týsdagur 22. juni 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 116 - 22. juni 2004
Nr. 116 - 22. juni 2004
29
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 283, P/F
Alma Maskinverkstaður &
Smiðja, 100 Tórshavn
Nevnd:
Farin úr nevndini: Óluva
Josefina Waagstein,
Ægishædd 3, 100 Tórshavn.
Innkomin í nevndina: Eigil
Waagstein, Østre Kirkevej
15, DK-4000 Roskilde.
Skráseting Føroya
tann 16. juni 2004
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 1914,
P/F Torvanes, 470 Eiði
Nevnd:
Farin úr nevndini: Simon
Pauli Ejdesgaard, 470 Eiði.
Innkomin í nevndina:
Dánjal Jákup Hammer, 470
Eiði.
Skráseting Føroya
tann 16. juni 2004
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 3219,
Sp/f O. S. Firmavask, 350
Vestmanna
Viðtøkur broyttar:
09.06.2004
Nýtt navn: Sp/f A. T.
Bókhald
Nýggj adressa: Bakkavegur,
625 Glyvrar
Nýggjur Heimstaður:
Runavíkar Kommuna
Stjórn:
Farin frá sum stjóri: Olaf
Hilbert Simonsen, Úti á
Mørk, 350 Vestmanna.
Innkomin sum stjóri: Anita
Tausen, Undir Nesinum, 650
Toftir.
Endamál: Endamál felagsins
er at reka bókhaldsvirki og
annað starv í hesum
sambandi.
Skráseting Føroya
tann 17. juni 2004
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 1828,
Sp/f KG 476, 700 Klaksvík
Viðtøkur broyttar:
29.05.2004
Endamál:
Endamál felagsins er at reka
fiskivinnu, persónsflutning,
eiga og reka fasta ogn og
partabrøv umframt annað
virksemi, sum er tengt at
hesum vinnum.
Skráseting Føroya
tann 17. juni 2004
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. Sp/f 2591,
Sp/f Circle, 850 Hvalba
Viðtøkur broyttar:
07.06.2004
Nytt roknskaparár: 01.04.-
31.03.
Umleggingarár: 01.06.2003-
31.03.2004.
Skráseting Føroya
tann 17. juni 2004
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2172,
P/F J.F. Kjølbro Heilsøla,
700 Klaksvík.
Viðtøkur broyttar:
12.03.2004
Kapitalur:
Hækking við kr. 500.000,00
til kr. 1.000.000,00
Inngjaldingarháttur: kr.
500.000,00 við grunshækking
Skráseting Føroya
tann 17. juni 2004
Kristin Balle
_______________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 2329,
P/F Útferðir, 100 Tórshavn
Nevnd:
Farin úr nevndini: Kári
Dalsgaard Petersen,
Álvastígur 11, 100 Tórshavn.
Innkomin í nevndina: Jákup
Højgaard, Magnus
Heinasonargøta 6, 100
Tórshavn.
Skráseting Føroya
tann 16. juni 2004
Kristin Balle
________________________
Skráseting Føroya hevur í
dag skrásett niðanfyri
standandi fráboðan:
Skrásetingar-nr. P/F 1822,
P/F Jógvan Weihe, 100
Tórshavn
Nevnd:
Innkomin í nevndina:
Gunnar Oluf Weihe,
Jørundargøta 62, 188
Hoyvík.
Stjórn:
Innkomin sum stjóri:
Ólavur Weihe, Undir
Heygnum 39, kj., 100
Tórshavn.
Skráseting Føroya
tann 17. juni 2004
Kristin Balle
_______________________
Søkt verður eftir niðanfyristandandi starvsfólkum til
barnaansingina í Miðvágs kommunu:
Pedagogar til Útibarnagarðin í Miðvági:
Útibarnagarðurin er ein nýggjur kommunalur stovn-
ur, sum lat upp í aug. 2003.
Stovnslýsing:
Í útibarnagarðinum ganga eftir summarfrítíðina uml.
64 børn í aldrinum 3-7 ár,og her starvast 11 sera fittlig
fólk, 3 mannfólk og 8 konufólk.
Barnagarðurin er skipaður soleiðis:
• Á Loftinum ganga 20 børn í aldrinum 5-7 ár.
• Á stovuni hjá Ternunum ganga 15 børn í aldrinum
3-5 ár
• Á stovuni hjá Títtlingunum gang 15 børn í
aldrinum 3-5 ár.
• Á stovuni hjá Spurvunum ganga 10 børn í
aldrinum 3-5 ár
Talan er um eitt varðaleiðarastarv á 40 t. og 4
pedagogstørv á uml. 30 tímar:
Størvini eru leys frá 18. aug. Um ongin pedagogur
søkir, verða hjálparfólk sett ístaðin.
Vit vænta av tær:
• At tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi.
• At tú ert sjálvstøðug(ur)
• At tú tekur ábyrgd og hevur gott yvirlit í tínum
arbeiði
• At tú ert nærverandi og vísir umsorgan fyri
hvørjum einstakum barni.
• At tú vísir áhuga fyri tínum arbeiði og hevur hug,
hegni og ikki minst hugflog at arbeiða við børnum.
• At tær dámar at vera úti og tekur náttúruna sum ein
týðandi og sjálvsagdan part í arbeiðinum.
Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til
leiðaran Elsa M. Davidsen á tlf. 333738/223429.
Umsóknir við møguligum prógvum, royndum og
viðmælum skulu vera Barnagarðinum í Miðvági í
hendi seinast 28. juni 04.
Leiðari til dagrøktarskipanina í Miðvági
Dagrøktarskipanin hevur virkað síðan 1985. Í skipan-
ini eru 9 dagrøktarar og 29 børn í aldrinum 0-3 ár.
Arbeiðstíðin er 30 t. um vikuna, ella eftir nærri avtalu,
og verður starvið sett 16. aug. 04.
Leiðarin hevur fakligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu
ábyrgdina av skipanini. Leiðarin samskipar eisini ar-
beiði hjá dagrøktarunum í tí tilhoyrandi spælistovuni.
Vit vænta av tær, at tú á ein leiðandi og virknan hátt,
saman við dagrøktarunum, kanst tryggja skipanini
eina positiva menning.Tað er umráðandi, at tú hevur
góð samstarvsevnir, ert sjónlig(ur) í tínum arbeiði og
dugir at fáa tíni sjónarmið fram.
Umsóknir við møguligum prógvum,royndum og við-
mælum skulu vera Miðvágs kommunu í hendi seinast
5. juli.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
dagrøktarleiðaran á tlf. 332960.
Leiðari og hjálparfólk til frítíðaransingina
í Miðvági
Frítíðaransingin fyri skúlabørn í 1. og 2. flokki byrjar
aftaná summarfrítíðina í MB-húsinum. Frítíðaransing-
in er normerað til 20 børn.
Frítíðaransingin liggur í sera barnavinarligum um-
hvørvi, har stutt er til haga, fjals og fjørðu.
Søkt verður eftir leiðara at byrja 2. aug. 04 og hjálpar-
fólkum at byrja 12. aug. 04. Leiðarin hevur fakligu,
fíggjarligu og annars dagligu leiðsluna av ansingini.
Vit vænta av tær:
• at tú hevur góð samstarvsevnir og ert álítandi
• at tú ert sjálvstøðug(ur), vísir ábyrgd og hevur gott
yvirlit í tínum arbeiði
• at tú ert nærverandi og vísir umsorgan fyri hvørjum
einstakum barni
• at tú vísir áhuga fyri tínuma arbeiði og hevur hug,
hegni og ikki minst hugflog at arbeiða við børnum
• at tær dámar at vera úti og tekur náttúruna sum ein
týðandi og sjálvsagdan part í dagliga arbeiðinum.
Umsóknir við møguligum prógvum, royndum og
viðmælum skulu vera Miðvágs kommunu í hendi
seinast 5. juli 04.
Barnaansingin
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
Miðvágs-Sanda-
vágs skúli
Vegna farloyvi, lækkað tímatal, avlopstímar og
næmingar við serligum tørvi verða hesi lærara-
størv lýst leys at søkja
tíðaravmarkað til skúlaárið 2004/2005:
• 1 fulltíðarstarv fyri lærara í farloyvi
• 1 fulltíðarstarv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi
• 1 starv 12 - 18 t/v
serstakliga tørvar okkum lærarar, ið kunnu
undirvísa í ítrótti/svimjing dreingir.
• 1 starv 4 t/v at gera SI venjingar
• 1 starv sum sergreinalærari 6 t/v at undirvísa í
motorlæru.
• 1 starv sum sergreinalærari 4 t/v at undirvísa í
sjóvinnu.
Tíðaravmarkað 01.08.2004 - uml. 20.01.2005.
• 1 starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi
Í tímatalvuni er m.a. hondarbeiði, lívfrøði,
ítróttur/svimjing gentur.
Størvini verða lønt sambært sáttmála millum
Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
• 1 starv sum stuðul 17 t/v
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum
Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um størvini frá skúlastjóranum
á tlf. 33 28 20 ella 21 88 20.
Umsóknir skulu verða skúlastýrinum í hendi í
seinasta lagi mánadagin 28. juni 2004.
Skúlastýrið fyri
Miðvágs-Sandavágs skúla
v/ Gitte Samuelsen
FO 360 Sandavágur
Miðvágs-Sandavágs skúli
Hús í Hoyvík
Við hesum verður sethúsaognin Kristiansgøta 40,
188 Hoyvík, lýst til sølu, um hóskandi boð fæst.
Grundøkið, matr. 1 tp, Hoyvík, er 536 m2.
Húsini eru í einari hædd á 137 m2 við lágari
reising.
Húsini eru innrættað soleiðis:
Gangur, køkur, vaskirúm, baðirúm, 2 kømur,
hjúnarúm við wc/brúsu og stór stova. Trappa er
upp á loftið, kamar og rúm úti á lofti er gjørt í fjør.
Pláss er fyri einum kamari afturat.
Húsini eru bygd í 1990, takið er skift fyri 2 árum
síðani. Ventilatión er í húsinum.
Stórt bilhús er á grundøkinum.
Húsini standa í friðarligum og barnavinarligum
umhvørvi ovast á Løgmannabreyt.
Nærri upplýsingar um ognina fáast frá undir-
ritaðu.
Advokatskrivstovuna
Fr. Petersensgøtu 9
100 Tórshavn · Tlf. 311145
Fríða Patursson, adv.
teldupostur: frp@jura.fo
Ólavsøkufram-
sýningin 2004
Listafelag Føroya skipar fyri ólavsøkuframsýn-
ing í Listaskálanum. Øll kunnu senda verk til
ólavsøkuframsýningina.
Verkini skulu vera í hendi í seinasta lagi 18.juli.Sam-
an við verkunum skal vera listi yvir tøkni, heiti og
prís, og øll verk skulu vera týðiliga merkt samsvar-
andi listanum.
Tilmeldingarblað til framsýningina fæst í Listaskál-
anum.
Myndir undir glasi skulu hava rammu.
Listafelagið setir eina nevnd at skipa fyri framsýn-
ingini, og tilskilar sær rætt til at taka dagar í, hvussu
úrval og samanseting skulu vera.
Listafelag Føroya
Gundadalsvegur · Postsmoga 1141
FO-110 Tórshavn · Telefon 313579
Listaskálin er opin mánadag-fríggjadag kl. 11-17,
leygardag og sunnudag kl.14-18.
Lærari til el-deildina
Starvið, sum er tíðaravmarkað til 1/2 ár, umfatar
undirvísing á el-deildini.
