Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. juli 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 78 · 11. juli 2014 5 G Festivalurin byrjaði. Nú eri eg 40 ár, giftur og havi trý børn, har tað elsta er fimm ára gamalt, so umstøðurnar og rað­festingarnar hjá mær eru eitt sindur øðrvísi nú enn tá, sigur Jón Tyril. Hann vísir aftur, at hann kennir tað, sum hann hevur forsømt nakað við at hava verið so virkin í toyminum handan festivalin. – Eg havi sjálvandi ikki fingið nógv við av føroyska summarinum hesi ár­ ini, men so havi eg kanska fingið meira við aðrar tíðir ístaðin. Alt í alt kenni eg ikki, at eg havi forsømt nakað. Tvørtur­ ímóti hevur G verið ein fantastisk ferð higartil, har eg eri komin at kenna nøkur heilt ótrúlig fólk, sum hava lært meg ómetaliga nógv, fortelur Jón Tyril. Saknar yvirskipaða leiklutin Umframt at hava kent seg troyttan og ikki havt neyðugu orkuna at arbeiða nóg nógv við G Festivalinum er eisini ein onnur orsøk til, at Jón Tyril hevur valt at halda ein steðg frá festivalinum. Hann hevur í eina tíð saknað at havt ein meira yvirskipaðan leiklut í festival­ toyminum. – Eg havi hug at brúka meira orku til at seta eina yvirorðnaða kós og at ansa eftir, at vit fylgja teimum virðum, sum vit hava sett okkum fyri at byggja á. Vónandi eisini finna upp á nýggj átøk og tiltøk, sum passa inn í virðis­ grundar­lagið, fortelur Jón Tyril. Hann vísir tó aftur, at hann ikki er sloppin, at hava henda yvirskipaða leiklutin, sum hann kundi hugsað sær. – Eg vil siga, at eg havi nokk partvís havt leiklutin sum tann, ið kann seta eina yvirskipaða, hyggja frameftir og menna nýggj tiltøl í sambandi við festivalin og konseptið sum heild, men eg kundi hugsað mær í størri mun at hug­savna meg um tað og lagt størri part av orkuni har, sigur Jón Tyril. Sum tann per­fektionisturin hann er, vil hann fegin, at festivalurin upp á allar mátar koyrir soleiðis, sum hann skal, og alt riggar so væl sum gjørligt. Tað merkir eis­ini, at Jón Tyril eisini hevur brúkt tíð upp á nógvar smálutir í sambandi við festivalin heldur enn heildarmyndina. – Eg skuldi kanska sjálvur lagt minni orku í tað ítøkiliga fótarbeiðið, og á tann hátt havt betri tíð til hitt, sigur Jón Tyril. Eingin saknur G Festivalurin 2014 verður tann fyrsti, har Jón Tyril fer at spáka á økinum saman við familjuni, njóta tónleikin og ikki hava ábyrgd av nøkrum. Ein tanki, sum hann nú hevur vant seg við. – Áðrenn eg tók avgerð um at halda ein steðg, hugsaði eg fleiri ferðir um, hvussu tað nú fór at gangast festival­ inum, tá eg ikki fór at vera har, og hvussu skal gangast mær sjálvum, tá eg ikki havi festivalin at fáast við. Men eg veit, at G festivalurin hevur nógv dugnalig fólk, sum eru góð við festivalin og tað, hann stendur fyri. Onkur teirra hevur verið við líka síðani fyrsta festivalin í 2002, og onnur eru komin inn í toymið seinni við einum ótrúligum eldhuga, so eg eri á ongan hátt bangin fyri, at festivalurin í ár ikki skal eydnast, slær Jón Tyril fast. Fyrireikingarnar til ársins G Festival eru upp á sítt hægsta í hesum døgum, og hóast Jón Tyril ikki er partur av tí arbeiðinum, hevur hann eina góða kenslu. – Tað kennist fantastiskt. Eg eri ómeta­liga glaður fyri, at festivalurin koyrir í fulldrøn á kassan uttan meg, men har er jú nógv gott fólk at taka sær av arbeiðinum, so har er einki at stúra fyri, sigur Jón Tyril, sum tó hevur havt eina ávísa ávirkan á festivalin í ár. Eitt nú hevur hann bookað ein part av tón­leikabólkunum, sum eru á skránni hesaferð, og annars hjálpt til við ymiskum. – Men mín týdningarmiklasti leik­ lutur hevur eftir mínum tykki verið saman við øðrum at hava verið við til at skapa samleikan. Tann samleikin, haldi eg, stendur sera sterkur, hóast eg ikki eri við, sigur Jón Tyril, sum hevur avtalað við nevndina fyri festivalin, at partarnir tosa saman aftur í september mánaði um hansara leiklut í festivalinum í fram­tíðini. – Til ta tíð lati eg vitið hvíla, og undir­tilvitskuna arbeiða ístaðin. So kobla eg, vitið og hjartað av og ein endalig avgerð verður tikin, tá partarnir tosa saman aftur eftir summarfrítíðina, sigur Jón Tyril. mynd: Kristfríð Tyril / MOMO mynd: Beinta á Torkilsheyggi – Eg kendi á mær, at eg hevði brúk fyri einum steðgi nú. Merkti at tað var bæði neyðugt og rætt at steðga á nú, og tá er tað ikki so trupult at taka av­gerðina, sigur Jón Tyril