Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 78 · 11. juli 2014 6 VIKUSKIFTI Søguslóðir – Nólsoyar Páll og Katlarnar Kom við á henda forkunnuga gongutúrin niðan í hagan hjá Nólsoyar Pálli við óvanliga undirhaldandi frásøgufólki. Ein stuttur steðgur og lekkurt ábit verða í Dreymsóljuni hjá Archibald Black, áðrenn leiðin gongur víðari til Katlarnar, har spennandi søgur verða at hoyra um rættarsakir á staðnum. Fá meira at vita á Norðoya Kunningarstovu Adrenalinkick á Selatrað Hvar setur tú tíni mørk? Skótarnir hava størstu upplivingar útgerðina í Føroyum. Tú kanst velja ímillum at uppliva paintball, snorkling, síging, tunnuflakar, klattrivegg, bogaskjóting og rógving í kano. Á Selatrað vita skótarnir altíð um góðar og avbjóðandi upplivingar. Fá meira at vita á kunningarstovunum í Eysturoynni Krígstúrur í Vágum Túrurin byrjar á Vatnsoyrum, har hugt verður at leivdunum, sum eru frá krígnum. Ferðaleiðari, sum veit nógv at fortelja frá krígnum, er við á túrinum. Síðani verður farið yvir til Chester Camp, sum liggur við Gróthústanga. Túrurin endar inni á Krígssavninum. Á vegnum verður farið fram við hermannakirkjugarðinum, sum møguleiki er at vitja. Túrurin tekur umleið 2 tímar og kann gerast bæði við bili og til gongu. Fá meira at vita á Vága Kunningarstovu Við Thorshavn – út í søguríku Stóru Dímun Ein spennandi túrur fyri tey, sum vilja hava eina øðrvísi avbjóðing við sigling og nakað av klúgving. Túrurin gevur eina ótrúliga vakra náttúruppliving. Tú møtir steyrrøttu bjørgunum, tú sært kendu rakhellu, og tú skalt royna kreftir við Kleivina. Komin upp á oynna, vitjar tú heimsins mest fjarskotna bóndagarð. Umborð á Thorshavn verður borðreitt við kendu fiskasuppuni frá Seglloftinum. Fá meira at vita á Kunningarstovuni á Tvøroyri Dysjarnar – Heildagtúrur á Sandoynni Byrjað verður á Líðarenda, og gingið verður niðaná og undir Sandaskorum niðan á Mølbursvatn. Gingið verður upp gjøgnum Læseturstíggj og niðan á Endan, har tú sært niður á ótrúliga sjáldsama landslagið í Dysjunum. Síðani verður gingið oman í hugnaligu húsini undir Borgini, har borðreitt verður við súpan og pannukøkum omaná. Túrurin er ein rættiliga tungur heildagstúrur. Fá meira at vita á Sandoyar Kunningarstovu Ferðast í Føroyum Lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg