –deyður 21. juli 2013
Til minnis um Tórálvur
Poulsen Skopun
Sum andaðist 19 mai 2014
Tórálvur Poulsen var føddur í Skopun 15
nov. 1919 og andaðist 19. mai 2014, hann var
sonur til Martin í Flyttingi og Lovisu, sum
var ættað úr Skemmuni heiman av Sandi.
Tórálvur giftist við Ingigerð, sum var
dóttur til Gregor Hentze og Elisabeth hjá
Dikkinum. Tey fingu seks børn saman,
harav tann fyrra Marita, sum doyði sum
smágenta vegna sjúku. Mær untist at
giftast Elinu, yngstu dóttir teirra í 1987,
og tá kom eg at kenna Tórálv væl, og
høvdu vit nógvar góðar løtur saman.
Og eftursum at eg misti mínu foreldur
brádliga vegna sjúku, stutt eftir at vit
giftust, so blivu Tórálvur og Ingigerð sum
foreldur fyri meg.
Fekk høvið at luttaka og vera saman
við honum, bæði á sjógvi og landi. Stuttligt
at eygleiða slíkan skilamann til arbeiðis.
Væl dámdi mær at fara burtur í haga við
Tórálvi, altíð hevði hann hund. Oftast
fóru vit niðan frá tí syðru rættini, niðan á
Eldingina og niðaneftir markinum.
Seyðurin sum var farin avleið kom
sær heim aftur til savningarstaðin. Niðan
ímóti Eiriksfjalli og víðari vesturum í
Oknadalin. Hann var røktingarmaður
í Skopunarhaga í 53 ár, til hann gavst
vegna aldur, og tí at eyguni vóru farin
at bila. Honum dámdi sera væl at rógva
út, og tað var sera stuttligt og gevandi
at fara onkran túrin við honum. Sonur
okkara Rói dámdi eisini væl at fara á flot
við abbanum. Seinasta túrin vit vóru
undir oynni og fingu eitt kók, stýrdi
hann meginpartin framvið landi, og væl
gekk at síggja ýti eftir egnaskurðviðgerð
sum hann fekk fyri fáum árum síðani. Tá
sungu vit leið meg einaferð enn út á dekki.
Hann minnist tá ið bátarnir sigldu inn í
Skopunar havn fyrstu ferð. Honum untist
eitt langt lív og upplivdi stórar broytingar
í samfelagnum.
Hann var trúfastur í Skopunar kirkju,
hann var takksamur fyri lívið og sera
glaður tá tey nærmastu komu á vitjan.
Hugvekjandi var at koyra fyrstuferð í
undirsjóatunnlinum við honum, og hoyra
tankar hansara um alt sum rørir seg á
botni, men nú var alt omanfyri høvur
okkara!
Um
aldarskiftið
var
skipa
fyri
fólkafundi á Slættaratindi, og tá var
hann hin elsti av okkum øllum sum niðan
komu. Fyrstu ferð hann var í flúgvara
komu Ingigerð og hann til Íslands at
vitja okkum. Hann var so glaður fyri
túrin. Hann segði seg nú verða mettan av
døgum, spurdi børnini, um hann hevði
verið ein góður pápi og ynskti, at Jesus
skuldi verða eftir hjá okkum øllum. Mær
untist ikki at koma til jarðaferðina, men
vil nýta høvið og siga honum takk fyri
alt vit høvdu saman. Harrin styrki teg
Ingigerð, børn, abba og langabbabørn og
okkum øll sum sakna hann.
Æra verður minni um Tórálv í Flyttingi.
Egersund juli 2014
Símun