Umsøkjarin skal hava sveinabræv sum eletrikari og
minst 2 ára starvsroyndir innan yrkið. Fyrimunur er
at hava prógv sum el-installatørur. Neyðugt er at
umsøkjarin hevur hollan kunnleika til nýggjastu
tøknina á el-økinum. Eisini er áhugi fyri stødd- og
alisfrøði, og nýtslu av EDV, ein fyrimunur.
Á el-deildini starvast 5 lærarar í føstum starvi, um-
framt tímalærarar og verkstaðarhjálpari. Næming-
arnir læra til elektrikara og ganga í skúla í 55 vikur,
ella eru SIT-næmingar,sum ganga í skúla í 1 ella 2 ár.
Løn:
Lønin verður sambært sáttmála millum Føroya
Landsstýri og FTL.
Starvið skal setast 9. august 2004.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um útbúgving,
viðmælum og starvstíð skal vera skúlanum í hendi í
seinasta lagi 25. juni 2004.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jógvan Sørin Hansen, leiðari lærara á el-deildini, á
tlf. 31 19 57 ella 22 37 28.
TEKNISKI SKÚLIN Í TÓRSHAVN
Marknagilsvegur 75 · Postsmoga 239
FO-110 Tórshavn
Telefon +298 311957 · Telefaks +298 316621
e-mail: tst@tst.fo
Mini gravmaskina
Alt arbeiði við mini gravmaskinu verður gjørt, so
sum urtagarðar, smáir vegstubbar, grava fyri
kaðalum, grava út fyri bilhúsum o.a.
Arbeiði við brekkara verður eisini gjørt.
Fa. Hans P. Hansen
477 Funningsfjørður
Fá meira at vita á tlf. 212631 ella 441631
Vit taka minstu uppgávur í størsta álvara.
Búskaparfrøðingur
Landsbankin søkir eftir búskaparfrøðingi.
Arbeiðsuppgávur:
Skriva frágreiðingar um føroyskan búskap og fíggjarviðurskifti. Annars at arbeiða
við øðrum slagi av kunning, ma. umvegis heimasíðu landsbankans.
Aðrar uppgávur snúgva seg um, at arbeiða við búskaparmyndli og at arbeiða við
at menna føroyska kredit- og kapitalmarknaðin.
Arbeiðið er býtt í ábyrgdarøki, men stovnurin er lítil og uppgávurnar breiðar. Tí
verður nógv arbeiði gjørt í verkætlanum, eins og tað er skiftandi.
Førleiki:
Umsøkjarar skulu hava kandidatprógv í búskaparfrøði ella aðra líknandi
útbúgving.
Løn:
Eftir avtalu við støði í sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og
Løgfrøðingarfelagið.
Tíðarfreist o.a.:
Umsøkjarar eru vælkomnir at venda sær til Sigurd Poulsen, stjóra
(sigurd@landsbank.fo) ella Jens Erik Magnussen, undirstjóra
(jem@landsbank.fo) um fleiri upplýsingar á tlf. 318305.
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði og skulu saman við neyðugum upplýsingum
um útbúgving og størv sendast landsbankanum áðrenn 02.08.2004 kl 16:
Müllers Hús - Gongin
Postrúm 229 - FO-110 Tórshavn
E-postadr.: landsbank@landsbank.fo
Landsbanki Føroya er bankasamband landsins. Hann umsitur gjaldføri og
stendur fyri lántøku landsstýrisins og samstarvar við aðrar myndugleikar og
almennar stovnar.
Landsbankin virkar fyri tryggum fíggjarviðurskiftum í landinum. Bankin skal tí
halda seg kunnaðan um fíggjarmarknaðarviðurskifti og samstarva við
fíggjarstovnar og landsstýrið um hesi viðurskifti. Lýsingar av búskapinum eru
týðandi liður í hesum uppgávum. Sí eisini heimasíðuna http://landsbank.fo
C
M
Y
K
29
28