hósdagur 10. juli 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 78 · 11. juli 2014
8
VIKUSKIFTI
er eingin
forðing
– Onkur vildi kanska hildið, at eg geri mær lívið trupult við at
gifta meg við eini gentu, ið ofta er sjúk og innløgd orsakað av
epilepsiherindum, men soleiðis havi eg tað als ikki. Sjúkan skal ikki
forða mær í at gifta meg við henni, sigur Osvald P. Hansen. Tann 27.
juli skulu hann og Karis í Liða, sum bæði eru úr Havn, giftast
giftast
Rannvá G. Fossaberg
rannva@sosialurin.fo
– Tað hevur stóran týdning fyri okkum,
at vit ikki bara skulu vera daman og
sjeikurin hjá hvørjum øðrum. Bæði
hava vit tann hugburðin, at tað er antin
alt ella einki, og tí hava vit eisini longu
frá fyrsta degi tikið hetta forholdið
seriøst.
Soleiðis siga tey bæði 32 ára gamli
Osvald P. Hansen og 23 ára gamla Karis
í Liða, sum um tvær vikur skulu giftast.
Ein dagur, sum tey gleða seg til og eisini
gera sær nógar tankar um.
– Eg ivist ikki í, at alt onkursvegna
verður øðrvísi, tá vit eru gift, og
avbjóðingar verða eisini á vegnum,
men tað er ein nattúrligur partur av tí,
og øllum hasum skulu vit nokk finna
útav, sigur Osvald, og Karis leggur
afturat:
– Ja, nú fara vit at flyta í íbúð saman,
og tað skulu vit líka venja okkum við,
og man ikki onkrar diskussiónir verða
tá, heldur Karis skemtiliga fyri.
Visti ikki Karis var forelskað
Tað byrjaði alt fyri skjótt tveimum ár
um síðani. Karis og Osvald kendust
gjøgnum felags vinfólk og plagdu
javnan at síggjast eitt nú á møtum í
Ebenezer.
– Osvald var onkuntíð inni hjá okk
um, tí hann og systir mín hava felags
vinfólk. Eg plagdi so eisini onkuntíð
at vera partur av selskapinum, og tað
summarið 2012, at eg líkasum ordiliga
legði merki til hann, fortelur Karis.
Osvald hevði eisini fingið gott eyga
á Karis, men visti ikki heilt, hvat hann
skuldi bera seg at.
– Har var bara okkurt heilt serligt
við henni. Ein deilig persónligheit, hon
er frísk í tí og eisini stuttlig at vera
saman við. Og so er tað eisini útsjóndin.
Karis er ótrúliga vøkur, sigur Osvald og
hyggur smílandi yvir á Karis.
Osvald visti tó ikki, at Karis dámdi
seg og fegin vildi læra hann betur at
kenna.
– Eg royndi at koma við onkrum
teknum, men tað fekk hann ikki
ordiliga við, so eg mátti simpilthen
bara siga tað við hann. So eg fortaldi
honum, hvat eg helt um hann, og at eg
gjarna vildi brúka meira tíð saman við
honum, greiðir Karis frá.
Næsta hálva árið sóust tey rættiliga
ofta, og tá tey minnast aftur á ta tíðina,
sum eina góða og stuttliga tíð.
– Vit koyrdu nógvar, langar biltúrar
og fóru ofta út at eta, minnist Osvald.
– Ja, og so gjørdi tú mær eisini døg
urða í tíni íbúð. Tú plagar annars ikki
at tíma so væl at gera mat, sigur Karis
og bæði fara at flenna.
Hugsaði um sjúkuna
Hetta hálva árið, tey lærdu hvønn ann
an at kenna, upplivdi Osvald eisini,
hvussu sjúkan epilepsi, sum Karis
hevur, ávirkar hana og hennara ger
andisdag.
Sjúkan
VIT SKULU GIFTAST
tema í summarvikuskiftinum