hósdagur 10. juli 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 11. juli 2014
4
VIKUSKIFTI
einki val
– Eg fari vanliga nokkso heilhjartaður inn í ting og dugi illa at gera
nakað hálvt, men nú var eg farin at merkja, at orkan gekk undan, og
eg hevði ikki tann leiklutin, eg kundi hugsað mær at havt. Tá visti eg,
at eg hevði einki annað val enn at halda ein steðg. Soleiðis sigur 40
ára gamli Jón Tyril, sum síðani 2002 hevur verið høvuðsfyriskipari
av G Fesivalinum. Nú hevur hann gjørt av at halda ein steðg í
óásetta tíð frá einum av størstu festivalunum í Føroyum
festival
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
Síðani G Festivalurin sá dagsins ljós
í 2002 hevur hann verið maðurin, ið
hevur verið høvuðssamskipari av stóra
festivalinum í Syðrugøtu. Ein festivalur,
sum hjá fleiri er blivin fastur partur av
føroyska summarinum.
Nú hevur Jón Tyril boðað frá, at
hann heldur steðg frá G Festivalinum,
og enn er ikki greitt, nær ella um hann
yvirhøvur verður partur av kenda
festivalinum í Gøtu aftur.
– Eg kendi á mær, at eg hevði brúk
fyri einum steðgi nú. Merkti at tað
var bæði neyðugt og rætt at steðga á
nú, og tá er tað ikki so trupult at taka
avgerðina, sigur Jón Tyril, sum tó við
gongur, at nógvar kenslur komu fram
og ymsir tankar komu upp at venda,
áðrenn endaliga avgerðin um at halda
steðg frá G Festivalinum varð tikin.
– Nú eg hugsi um tað, so vóru tað
nokk meira kenslurnar enn tankarnir,
ið gjørdu um seg, tá avgerðin skuldi
takast, tí eg havi jú verið partur av
festivalinum í 13 ár, og sjálvandi eru
nógvar kenslur forbundnar við alt tað
arbeiðið, sigur Jón Tyril.
Perfektionistiskur av lyndi
Tað var fyrst í juli mánaði, nakrar
vikur áðrenn ársins G Festival, at Jón
Tyril sendi eitt skriv til starvsfólk og
onnur, ið eru knýtt at G Festivalinum. Í
skrivaðinum boðaði hann frá, at nú var
tíðin komin at halda ein steðg. Hvussu
langur, steðgurin fer at verða, er óvist,
men Jón Tyril gjørdi í skrivinum greitt,
at arbeiðið við festivalinum fyllir ógvu
liga nógv, og at hann onkuntíð seinastu
árini hevur kent seg móðan av øllum
hesum arbeiðinum.
– Eg eri rættiliga perfektionistiskur
av lyndi, havi trupult við at vera nøgd
ur og kenni ongantíð, at arbeiðið er
liðugt. Eg havi altíð hug gera eitt sindur
afturat fyri at fáa úrslitið eitt sindur
betri, sigur Jón Tyril og dylir ikki fyri,
at kanska er tað júst henda tráðanin
efitr tí perfekta, sum nú hevur gjørt, at
honum tørvar eitt andarúm.
– Endamálið við G er at skapa
íblástur og menna føroyskan tónleik.
Tað arbeiðið er ongantíð liðugt, og av
tí sama havi eg brúkt nógva orku upp á
festivalin, greiðir Jón Tyril frá og heldur
fram:
– Mín leiklutur í G hevur verið rætt
iliga umfatandi gjøgnum alt árið og í
øllum møguligum høpi, so tað sigur
seg sjálvt, at tað hevur fylt sera nógv
í lívinum hjá okkum, sigur Jón Tyril,
ið er giftur og eigur trý børn undir
skúlaaldri. Hann heldur tó, at hóast
fyrireikingarnar til festivalin, sum eru í
gongd so at siga alt árið, hava fylt nógv,
hevur tað eisini verið ein fyrimunur at
havt hetta starvið.
– Tað positiva hevur verið, at eg í
stóran mun havi kunnað lagt mær ar
beiðistíðrnar til rættis soleiðis, sum
tað passar mær og familjuni best. Hin
vegin havi eg ongantíð kent tað, sum
at eg havi havt ordiliga frí, sigur Jón
Tyril og vísir samstundis á, at broyttu
lívsumstøðurnar eisini hava havt eina
ávirkan.
– Eg var 27 ára gamal og ógiftur, tá
mynd: Kristfríð Tyril / MOMO
Eg hevði